Føroya Samtakið fekk leitiloyvi á einum øki, sum verður mett at hava stórar møguleikar. Alt bendir á, at borurin verður settur í fyrst í september ár vísti Kjartan Hoydal á og helt fram: -Í oktober 1999 [...] yvi á føroyska landgrunninum. Undan hesum legði Atlants Kolvetni stóra arbeiðsorku í at styrkja tann partin sum í loyvistreytunum stóð undir grein 4. Føroya Landsstýri seldi ikki leitingarloyvi á uppboði [...] seta hesi mál. Í oljuídnaðinum, sum byggir á vitan og nýskapan, er gransking og menning (GoM) ein týðandi partur av virksemi og íløgum. Komandi avbjóðingarnar á djúpum vatni og undir torgreiddum umstøðum
og proklamerar, at "talan er um eina sanna kollvelting í raðfestingunum á fíggjarlógini" ! Men hvussu er nú vorðið? Tað nyttar jú ikki at samanbera krónuupphæddina á ein fíggjarlógarjáttan í 1990 við 2001 [...] 1686 2126 26 Her sæðst, at taka vit hædd fyri inflatiónini, so er støddin á búskapinum, t.d. máld sum BTÚ, eru vit nústani komin á støðið sum var í 1990. Men enn er játtanin til almanna- og heilsumál, útbúgving [...] hevur landsstýrismaðurin í fullveldismálum hildið tað vera neyðugt sjálvur at stíga fram og verja borg. Á sín vanliga smarta máta hevur hann roynt seta tingini uppá pláss við greinini "Minni blokkur ? men meira
við eini áhaldandi bygging á Landssjúkrahúsinum fyri at koma á mál, um árliga játtanin verður hesar 35 mió. kr. um árið ! Tørvandi bústaðir hjá brekaðum Landsstýrismaðurin vísir á at játtanin til serforsorg [...] staðfestur ein alstórur men ónøktaður tørvur á hesum øki. Í fyrispurningi hjá Katrin Dahl Jakobsen til Helenu Dam á Neystabø varð út frá hesum kanningum víst á, at tað er ein bráfeingis tørvur fyri 42 búplássum [...] landsstýrisins av hesum økinum heldur fram nú á fjórði ári, skrivar hann, at tað ?eru serliga ellis- og røktarheim og íbúðarviðurskiftini hjá brekaðum, ið mugu ovast á dagsskránna?! Nú skal raðfestast til valagn
hevði trupulleikar at seta seg á mótstøðumenninar. GÍ var á ongan hátt niðurspælt fyrsta tíman, men teir megnaðu heldur ikki at skapa sær yvirvágina, sum so ofta fyrr á árinum hevur verið sjónsk. Klaksvíkingar [...] eina ferð var sera sannrførandi á vongverjanum, og har Zdzislaw Janik var skilagóður í vinstru, sjálvt um hann ikki tóktist arbeiða so nógv sum onkrir aðrir. GÍ fekk hol á, tá seinna umfarið var trettan [...] siga tað eisini, at eftir seinna leiðslumálið til GÍ var bara eitt lið á vøllinum. Klaksvíkingar vóru luftleysir statistar, meðan teir á heimaliðnum rættuliga fingu flogið. Nú var einki óført hjá teimum, teir
hann eisini fara til gongu til Vágs á møti, tí hann ynskti at samlast um orð Harrans. Eitt av teimum kæru minnum, eg havi um Eivind, er, tá eg og Meta vóru í Havn á vitjan hjá Hansemann við mammu okkara [...] Frelsara. Hann segði sjálvur frá, at tað var einaferð hann sang henda sangin og kom til strofuna »Hann á krossi bløddi, doyði fyri meg«, at ljósið frá Golgata skein í hansara hjarta og gleði og friður fylti [...] hansara sál. Síðan tá var tað hansara størsta ynski, at vitna um Harra og Frelsara sín, og vit mugu sanna, at við teimum evnum, ið Harrin honum gav, lá hansara partur ikki eftir, bæði í skrift og talu. Hvussu
Eivind, er at hann er sera álítandi, erligur, tvørur og hjálpsamur. Hetta seinasta hava helst fleiri sanna, sum eru komin illa fyri ella hava havt brúk fyri ráðgeving og hjálp, og hann gerð tað uttan armsveiggj [...] eisini nógv trýst. Hetta er eisini neyðugt, tá hann við jøvnum millumbilum setir eldfim tabu evnir á dagsskránna. Í einum seyðafylgi vildi Eivind verið svarta ærin, sum aldrin fæst í rætt. Honum dámar [...] berari trúgv. Eivind er piparsveinur enn, og verður tað helst eisini, um rokniørkini framhaldandi vinna á fólksligu uppdriftini í hugaheiminum hjá borgmeistaranum, vinnulívsmanninum og chef-ideologinum í S
Guð, at friður valdar sinn? og hug?, og ei eg frá tær víki; tú minn meg á tað hjartalag, tú bart so mangan dapran dag, tú minn meg á títt ríki! Jákup Reinert Hansen [...] Fyrst sigur hann, at tað hevur størri týdning at verða samdur við bróður sín enn at bera fram gávu á Guðs altar. Tann, ið kennir Jesaja profet, veit, at Guð tekur ikki náðiliga móti gávum, sum blóðdálkaðar [...] fáið illgerðir tykkara burtur frá ásjón míni; lættið av tí illa. Lærið at gera tað góða, leggið dent á tað, sum rætt er, hjálpið neyðstødddum, fremjið rættin hjá faðirloysingum og verjið mál einkjunnar.
blaðmannin vísir Hjørdis á ein grundleggjandi sannleika og sigur: »Hetta tekur botnin undan øllum sjálvstýrishugsjónum«. Ja, hatta er støðan í fáum orðum, og vit eru mong, sum mugu sanna, at slíkur menniskj [...] tí, sum Hjørdis segði, teimum dámdi tað. Er nakar at finna í landi okkara, sum fólkið kann hava álit á?
landstýrisfólk fáa eina eftirløn, á sama hátt sum vanligi løntakarin, og ikki bara sum eitt eyka bonus omaná eina lønarhækking uppá 60% í 99. Tað er hugstoytt at sanna, hvussu teir tinglimir, ið ikki untu [...] var so málið sent niðan aftur í tingið? Nei og aftur nei. Hesir løgtingslimir, ið vóru valdir inn á ting í 1998 koma at fara í søguna sum teir, ið høvdu størst umsorgan fyri sínum egna búki enn nakar
kemur til land okkara í sambandi við oljuvinnuna, sum vit nú mugu sanna er komin. Tað, sum mest verður tosað um, er tann stóri tørvurin á vertshúsum og øðrum tílíkum, sum tykist vera av so ómetaliga stórum [...] nýggja vinna koma at hava eitt stórt árin á land og fólk okkara er eingin ivi um, men tað áliggur okkum øllum sum føroyingum at gera okkara til, at hetta árin á fólk og mentan okkara er so lítið sum til [...] sambandi fari eg inniliga at heita á ráðandi fólk okkara, tað veri seg landsstýrið, løgtingið og serliga kommunustýrini, at tit tora at siga nei, tá umsóknir fara at koma á borð tykkara um loyvi til hetta