Renna ørindi fyri ávísar handlar

Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, spyr, um fólk renna ørindi fyri ávísar handlar, tá tey krevja Rúsuna úr handilshúsinum Miðlon í Havn.

Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, er greitt ímóti, at Rúsdrekkasøla Landsins letur upp nýggjar deildir í SMS í Havn og í Norðstreymoy.

Men hann heldur, at málið er vent nakað, tá fólk eru farin at ganga ørindi fyri handlar, nú uppskot er lagt fyri tingið at flyta handilin úr Miðlon.

- Tá eitt stað skal brúkast, kann handil ikki tað sama vera har sum aðrastaðnni, spyr Gerhard Lognberg.

Løgtinsmaðurin vísir á, at um man vil hava egna inngongd til handilin, so ber tað til.

- Nei hetta virkar sum onkur gongur ørindi fyri onkran, ella taki eg feil!? spyr Gerhard Lognberg.