Nú tann asosiali politikkurin hjá fullveldissamgonguni í seinastuni hevur verið fyri stórum ágangi, hevur landsstýrismaðurin í fullveldismálum hildið tað vera neyðugt sjálvur at stíga fram og verja borg. Á sín vanliga smarta máta hevur hann roynt seta tingini uppá pláss við greinini "Minni blokkur ? men meira til almanna-, heilsumál, útbúgving og mentan". Hetta var ein ógviliga áhugaverd grein, tí hon so týðiliga avdúkaði manipulatónsteknikkin hjá landsstýrismanninum í enn eini roynd at rangsnúgva veruleikan, fyri at fáa tað sum vendir niður at venda upp.
Tíbetur kenna flestøll tann nakna veruleikan um støðuna á almanna- og heilsuøkinum, so greinin man meira skaða trúvirðið hjá landsstýrismanninum enn sannføra fólkið um tann framúrskarandi almanna- og heilsupolitikkin hjá fullveldissamgonguni.
Kritikkin av almanna- og heilsupolitikkinum hjá samgonguni kallar hann "ósannindir", "rætt og slætt ósatt", "óetiskt" og "ótespilig propaganda".
Landsstýrismaðurin roynir so at prógva, at "støðan er júst øvugt" av tí sum kritikkurin sigur. M.a. við at samanbera hvussu nógv varð brúkt av fíggjarlógini til almanna- og heilsumál, útbúgving og mentan í 1990 og 2001, fær landsstýrismaðurin tað til, at ongantíð hevur meira verið brúkt til hesi andamál enn nú. Ja, hann svingar seg enntá upp í ørandi hæddir og proklamerar, at "talan er um eina sanna kollvelting í raðfestingunum á fíggjarlógini" !
Men hvussu er nú vorðið? Tað nyttar jú ikki at samanbera krónuupphæddina á ein fíggjarlógarjáttan í 1990 við 2001, uttan eisini at samanbera við príshækkingina ella inflatiónina í sama tíðarskeiði. Tí mugu vit taka gongdina í prístalinum við, og tað er gjørt í talvuni niðanfyri.
Játtanin er minkað í virðið frá 1990 til 2001
1990 2001 %-vøkstur
Prístalið 132,5 197,5 49
Játtan til almanna- og heilsumál,
útbúgving og mentan 1686 2126 26
Um játtanin skuldi havt
sama virði í 2001 sum í 1990 1686 2514 49
Príshækkingin ella inflatiónin hevur sostatt verið uppá 49% í hesum tíðarskeiði, men játtanin til almanna- og heilsumál, útbúgving og mentan hevur ikki fylgt við og er bara økt við 26%. Tí er játtanin til almanna- og heilsumál, útbúgving og mentan í veruleikanum minkað munandi í virði frá 1990 til 2001, og hon skuldi verið 400 mió. kr. størri í dag, fyri at kunna verið á sama støði sum í 1990 (2514 mió.kr. ístaðin fyri 2126).
Vit kunnu eisini samanbera játtanina til almanna- og heilsumál, útbúgving og mentan við búskaparvøksturin í føroyska samfelagnum frá 1990 til 2001, og har brúka tølini fyri útflutningin og bruttotjóðarúrtøkuna:
Fíggjarlógarjáttanin samanborin við búskaparvøksturin, mió. kr. í ársins virði
1990 2001 %-vøkstur
Útflutningurin 2609 3892 49
Bruttotjóðarúrtøkan 6197 8918 44
Almanna- og heilsumál,
útbúgving og mentan 1686 2126 26
Her sæðst, at taka vit hædd fyri inflatiónini, so er støddin á búskapinum, t.d. máld sum BTÚ, eru vit nústani komin á støðið sum var í 1990. Men enn er játtanin til almanna- og heilsumál, útbúgving og mentan langt ífrá komin so langt.
Nú veit eg fullvæl, at av tí at ávísur ivi kann vera um okkara gamla prístal, og at tað er óvist um veruliga inflatiónin hevur verið nakað minni ella størri enn prístalið vísir. Tað er tó lítil ivi um, at tey 26%, sum játtanin er økt hesi árini, ikki er nóg mikið fyri at viga upp ímóti teirri virðisminking, sum verið hevur.
Tað sum tó veruliga hevur týdning fyri landsins borgarar, um vit skulu meta um játtanin er nøktandi, er spurningurin um hvussu langt játtanin røkkur til tann staðfesta tørvin í samfelagnum. Hetta skal eg venda aftur til í eini seinni grein.