og tí heldur hann, at tað kortini man vera eitthvørt við føðini, sum ger, at ungfuglur í størri mun ikki kemur at landi. Við tað, at lítil lundi hevur verið at fingið, hava nólsoyingar heldur ikki verið [...] fleygatíð. Tá ið fleygatíðin byrjaði fyrst í juli, vóru menn ymiskir á máli um, hvussu vorðið mundi vera við lundanum í ár. Tað lá líkasum í luftini, at lítil fuglur hevði verið at sæð, men onkur helt, at kanska [...] hjá nólsoyingum. Hjá honum plagar ikki at standa á at fleyga 100 lundar, tá ið nøkulunda liggur fyri við byrðinum, men í summar er hann ongan dag komin til 100 lundar. - Eg havi verið 14 dagar á fleyg og
summar. Nebbasild síggja teir bara onkra hendinga, verður sagt. Og tá lundin veiðir nebbasild, kann tað vera ein orsøk til, at hann ferðast víða. Esbern í Eyðansstovu sigur seg hava tosað við menn eystanfyri [...] Heldur ikki hevur verið nøkur ætt soleiðis á teimum plássum, vit hava havt samband við. Jákup Mikal Samson á Viðareiði segði við Sosialin í gjár, at teir vóru farnir í Seyðtorvu sunnukvøldið og byrjaðu at fleyga [...] móti nógvur lundi. Teir fingu 50 lundar beinanveg, teir byrjaðu. Men so doyði lotið burtur, og ættin skifti, so har kom ikki stórvegis burturúr, høvdu teir sagt honum, tá hann hevði samband við teir mánamorgunin
vanliga fiskar við troli, av og á hevur landað í Fuglafirði; tá hevur hann verið við svartkjafti. - Nú sleppa donsk skip ikki at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi, tí vit hava onga avtalu við ES um svartkjaftin [...] Fiskivinna Fært tú fatur á Poul, veit hann, hvat tey flestu skipini gera, sum samskifta við Havsbrún. Hann tosar regluliga við tey úti á fiskifeltinum og veit tískil, hvar tey eru, hvat tey gera, hvat tey fáa [...] Vónin sjálvsagt ítøkiliga, um skipið hevur verið við nót eftir ella eftir nót ? ella bæði. Hinvegin veit Poul eitt sindur um at kalla ?alt? sum fyriferst við bryggjukantin niðanfyri Havsbrún ? og úti á h
upp til fýra fólk kunnu gista inni. Fleiri teirra við egnum baðirúmi. Umframt eru tveir køkar við øllum tí, einum køki hoyrir til í dag, sum komfýri við ovni, mikrobylgjuovni og kaffimaskinu, har gestirnir [...] gestirnar at matgera og eta í. Jú, tað letur til, at her er vallaraheim við støði, sum vit til einahvørja tíð kunnu ver tjent við at bjóða fólki. Hyggi at bilunum, sum standa í túninum. Ein føroyskur er [...] sjálvandi eisini, og onkur eysturríkari. Ein íslendsku stendur har við síðuna av Sosialbilinum, og so sanniliga um ikki eisini ein bilur við polskari nummarplátu rullar inn í túnið. Jú, her er altjóða dámur
marknaðinum í tvey ár. Á móttøkuni varð borðreitt við ymsum rættum frá teimum ymsu økjunum. Á borðinum stóð millum annað turkað gás, súla, veðrakjøt, fiskur, lundi og nógv annað gott. Ein hugnaligur dagur í juni [...] Endamálið við faldarunum er at lýsa oyggjarnar og tær upplivingar hesar bjóða tí vitjandi. Á móttøku í Smiðjuni í Lítluvík segði Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráðnum, at hetta er eitt stórt konsept, sum [...] Birita Nolsø, sum hevur staðið fyri meginpartin av arbeiðinum. Hon hevur í tøttum og góðum samstarvi við økisferðavinnufeløgini skapað fimm snøggar og litríkar faldarar. Faldararnir eru tøkir á enskum og
eru væl nøgdir við bátin. Hann var sjálvur við í Skotlandi eftir honum og hann royndist sera væl á heimferðini til Føroya. Nú er Norðbúgvin júst afturkomin av fyrsta túrinum eftir nebbasild. Hann var í Hanstholm [...] keyptu skottar hann og góvu honum navnið ?Philorth?, eftir eini á við Fraserburgh. Norðbúgvin hevur tikið mangan brattan og var m.a. við í bjargingararbeiðinum táið hitt stóra oljutangaskipið fór á land [...] viðurskifti uppá pláss, serliga tey viðurskifti sum hava við trygdina at gera. Og at skipini skulu vera í klassa hevur stóran týdning, tí tá er fast eftirlit við skipunum. Tað kostar nógvan pening, men ger samstundis
alernativa kapping, har Grønland eisini luttók. Í ár luttók Pætur við Keldu við sangi sínum "Som en drøm". Hann luttók á jøvnum føti við hinar luttakararnar. Hevði sent inn, eins og fleiri enn 600 onnur í Danmark [...] Ikki sørt, at eitt tár vann sær fram í eygnakrókinum, tá eg rúnarbundin og við andakt sat og hugdi at Pæturi við Keldu, ið saman við systir síni framføra prix-lag sítt. Eitt avbera gott lag, og orð, ið góvu [...] Grand Prix kappingini, tí donsku, er sum lundi á jólanátt og kann teljast á einari hond, ella rættari, tveimum fingrum. Í 1979 luttók Annika Hoydal og harkalið við sanginum Aldan. Talan var tá um alernativa
bógskrúvan ikki megnar nógva vindin, so er alt á gosi. Og tað kemur illa við, tá spurnartekin verða sett við skipanirnar. Ivin ber við sær, at ferðsla og ferðing mest sum steðga upp, og knyklar verða settir [...] ð millum Klaksvíkina og Havnina var suðureftir á morgni og norðuraftur eftir døgurða við Britons Pride (sigldi við farmi og fólki frá 1936 og til eftir at Pride kom í 1961). Smiril silgdi kring allar Føroyar [...] sambandið til Klaksvíkar. Úr Klaksvík og eystur um slapst við Immanuel. Sambært Postsøguni hjá Vilhelm Johannesen setti Olaf á Stongunum Immanuel í sigling við posti, farmi og ferðafólki í 1916 ? ella eina fjó
fóru á húsagang, tað hoyrdust ikki hamari smella og umsóknir um byggiloyvi vóru líka sjáldsamar sum lundi jólanátt. Men hesi seinastu árini hevur framburðurin verið so stórur, at tað er næstan eitt undur [...] til merkis, at nýggja laksavirkið hjá Hera Hjelm, og har yvir 100 fólk skulu arbeiða, er ikki talt við, í uppgerðini yvir vinnuvirki, tí tað virki flutti inn í gamla Polarfrost. Nógv er broytt Dánjal Bjarkhamar
HB, og harvið gjørdist tað tættari í kappingini um bronsuna, sum fer at hava pláss í Intertoto Cup við sær, um B36 vinnur steypafinaluna. Tað er sera ivasamt, um nøkur kapping yvirhøvur fer at vera um [...] ferðina, so bendir alt á, at allur spenningurin fer at hvørva, og at tað ikki fer at bera til at rokna við øðrum meistara enn gøtumonnum. Botnurin ressaði sær rættuliga á. Tey bæði niðast staddu liðini fingu [...] ð. Áður hava dystirnir í Eysturoy verið spældir ymsar tíðir. Hetta varð gjørt, tí tað varð roknað við, at áskoðarainntøkurnar fóru at verða størri, men nú er nakað síðani, at hetta varð lagt av. Í vik