Leif Niclasen
??????????????
Tað var nú ein dagin, at ein eisini skuffaður fólkafloksmaður spurdi meg: »Er ongin, sum sigur nei-takk til hasa skammiligu pensjónina?« Nei, eg hevði onki hoyrt ella sæð. Men so kom Sosialurin tann 20. juli, har Hjørdis Djurhuus, einkja eftir Hákun løgmann, sigur bart út: »Eg ætli mær so avgjørt ikki at taka ímóti hasum 20 túsund krónunum«. Tað var sum kalt vatn til maktarleysa sál at hoyra hesa erligu rødd frá eini farnari tíð.
Vit, sum hava kent Hjørdis í meira enn hálva øld, vita, at hon er vælvitandi, gløgg, rætthugsandi og heiðurlig. Tað hevur hon so mangan víst bæði í skrift og talu. So sóu vit tað einaferð enn, at ein beskeðin einkja ger sjálvsøknum maktmenniskjum til skammar. Vit fegnast og kenna ogn í tær, Hjørdis.
Í samrøðuni við blaðmannin vísir Hjørdis á ein grundleggjandi sannleika og sigur: »Hetta tekur botnin undan øllum sjálvstýrishugsjónum«.
Ja, hatta er støðan í fáum orðum, og vit eru mong, sum mugu sanna, at slíkur menniskjakvalitetur í landsins hægstu størvum fremur ongan framburð og onki veldi av nøkrum slag.
Takk fái Hjørdis fyri síni erligu orð frá eini ð, tá vit høvdu menn, sum framdu fólksins vilja og vardu rættartrygdina. Teir brúktu síni evni og kreftir til fólksins frama, tí, sum Hjørdis segði, teimum dámdi tað.
Er nakar at finna í landi okkara, sum fólkið kann hava álit á?