Um hálvgum sjey tíðina í morgun varð løgreglan boðsend til Leirvíkar, har ein hýruvognsførari var komin illa fyri.
Hann hevði koyrt fólk úr Havn norður til Leirvíkar, men tá ið túrurin skuldi gjaldast, kom ósemja í millum førara og kundar.
Taxaførarin kendi seg so hóttan av persónunum, hann hevði koyrt, at hann ringdi eftir politinum, sum kom á staðið og fekk tak á støðuni. Enn er eingin skuldseting reist.
Vakthavandi á Politistøðini í Havn sigur, at løgreglan við jøvnum millumbilum verður boðsend til slík mál, tá ið fólk, sum eftir ein túr í býnum, verða koyrd heim móti morgni og ikki vilja gjalda ásetta prísin ella ikki hava nóg mikið av pengum uppi á sær.