baklinjuna og legði innfyri, og stutt úr málinum stýrdi John Petersen bóltinum við innaru síðuni og í kassan. Seinna umfarið royndi B68 at leggja trýst á, og ta einu løtuna gekk nógv fyri seg á B36 hálvuni [...] hugburð, omaná, og viðhvørt var B36 omaná. Viðhvørt hekk spælið hampuliga væl saman, og til aðrar tíðir var lítið av samanhangi í. Viðhvørt var ferðin høg, og viðhvørt var hon sera lítil. Hjá B36 spældi John [...] minuttir seinni økti Mikkjal Thomassen, og so tóktist útisigurin vísur, inntil B68 minkaði um munin og fram móti endanum hótti. Men B36 slapp við skrekkinum, og teir eru framvegis á veg út í Europa.
men stingararnir inn um NSÍ verjuna vóru ofta óneyvir, og bólturin stiklaði inn til NSÍ málverjan. NSÍ skifti eitt sindur av fólki og broytti spælistíl frá 4-4-2 og til 4-3-3, og tað gav meiri tyngd í [...] var einsamallur ígjøgnum, og eftir onkra hornasparksstøðu stóð eisini nógv á frammanfyri NSÍ málið. Vøllurin var vátur, og NSÍ hevði ilt við at fóta sær, bæði bókstaviliga og hvat spæli viðvíkti. Teir [...] Trygva Olsen, sum í fjør vardi málið hjá NSÍ, og lyfti uppum málverjan, tá hesin kendi seg noyddan at leypa út, og tá tað lítla løtu aftaná var liðugt fegnaðust teir í NSÍ, sum um teir høvdu vunnið, meðan teir
eina ónda ringrás, og hon er ofta torfør at koma úr aftur, sigur Magnus á Stongunum. Næsti dysturin verður ein rættur lagnudysrut fyri sundalagsmenninar. Tá skulu teir spæla móti NSÍ og tað er júst tað liðið [...] heilt niðarlagað í aðru deild, og tað sá einki út hjá teimum. Niðurflytararnir vóru í vanda fyri at flyta enn longur niður um teir ikki tóku seg rættuliga nógv saman. Og tað var júst tað teir gjørdu. Síðan [...] hevur gingist rættiliga væl í hond hjá teimum og nú nærkast teir av álvara toppinum. Seinasta vikuskiftið vunnu teir dystin móti leirvíkingum á heimavølli og hetta vikuskiftið skuldu teir um Vestmannasund
Sum nú er, er B36 sum nevnt tvey stig frammanfyri HB, men lítil og eingin munur er á málúrtøkuni, og um HB megnar at taka tvey stig inn aftur á B36 (tað hendir, um HB vinnur á KÍ, meðan B36 spælir javnt [...] vikuskiftið vitjan av NSÍ-liðnum, sum hevur verið eitt sindur óútrokniligt í ár. Hesaferð hevði NSÍ ein av sínum ringu døgum, og tær vóru hepnar bert at tapa 0-3. B36 var óheppið, tí málúrtøkan kann gerast avgerandi [...] kappingina í fjør, og sum í løtuni ikki stendur nógv aftanfyri tey bæði oddaliðini á vøllinum, men sum hevur mist sín FM-møguleika, í Gundadal at spæla móti HB. Oddaliðið B36 skal til Leirvíkar, og tað verður
móti t.d. EB/Streymi, sum í løtuni er næstaftast í 2. deild. B68-B36 5-1 (2-0) Tað var eingin ivi um, hvat var tað betra liðið. B68 var omaná, og eftir at ein av gestunum miðskeiðis í 1. hálvleiki, tá tað [...] løtuni á triðja plássi. Hini liðini, sum kappast um næstfremsta plássið í 3. deild, eru VB og B68, men tað er tætt, og onnur kunnu eisini koma upp á tal. Kortini er ivasamt, um hesi liðini hava styrki til at [...] tað bara ein spurningur, hvussu stórur sigurin hjá B68 fór at vera. Álopsmenninir, Aksel Højgaard og Oddmar Andreasen skoraðu ávikavíst miðskeiðis í og fram móti endanum á fyrra umfarinum. Uppspælið gekk
týsdagin spæla Noreg og Wales og kl. 17 spæla Føroyar og Finnland. Hósdagin kl. 15 spæla Finnland og Wales, og kl. 17 spæla Føroyar og Noreg. Leygardagin kl. 14 hittast Finnland og Noreg, og kl. 16 skulu fø [...] uppgávuna. Týskvøldið vóru teir í Gundadali og spældu móti unglingunum hjá B36, sum eru eitt og tvey ár eldri enn U-16 dreingirnir. Jákup á Borg og hansara menn í B36 vunnu 4-2 móti U-16 landsliðnum. Jógvan [...] meiri sjónskur. Og skulu vit meta út frá úttøkuni til U-16 landsliðið, so fer hetta rákið eisini at gera seg galdandi í framtíðini. Av teimum átjan spælarunum eru fýra úr KÍ, og B36, HB og NSÍ eiga tríggjar
ikla toppdystin móti LÍF leygardagin, og nú skal ganga heilt av skriðuni, um B71 ikki vinnur 2. deild og flytir upp til komandi ár. Áðrenn hetta vikuskiftið var B71 seks stig frammanfyri LÍF, sum lá á [...] taptu leirvíkingar í Sandavági, og vikuna eftir fingu teir bert javnleik móti botnliðnum NSÍ. Slíkir dystir skulu vinnast, tá tú ert í oddastríðnum, men tað varð hesin ikki, og tí kundu leirvíkingar av røttum [...] innfyri LÍF-málið, har Eli Hentze legði hann. Tað snýtti ein LÍF-spælara, og so lá væl fyri hjá B71-veteraninum, sum skoraði til 1-0. Og teir gulu øktu bert fimm minuttir seinni. Bergleif Sólsker kom á mál
jøvnum dystum, og dysturin í Leirvík vísti seg eisini at gerast bæði javnur, spennandi og ikki minst dramatiskur. Dramatikkurin kom móti endanum av fyrra hálvleiki, tá Sólva Joensen hjá B36 noyddist at [...] meira tilvildarligt ? nervarnir hjá B36-spælarunum, sum frættu úr Havn, at KÍ hevði trygga leiðslu, gjørdust týðiligari, og LÍF trýsti fyri at fáa útjavnandi málið. B36 slapp heppið, tá ein av teirra togaði [...] Justinussen hjá LÍF av vøllinum við skaða, og tað tók tað mesta av trýstinum hjá LÍF. Stutt seinni bríkslaði dómarin fyri seinastu ferð, B36 hevði vunnið 1-0, og tá KÍ samstundis vann 4-2, var greitt, at
Alfred Poulsen inn. NSÍ koyrdi fólkið fram móti endanum, og tað gav kontramøguleikar til útiliðið. Ein av hesum fekk Alfred Poulsen, men Dagfinn Olsen hjá NSÍ rann hann upp aftur og tók bóltin av honum [...] høgru síðu av brotsteiginum, og hann smekkaði í málið. Annars er sera lítið at siga um dystin. Hvørki av liðunum fekk nakað serligt spæl í gongd. Einasti veruligi møguleiki hjá NSÍ kom í seinna hálvleiki, tá [...] sundalagsmonnum, sum tóku seg uppum B36 á stigatalvuni, men teir kunnu skjótt gloyma, hvussu stigini vóru fingin til høldar. Hinvegin sær tað nú ikki út til, at tað er NSÍ lív lagað í 2. deild.
bara trý teirra, sum kunnu flyta upp í 2. deild. FS Vágar og B36 eru umboðað í 2. deild og verða tað helst eisini komandi ár. Tí eru tað ÍF, VB og B68, sum kappst um rættin at spæla um uppflyting. ÍF vann [...] niðanfyri HB, sum er næstaftast, og teir hava sera vánaligan málmun. Hetta ger, at millum lítið og einki bendir á einki bendir, at KÍ megnar at sleppa av aftasta plássinum, og tá KÍ í ár ikki hevur lið millum [...] um uppflyting ur 3. og í 2. deild, er ikki avgreiddur. GÍ vann á Sandi, og teir liggja best fyri at vinna silvurmerkini, men teir kunnu ikki flyta upp, tí teir hava lið í 2. deild, og tað er einki, sum bendir