Tórshøll verður endurstovnað

Tórshøll er nú stovnað sum smápartafelag. Húsini hjá gamla ølklubbanum vóru herfyri seld, og nú er eitt nýtt felag stovnað, sum tykist hava tilknýti til nýggju eigararnarn.

 

Tað eru trý onnur feløg, sum eru stovnarar, Sp/f Jall í Klaksvík, Sp/f C. Christiansen í Havn og ÍVF Garðalíð Matlist í Havn, sum hava stovnað smápartafelagið Tórshøll.

 

Í nevndini sita Hans Jacob Martin Garðalíð, nevndarformaður, Krisfinn Gerhard Christiansen og Clement Christiansen, sum eisini er stjóri.

 

Sambært Business Line er endamál felagsins at reka handil, umsiting og útleigan av fastogn.

 

ÍVF Garðalíð Matlist hjá Hans Jacob Martin Garðalíð er eisini eitt nýtt felag. Tað skal reka virksemi innan matgerð og catering, sambært Business Line.