Fiskivinna
Fært tú fatur á Poul, veit hann, hvat tey flestu skipini gera, sum samskifta við Havsbrún. Hann tosar regluliga við tey úti á fiskifeltinum og veit tískil, hvar tey eru, hvat tey gera, hvat tey fáa, og hvussu gongdin er annars.
Kemur eitt útlendskt skip á Fuglafjørð at ?venda? ávegis til fiskiskap, so dugir Poul at meta um, hvat skipið hevur gjørt á Fuglafirði, og hvar leiðin ber. Hevur skipið tilknýti til Vónina, so veit Vónin sjálvsagt ítøkiliga, um skipið hevur verið við nót eftir ella eftir nót ? ella bæði. Hinvegin veit Poul eitt sindur um at kalla ?alt? sum fyriferst við bryggjukantin niðanfyri Havsbrún ? og úti á havleiðunum, har skipini royna.
Gitte Henning, Mur-
man og Norðbúgvin
Fríggjadagin, tá ið Sosialurin var í Fuglafirði, lá danski báturin, Gitte Henning, við bryggju.
- Gitte Henning er heimahoyrandi í Thyborøn. Skipið hevur ikki landað til Havsbrún á hesum sinni. Teir hava helst lagt at her ávegis til Grønlands á lodnuveiði, har aðrir danskir bátar eru farnir, eitt nú Ruth, sum eisini var á Fuglafiðri í síðstu viku, sigur Poul Huus.
Hann vísir á, at Gitte Henning, sum vanliga fiskar við troli, av og á hevur landað í Fuglafirði; tá hevur hann verið við svartkjafti.
- Nú sleppa donsk skip ikki at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi, tí vit hava onga avtalu við ES um svartkjaftin. Áður hevur skipið landað svartkjaft til Havsbrún úr føroyskum og norskum sjógvi.
Poul sigur, at ein russiskur bátur, Murman II, var á Fuglafirði sunnudagin við 1200 tonsum av svartkjafti, sum teir høvdu fingið í altjóða sjógvi norðanfyri.
Norðbúgvin, sum Bjarti Mohr eigur, hevur eisini verið við einum sjatti, 100 tonsum av svartkjafti.
- Norðbúgvin fiskar annars nebbasild í Norðsjónum. Nú komu teir eftir einum troli frá Vónini og skulu í norskan sjógv at fiska svartkjaft.
Hann vísir á, at ídnaðarskipini hava eina svartkjaftakvotu, sum skal landast til matna, men í hesum førinum royndi Norðbúgvin í Norðsjónum ? og tá kunnu teir landa veiðina til ídnað, sum teir gjørdu í hesum førinum.
300 tons um døgnið
Poul Huus veit annars at siga, at Finnur Fríði er á sild, Jón Sigurðsson á beding í Íslandi, og Saksaberg er á lodnuveiði í íslendskum sjógvi.
Krúnborg, Christian í Grótinum, Tróndur í Gøtu og Jupiter eru allir á svartkjaftaveiði. Teir royna í føroyskum sjógvi norðanfyri, norður ímóti íslendska fiskimarkinum.
- Svartkjaftaskipini fáa eitt sindur, eini 300 tons um dagin. Tað er ikki so lítið, men heldur ikki nógv í mun til, tá ið fiskiskapurin er góður, sigur Poul Huus, sum væntar, at okkurt av svartkjaftaskipunum kemur inn at landa í vikuni.