Eingin vil vera stjóri

Venjingarskúlin í Havn skal hava nýggjan stjóra, men eingin vil søkja starvið. Herfyri segði Niels Nattestad seg úr starvinum sum skúlastjóri á Venjingarskúlanum í Havn. Hann ætlaði sær frá 1. apríl, men hevur nú játtað at halda fram til 1. august.

Orsøkin er, at eingin vil hava starv hansara. Sosialurin skrivar, at mentamálaráðið hevur lýst starvið leyst tvær ferðir, men til fánýtis, og nú verður tað so lýst leyst eina ferð afturat.

Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Magnus Tausen, sigur við blaðið, at lønin kann vera ein orsøk til vantandi áhugan fyri skúlastjórastarvinum.

-Kanska er munurin millum inntøkuna hjá leiðaranum og vanliga læraranum ikki nóg stórur í mun til ábyrgdina hjá skúlastjóranum, sigur hann við Sosialin.