Hans Pauli Strøm,
javnaðartingmaður
?????????????????????????
Meðan atfinningarnar hegla niður yvir samgongupolitikkin á almanna- og heilsuøkinum, roynir landsstýrismaðurin í fullveldismálum sum ein annar fívil at gykla tann kalda veruleikan burtur: ?Nú eru raðfestingarnar greiðar?, skrivar hann í verjugreinini í síðstu viku ? hóast tann stóri trupulleikin júst eru tær manglandi raðfestingarnar.
Púra skammleysur skoytir hann uppí, at ?Nústani fara føroyskir politikarar at raðfesta til eitt føroyskt vælferðarsamfelag? - hóast øll kenna ta himmalrópandi andsøgnina millum tørvin á almanna- og heilsuøkinum og tær rokaðu peningakisturnar hjá landsstýrinum, ein andsøgn sum bara er blivin størri og meira forargilig, nú hetta samgonguskeiðið gongur móti endanum.
Hyklarí út um alt mark
Øll vita tað, at henda samgongan hevur eina einasta raðfesting fram um allar aðrar: at spara upp til fullveldisprojektið. Allur annar tørvur dvínur fyri hesum. Tí stóð eisini landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum so lotur og játtaði í Degi og Viku, at í hesum landsstýrisskeiðinum hava t.d. raðfestingarnar til ellis- og røktarheim verið 0,0. Tað tænir honum til æru, at hann royndi ikki at pynta uppá ta syrgiligu støðuna við umberingum og uttanumtosi.
Sama kann tíverri ikki sigast um hin landsstýrismannin, har hyklarííð fer út um alt mark. Hóast vanrøkt landsstýrisins av hesum økinum heldur fram nú á fjórði ári, skrivar hann, at tað ?eru serliga ellis- og røktarheim og íbúðarviðurskiftini hjá brekaðum, ið mugu ovast á dagsskránna?!
Nú skal raðfestast til valagn
Fívilin í fullveldismálum heldur áfram at skriva uttan at smæðast: ?Vit hava brúkt 3 ár at fáa føroyska búskapin á eina trygga kós til fullveldi, og nú ber til at taka avgerðir og raðfesta tildømis ellis- og røktarheim, serforsorg og annað, sum stórur tørvur er á.? So, so: tað sum samgongun ikki megnaði í 1998, 1999, 2000 og 2001, tað skal nú vera valagnið uppundir komandi løgtingsval. Meira verður tað ikki til, tí samgongan fer neyvan at lívbjarga sær longur enn til einaferð í heyst, tá fíggjarlógin fyri 2002 skal leggjast fram.
Teir 3 flokkarnir semjast neyvan um eitt uppskot til nýggja fíggjarlóg, sum skal kunna standa fyri skotum í komandi valstríðnum. Tær forsinkaðu og fínu raðfestingarnar, sum serliga Sjálvstýrisflokkurin og Tjóðveldisflokkurin nú fara at koma við, fara tí ikki at verða annað enn valflesk.
Landssjúkrahúsið lægri játtan til rakstur
Í greinini ?Minni blokkur, men meira til almanna-, heilsumál, útbúgving og mentan? biður landsstýrismaðurin okkum hyggja at, hvussu nógv samgongan hevur økt játtaninar til nøkur ?úrvald økir við tørvi?. Landssjúkrahúsið er eitt. Ja, hvussu er við tí ?
Frá 1997 til 2001 hækkaði játtanin úr 213 til 233 mió.kr., tað er 9,4%. Men í sama tíðarskeiði hava kostnaðarhækkingarnar verið tað dupulta. So í veruleikanum røkkur játtanin styttri í dag enn fyri 4 árum síðani. Tí er leiðslan noydd at spara og klípa burturav allastaðni. Tí verða eisini bíðirøðirnar longri, og tí eru vit eisini framvegis vitni til, at heilar deildir á Landssjúkrahúsinum verða stongdar um summarið og viðhvørt eisini um jólini, fyri at fáa endarnar at røkka saman. Hetta sigst at spara Landssjúkrahúsinum einar 60-70 mió. um árið.
Játtanin til tól svarar ikki til tørvin
Landsstýrismaðurin reypar av at 8 mió. eru settar av til medicoteknisk tól í 2001. Men hvussu langt røkka 8 mió., eisini tá hugsað verður um at smb. fíggjarlógini skal henda játtanin eisini verða til sjúkrabilar?
Í 2000 var bráðfeingis tørvurin til medicoteknisk tól gjørdur upp til 15 mió. kr. Og árligi tørvurin síðani 10 mió. kr. Men hvat varð játtað? Jú 3,9 mió.kr í 2000 og 8 mió í 2001. Tvs. at minni enn helvtin av staðfesta tørvinum er játtað.
Íløgur til landssjúkrahúsið
Landsstýrismaðurin vísir á, at 35 mió. kr. eru settar av til íløgur til Landssjúkrahúsið. Men hvussu langt røkka 35 mió.kr.?
Íløgutørvur
Útbyggingar 123 mió. kr.
Umbygging 44 mió. kr.
Umvælingar 208 mió. kr.
Viðlíkahald 68 mió. kr.
Brunatekn.krøv/
útgerð 75 mió. kr.
Tilsam-
ans 518 mió. kr. u.mvg
Eftir hesi ætlan, so koma tað at ganga 15 ár við eini áhaldandi bygging á Landssjúkrahúsinum fyri at koma á mál, um árliga játtanin verður hesar 35 mió. kr. um árið !
Tørvandi bústaðir hjá brekaðum
Landsstýrismaðurin vísir á at játtanin til serforsorg er økt úr 63 mió. í 1997 til 77 mió. í 2001. Men hetta svarar ikki til nógv meir enn kostnaðarhækkingina, sum verið hevur í sama tíðarskeiði. Hinvegin er lítið gjørt fyri at bøta um tað syndarligu vanrøktina av serliga íbúðarviðurskiftunum hjá samfelagsins veikastu, hjá menningartarnaðum, sálarsjúkum, rørslutarnaðum og øðrum, sum bera brek. Í kanning eftir kanning er staðfestur ein alstórur men ónøktaður tørvur á hesum øki.
Í fyrispurningi hjá Katrin Dahl Jakobsen til Helenu Dam á Neystabø varð út frá hesum kanningum víst á, at tað er ein bráfeingis tørvur fyri 42 búplássum til hesar samfelagsborgarar, og síðani fyri eini 80 plássum tey komandi 10 árini. Serforsorgin hevur eisini sjálv gjørt eina ætlan, har tað er neyðugt at útvega 43 búpláss tey næstu fimm árini, og av hesum eru tey 20 skrásett sum bráfeingis tørvur, tvs. at seta í verk beinanvegin.
Kostnaðurin av hesum kann metast til 15 mió. í árligum rakstri og 25-30 mió. í íløgum. Landsstýrið hevur sett 8,5 mió av ? harav meginparturin er til eitt projekt frá undanfarna landsstýri, nevnliga autistaheimið í Klaksvík, sum langt síðani átti at verið fingið frá hondini. So skal nakað spyrjast burtur úr ætlanini hjá serforsorgini, skulu heilt aðrar raðfestingar til enn tær, sum hetta landsstýrið hevur megnað.
Tørvandi ellis- og røktarheim
Her er tann nakni veruleikin, at hóast ovurstóra tørvin hevur hetta landsstýrið ikki útvegað eitt einasta ellis- og røktarheimspláss. 100-tals familjur eru komnar í neyðstøðu av hesum, og tey kommunalu sambýlini eru noydd út í óforsvarligt virksemi við at noyðast at taka óhjálpnar røktarsjúklingar framum í bíðirøðina.
Nei, her er als onki at reypa av, hóast játtanin til eldrarøktina hesi 4 árini er økt úr 140 til 185 mió.kr. Tí umframt kostnaðarhækkingina kemur útreiðsluvøksturin av, at kommunurnar hava tikið stig til at bygt nøkur sambýli, og skal landið gjalda ein part av hesum.
Íløgutørvurin til ellis- og røktarheim er mettur til 300 mió.kr., og haraftrat øktar rakstrarútreiðslur upp á 100 mió.kr. um árið. Og hvat er játtanin hjá landsstýrinum? Jú, eitt trillrunt 0. Og tað var hon í 1998, 1999, 2000 og 2001.
Hvat skal man so hugsa um landsstýrismannin í fullveldismannin, tá hann skrivar: ?Hetta ber nústani til at gera nakað veruliga við nú, tí at búskaparpolitikkurin hevur verið so miðvísur. Vit kunnu nú sum heild fáa trivnað, áræði og nógv størri samstarv at blóma í okkara almanna- og heilsuverki...???? Er hetta ikki at spotta fólk upp í teirra opna andlit?
Men miðfyrisitingin hevur aldrin havt betri dagar...
Nei, ikki finna vit tann stóra og blómandi trivnaðin í okkara almanna- og heilsuverki. Men tað má so avgjørt vera í miðfyrisitingini, at trivnaðurin blómar, so sum henda fullveldissamgongan hevur hjúklað um hana í síni stjórnartíð. Tí soleiðis hevur samgongan raðfest hesa miðfyrisitingina, hægri og hægri, ár eftir ár:
Raðfestingin av miðfyrisitingini, mió. kr.
1997 1998 1999 2000 2001 vøkstur 1997-2001
30,3 32,2 48,3 52,8 60,1 98 %
Miðfyrisitingin er Løgmansskrivstovan (sum umframt løgmann eisini hýsir vara-) og stýrini: Fíggjar-, Fiski-, Vinnu-, Olju-, Menta-, Almanna- og heilsumálastýrið.
?Talan er um eina sanna kollvelting í raðfestingunum á fíggjarlógini?, skrivaði landsstýrismaðurin í fullveldismálum. Tó haldi eg ikki at tað var hendan ovurraðfestingin av miðfyrisitingini, hann hugsaði um.
Henda samgongan hevur ikki røkt sínar mest einfaldu sosialu skyldur. Hennara tíð er farin, og størsta gagn hon kann gera landi og fólki, er at viðurkenna sítt fallitt og fara frá sum skjótast.