Tað gekk ikki, sum leirvíkingar høvdu ætlað, tá teir leygardagin høvdu vitjan av næstbesta liðnum hjá NSÍ, sum stríðist fyri at endurnýggja atgongumerkið til deildina, soleiðis at tað eisini verður galdandi komandi ár.
LÍF legði ógvusliga fyri, og tríggjar teir fyrstu fjórðingarnar av tíðini høvdu teir bóltin nógv meiri. Men teir fingu einki burturúr fleiri stórum møguleikum. Eitt nu stútaði Olgar Danielsen við síðuna av málinum, Meinhard Polulsen bjargaði væl, tá Kristian Eliasen var einsamallur ígjøgnum, og eftir onkra hornasparksstøðu stóð eisini nógv á frammanfyri NSÍ málið.
Vøllurin var vátur, og NSÍ hevði ilt við at fóta sær, bæði bókstaviliga og hvat spæli viðvíkti. Teir høvdu ein møguleika fyrra umfarið, men bólturin fór omanfyri.
Í fyrsta álopinum eftir steðgin fekk heimaliðið hol á. Støðan stóðst av hornasparki og nakað av aftur og fram í brotsteiginum. Kristian Eliasen sneiddi framvið einum og smekkaði í kassan úr sjey metra fjarstøðu.
Málið bar støðugt heimatrýst við sær í eina góða løtu, men stingararnir inn um NSÍ verjuna vóru ofta óneyvir, og bólturin stiklaði inn til NSÍ málverjan.
NSÍ skifti eitt sindur av fólki og broytti spælistíl frá 4-4-2 og til 4-3-3, og tað gav meiri tyngd í álopspartin. Hóast LÍF var omaná, so lúrdi møguleikin fyri útjavning, tá Jack Jakobsen og Petur Meinhard Jakobsen høvdu góðar møguleikar.
Útjavnandi málið kom í síðstu løtu. Innskifti Fróði við Rætt tamdi diagonalbólt úr vinstru, gjørdist leysur við Trygva Olsen, sum í fjør vardi málið hjá NSÍ, og lyfti uppum málverjan, tá hesin kendi seg noyddan at leypa út, og tá tað lítla løtu aftaná var liðugt fegnaðust teir í NSÍ, sum um teir høvdu vunnið, meðan teir á heimaliðnum sóu út, sum um teir høvdu tapt.
Bæði liðini skulu komandi vikuskifti í týdningarmiklar uppgerðir. LÍF fær vitjan av oddaliðnum av Sandi, og NSÍ fær vitjan av EB/Streymi, sum er á níggjunda plássinum, sum teir í Runavík hava sett sær sum mál at fáa fatur í.