Føroysk oljumentan

Í hesum døgum verður nógv ført fram í hesum ymisku fjølmiðlunum um vánaligu viðurskiftini í Føroyum tá tað snýr seg um at taka ímóti øllum tí fólki, sum kemur til land okkara í sambandi við oljuvinnuna, sum vit nú mugu sanna er komin.

John Poulsen, Runavík

Tað, sum mest verður tosað um, er tann stóri tørvurin á vertshúsum og øðrum tílíkum, sum tykist vera av so ómetaliga stórum týdningi fyri alt hetta fólkið, sum kemur til land okkara at arbeiða. Tað er sum um tað er skomm, at vit ikki kunnu bjóða teimum hetta.

At henda tíð og henda nýggja vinna koma at hava eitt stórt árin á land og fólk okkara er eingin ivi um, men tað áliggur okkum øllum sum føroyingum at gera okkara til, at hetta árin á fólk og mentan okkara er so lítið sum til ber.

Í hesum sambandi fari eg inniliga at heita á ráðandi fólk okkara, tað veri seg landsstýrið, løgtingið og serliga kommunustýrini, at tit tora at siga nei, tá umsóknir fara at koma á borð tykkara um loyvi til hetta ymiska, sum tit vita, ikki hoyrir til mentan og siðvenju okkara. Lat hetta fólk sleppa at ásanna, at soleiðis eru Føroyar, og soleiðis ætla vit eisini, at tær skulu verða framyvir til uppvaksandi ættarliðini.

Við vón um skilagóða oljuvinnu.