Norðbúgvin bleiv nummar eitt

Tað var ein søguligt løta tá í Norðbúgvin bleiv fyrsta skipið, sum er skrásett í skipasýninum, eftir at tað var yvirtikið á føroyskar hendur

Skiparakstur

?Nóta- og trolskipið, Norðbúgvin er nú blivið søguligt í Føroyum.
Tað er er nevniliga fyrsta skipið, sum er skrásett í skipasýninum, eftir at tað var yvirtikið á føroyskar hendur.
Nú føroyingar hava yvirtikið Skipasýnið, skulu øll skip sum koma inn í føroyska skipaflotan góðkennast av føroyska skipasýninum.
Higartil hava danir umsitið hetta málsøki ígjøgnum eina umboðsstovu í Føroyum.
Og fyrsta skipið, sum er innflutt og skrásett í Skipasýni Føroya, er Norðbúgvin úr Havn. Norðbúgvin kom úr Skotlandi fyrst í mars mánað. Tað er dóttirfelagið hjá Kongshavnar Trolarafelag, P/F Rættarhamar, á Strondum, sum hevur keypt skipið.
Bjarti Mohr, sum er útgerðarmaður á Norðbúgvanum, sigur, at talan er eitt kombinerað nóta- og trolskip og hann skal fiska í Norðsjónum eftir ídnaðarfiski.
Norðbúgvin er upprunaliga norskur og var navngivin ? Borgoygut?. Síðani keyptu skottar hann og góvu honum navnið ?Philorth?, eftir eini á við Fraserburgh.
Norðbúgvin hevur tikið mangan brattan og var m.a. við í bjargingararbeiðinum táið hitt stóra oljutangaskipið fór á land í Hetlandi fyri nøkrum árum síðani.
Norðbúgvin er 55 metrar langur og 10,2 metrar breiður og lastar upp til 1000 tons. Skipið hevur ligið við bryggju undir Skipasmiðjuni í Havn til umbyggingar í meira enn tveir mánaðir.
Bjarti Mohr sigur, at meginparturin av skipinum er tikið sundur og umbygt so at tað lýkur øll krøv frá Skipasýninum. So hóast skipið er bygt í 1975, er tað í góðum standi nú. Hvat tað annars stendur teimum í nú, hevur hann ikki hug at tosa um.

Ógvuliga gjøgnumført
Bjarti Mohr útgerðarmaður á Norðbúgvanum sigur at Føroyska Skipasýnið var ógvuliga gjøgnumført.
? Eitt nýtt krav sum er komið, er at øll skip skulu vera í klassa. Tískil er alt á Norðbúgvanum, ið hevur við klassakrøvini at gera, eisini gjøgnumgingið.
Norðbúgvin er klassaður hjá Det Norske Veritas sum man vera ímillum tey strangastu klassfyritøkunum í heiminum.
Tað vóru annars summi, sum stúrdu fyri at trygdarkrøvini fóru at verða slakað, tá ið vit sjálvi skuldi umsita skipasýnið.Men tað er heldur tvørturímóti, sigur Bjarti Mohr.
? Men hóast tað kostaði nógv at fáa alt gjørt, sum kravdist, er tað kortini gott at fáa øll viðurskifti uppá pláss, serliga tey viðurskifti sum hava við trygdina at gera. Og at skipini skulu vera í klassa hevur stóran týdning, tí tá er fast eftirlit við skipunum. Tað kostar nógvan pening, men ger samstundis, at skipini eru nógv meiri verd, so tað hevur stóran týdning fyri flotan.

Sera væl nøgdir
Hann sigur, at teir eru væl nøgdir við bátin. Hann var sjálvur við í Skotlandi eftir honum og hann royndist sera væl á heimferðini til Føroya.
Nú er Norðbúgvin júst afturkomin av fyrsta túrinum eftir nebbasild. Hann var í Hanstholm, har hann avreiddi 700 tons av nebbasild, sum hann fekk á hesum royndartúrinum.
Bjarti Mohr sigur, at eitt sindur av byrjunartrupuleikum vóru. M.a. bleiv trolið skeivt, av tí at ov nógv kom í beinavegin.
? Við tað at trolið er nýtt, høvdu knútarnir í meskunum ikki reiðiliga sett seg og tí bleiv trolið skeivt, táið skipið vendi á tóvinum, men hetta er nú gjørt aftur.
Annars brúka teir hesar nýggju lemmarnar frá trolvirkinum í Vági.
Reiðarin sigur frá manningini, at teir eru sera væl nøgdur við lemmarnar, tí teir ganga væl í sjónum og rigga eisini sera væl til hetta brúkið.
Bjarti Mohr sigur at manningin letur sera væl at skipinum. Teir siga, at hann tóvar væl og liggur væl í sjónum. Skipari á Norðbúgvanum er Kári Petersen av Skarvanesi, annars er manningini er úr Skopun og úr Havn.