EB/Streymur vann botndystin móti NSÍ í Runavík leygardagin, men fyri báðar partar kundi sigast, at hetta var kanska tann ringasti dysturin, teir hava spælt.
Sundalagsmenn vunnu 1-0 við einum máli, sum kom tá eini sjey minuttir restaðu av fyrra hálvleiki. Halldór Joensen gjørdist leysur í høgru síðu av brotsteiginum, og hann smekkaði í málið.
Annars er sera lítið at siga um dystin. Hvørki av liðunum fekk nakað serligt spæl í gongd. Einasti veruligi møguleiki hjá NSÍ kom í seinna hálvleiki, tá eitt skot varð bjargað á strikuni.
EB/Streymur hevði heldur ikki nógv at bjóða uppá, men um nakar skuldi vunnið, so var tað helst í lagi, at tað varð útiliðið.
Størsti dramatikkurin í dystinum kom í yvirtíðini í seinna hálvleiki. EB/Streymur-venjarin Sverri Jacobsen hevði júst sett Alfred Poulsen inn. NSÍ koyrdi fólkið fram móti endanum, og tað gav kontramøguleikar til útiliðið. Ein av hesum fekk Alfred Poulsen, men Dagfinn Olsen hjá NSÍ rann hann upp aftur og tók bóltin av honum. Alfred skumpaði eitt sindur til Dagfinn, og dómarin gjørdi ikki mætari enn at vísa tí fyrrnevnda av vøllinum.
Tað man vera sera sjáldan, tað kemur fyri, at ein maður, sum er innskiftur aftaná teir 90 minuttirnir eru spældir, hevur fingið reytt kort, men tað fekk ein so í Runavík leygardagin!
Stigini vóru týdningarmikil hjá sundalagsmonnum, sum tóku seg uppum B36 á stigatalvuni, men teir kunnu skjótt gloyma, hvussu stigini vóru fingin til høldar.
Hinvegin sær tað nú ikki út til, at tað er NSÍ lív lagað í 2. deild.