Frá Ommudiddu og til samfelagið hjá Giddens

Nýggjárshugleiðingar

 

Hugleiðingar um hvussu samferðslan hevur ment seg í stórum lopum, og um onkra styrkina, sum tíðin, tá Ommudidda ferðaðist av Kirkju og til Havnar, hevði framum gerandisdagin og ferðinginaá okkara døgum



Søgan um Havnarferðina hjá Ommediddu er sera áhugaverd á so mangan hátt, og ein sovorðin søga fær hugsanirnar at ferðast skjótt og víða. Tað er Hans Mikael Jacobsen, sum hevur skrivað. Hann var læraralærdur, og hann var skrivandi maður. Eftir hann liggja nógvir sálmar, og nakrir teirra eru í sálmabókini. Sonur hansara, Jákup á Fløtti Jacobsen, sum er løgreglumaður í Klaksvík, gav í 1979 út eitt savn við tilfari eftir pápan. Talan er um søgur og sagnkent tilfar. Bókin eitur Høvdið uppundan, sum er heitið á einari av søgunum. Tað er serliga sermerkt, at bókin er prentað í hondskriftini hjá honum, sum skrivaði.

Hans Mikael Jacobsen leyk prógv á Føroya læraraskúla í 1929. Jákup veit at siga um pápan, at hann eitt stutt skifti var vikarur á Tvøroyri fyri Petur Mohr Dam. Veturin 1929/1930 var hann eitt skifti lærari í Svínoy, og í 1930 varð hann settur í starv í Fugloy. Hans Mikael var bara lærari í tíggju ár. Í 1940 legði hann frá sær. Hann hevði fingið tuberklar. Tá Hans Mikael búsettist á Kirkju, fór Jóhanna Katrina Joensen úr Hattarvík at halda hús hjá honum. Tey giftust og fingu sonin Jákup.

Í 1952 fluttu Hans Mikael, konan Jóhanna Katrina og sonurin Jákup til Klaksvíkar. Tey búsettust á Gørðum. Jákup sigur, at foreldrini keyptu húsini frá Kokka Magnusi. Soleiðis varð Magnus Fuglø nevndur. Hann fór tá til Grønlands at kanna umstøðurnar fyri landbúnaði í Suðurgrønlandi. Jógvan Arge hevur skrivað um hetta í bókarøðini Teir tóku land, bind 4. Hans Mikael doyði 6. august í 1960. Hann var føddur nýggjársdag í 1901.

Ommudidda

Ebba suðuri í Túni, sum Hans Mikael sigur, var hon, sum fugloyingar allir nevndu Ommudiddu, var sambært Tey byggja land 1 hjá Símuni Hansen dóttir Malenu og Jákup suðuri í Túni.

Stóri trupulleikin, sum m. a. hevur havt við sær, at útoyggjaálitið varð skrivað, og at útoyggjafelag er sett á stovn, er, at unga fólkið støðast ikki á útoyggjunum. Tær eru um at avtoftast.

Tá Ommedidda var upp á tað besta, vóru tíðirnar øðrvísi. Bara eitt av systkjunum hjá henni flutti av oynni. Tað var Gulak Jacobsen, sum var yngstur. Hann lærdi til lærara og fór síðani niður at lesa til prest. Hann varð prestur í Hvalba. Hini seks systkini búleikaðust úti í Fugloy. Men burtursæð frá Gulaki, var tað bara hjá einari av systrunum, at eftirkomarar spurdust burturúr. Umframt Ebbu vóru Ólavur og Anna Sofía ógift. Ein genta, Olevina Concordia, doyði ung. Elsti sonurin Pól giftist, men tey vóru barnleys.

Gulak hevði konu av Nesi, og tey fingu trý børn. Anna, sum var næstelst av systkjunum, giftist við Nikláa Poulsen norðan úr Stovu, og tey fingu sjey børn.

Hans Mikael sigur frá Ommudiddu, at hon var 28 ára gomul, tá hon gjørdi einastu ferðina til Havnar. Sambært Símun Hansen var hon fødd í 1863. Hans Mikael Jacobsen sigur, at í 1946 var hon 83 ára gomul. Hetta passara væl saman, og tað vil siga, at hon hevur verið í Havn stutt eftir 1890.

Ikki so øgiliga langt burtur

Hjá einum, sum fleiri ferðir um vikuna ferðast um dalar og fjøll og firðir og sund, hevði tað ikki borið til at liva og virka í nútíðarsamfelagnum undir korunum, sum tey vóru, tá Ommudidda fór til Havnar. Men tað eru ikki so ógvuliga nógv ár síðani, at tað fóru tveir dagar til eina ferð úr útoyggj og til Havnar og hjá havnarfólki at ferðast til bygdirnar eystan Múlan.

Undan at mjólkaforsýningin í oktober 1967 fekk Trónd at røkja skálafjarðarsiglingina og ferjan, sum nú eitur Ternan 1, kom, var óhugsandi við styttri ferðatíð, um almennu farleiðirnar skuldu nýtast. Ternan 1 kom valdagin, 7. november, í 1970. Fyri ta tíð sigldu bátarnir hjá pf. Hugo Gardar um Leirvíksfjørð. Túrarnir hjá Polaris, Barsskor (røkir framvegis sambandið í Kalsoynna!) og frá miðskeiðis í seksti árunum Britons Pride og Gardar (gamla Vesturleið, sum frammanundan hevði siglt millum Vágarnar og Havnina) vóru fáir.

Beinleiðis ferðasambandið millum Klaksvíkina og Havnina var suðureftir á morgni og norðuraftur eftir døgurða við Britons Pride (sigldi við farmi og fólki frá 1936 og til eftir at Pride kom í 1961). Smiril silgdi kring allar Føroyar, og fram ímóti sjeyti árunum røktu eisini Smyrli, sum í 1967 fór av bakkastokki á Tórshavnar Skipasmiðju og seinni fekk navnið Dúgvan, og Smyril, sum varð keyptur úr Danmark í 1975, sambandið til Klaksvíkar.

Úr Klaksvík og eystur um slapst við Immanuel. Sambært Postsøguni hjá Vilhelm Johannesen setti Olaf á Stongunum Immanuel í sigling við posti, farmi og ferðafólki í 1916 ? ella eina fjórsðingsøld eftir at Ommudidda hevði gjørt sína Havnarferð.

Í 1959 yvirtók Strandferðslan siglingina við nýggja Másanum, sum var bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju. Eftir at tunnlarnir eystur um fjall komu í 1967 hevur ferðin verið ómakaleysari, enn hon var frammanundan. Tá skuldi leggjast at í Haraldssundi. So lá postbáturin úti fyri Múla, sum vit í heyst hava hoyrt so nógv um í væl upphugsaðum og áhugaverdum útvarpssendingum, meðan fólk, fæ og frakt við lítla báti varð róð til og frá. Úr Múla varð farið yvir um. Undir Leiti vóru viðoyingar avgreiddir.

Petur Hágberg hevur í Hugbirtingum eina góða lýsing av, hvussu tað var, tá postbáturin legði at. Hansara íblástur man vera frá 1920unum, men umstøðurnar vóru ikki stóert øðrvísi fjøruti ár seinni:

"Menn rokast umborð og á bryggjuni. Dreingir og hundar koma rennandi oman eftir gøtuni fyri at vera við til dagsins stórhending. Tómir mjólkadunkar verða langaðir í land, meðan menn taka ímóti fullum dunkum, sum nokk eru tungir at lyfta, tíat menninir rodna í andlitinum. Okkurt fólk fer í land, og onnur koma umborð og veittra dúgliga, táið báturin fer frá aftur. Hetta hendir fleiri ferðir", sigur Petur.

Múlin og Múla, Leitið, Immanuel, Másin, lítli bátur, Olaf og Eliesar í Múla, Hans Jákup á Brekkumørk og aðrar viðoyingar, Fríðrik á Másanum, Dánial Jákup úti á Oyri, Bei í Búðunum og Sofus á Dalinum. Tá hetta kemur fram í huganum, so er tað ikki so langt burtur, at sjóverkurin hevur hug at spøkja! Hesir fýra síðst nevndu mannaðu Másan frá tí at hann kom í 1959 og inntil Ritan og Ternan, sum tá sigldi fyri Mjólkaforsýningina, rendu saman uttan fyri Molan í Havn í 1968. Tá varð Ritan vrak, og Másin varð tikin frá fugloyingum og svínoyingum og settur í sigling um Skopunarfjørð.

Og so varð lagt at í Norðdepli og á syðru lendingini í Hvannasundi, har Niels í Buð stóð klárur at taka ímóti, áðrenn lagt varð tvørturum til Svínoyar og Fugloyar.

Systkinabarnið, Heri Joensen, hugleiddi jólaaftan so væl um, hvussu tað kundi gangast við sambandinum til útoyggjarnar. Tað kundu vera fleiri dagar, tá tað ikki var klúgvandi, men ofta var onkur útvegur. Um tað ikki bar til norðan fyri og heimanfyri í Svínoy, so kanska tað gekk í Urðarrók ella í Kleivini. Náttúruviðurskiftini gjørdu og gera, at fugloyingar vóru og eru meiri avskornir, enn svínoyingar vóru og eru.

Góða sambandið

Tá Hans Mikael Jacobsen upp undir jól fyri 55 árum síðani setti frágreiðingina um Havnarferðina hjá Ommudiddu í Dimmalætting, hevði ferðasambandið hjá svínoyingum og fugloyingum eftir tátíðar viðurskiftum verið gott í nøkur ár. Umframt Immanuel mánadag, mikudag og fríggjadag fingu teir vitjan av bæði Britons Pride og Streymi.

Frá tí at Kjølbro setti Britons Pride í sigling við farmi og fólki í 1936 og inntil krígsbyrjan, var hon hvønn mikudag eystanfyri Múlan. Farið varð av Klaksvík, eftir at Pride var komin aftur úr Havnini. Tí var ofta seint, tá teir komu til Fugloyar og Svínoyar, men tað slapst sama dag úr Havnini og í útoyggjarnar norðanfyri.

Mjólkaforsýningin átti Streym. Høvuðsrutan var úr Havnini og vestureftir, men fríggjadag sigldu teir norðureftir. Tá var síðsti steðgur í Fugloy og Svínoy og so beinleiðis til Havnar.

Eftir at Streymur og Britons Pride vóru givin við hesi siglinini, høvdu útoyggjafólkini bara Immanuel at dúva uppá. Ferðasambandið er títtari nú, enn tað var, fyri einari hálvari øld síðani. Tyrlan vitjar tríggjar ferðir um vikuna, meiri enn 41 ára gamli og ótíðarhóskandi Másin vitjar hvønn dag, og um sumrarnar ger hann tríggjar dagar tveir túrar hvønn dagin. Men tað er ikki nóg gott, at fugloyingar og svínoyingar ikki fáa leygardagsbløðini fyrrenn mánadag. Serliga tá hugsað verður um, at tá leygardagsbløðini koma til Svínoyar og Fugloyar, hava tey í størsta partinum av landinum havt møguleika at lesa í teimum í meiri enn hálvt triðja samdøgur!

Bestu íløgurnar

Tá kreppan frá fyrrapartinum av hálvfemsunum leikaði upp á tað mesta, kom tað meiri enn so fyri, at danir fingu varpað yvir seg og kundu lesa í bløðunum um, hvussu oyðslutir føroyingar høvdu verið við íløgum í samferðsluna. Flestu føroyingar munnu vera samdir í, at vegirnir, tunnlarnir, ferjulegurnar og hvørt av sínum ? fyri at nýta eina vending hjá Karl hjá Talisi og Høgna Hoydal! ? hava verið vælsignilsir og standa eftir sum bestu íløgurnar, sum vórðu framdar í sjeyti og áttati árunum.

Eysturoyggin og Streymoyggin eru vornar eitt øki. Fyri tredivu árum síðani var talan um isolerað bygdaløg, sum høvdu einki ella bara eitt eiti av vegasambandi. Ágóðin av at bygdirnar vóru grannar á somu oyggj var evarska lítil. Tær lógu sum perlur á einum snóri, og mesta ferðslan gekk fyri seg ? sum hon gjørdi á døgunum hjá Ommudiddu ? eftir sjónum.

Nú ber væl til at búgva í Vestmanna og at arbeiða í Fuglafirði ella at búgva á Toftum og at arbeiða í Havnini ella í Klaksvík. Um ikki so langa tíð verða Vágarnar ? eisini gásadalsfólk ? og helmingurin av Norðoyggjunum knýttar upp í fasta sambandið.

Spurningurin verður so, hvussu full nytta skal fáast burturúr stóru íløgunum, sum eru gjørdar í samferðslukervið í Kalsoynni, nær tað skal gerast nógv lagaligari at koma til og frá Svínoy, og nær Sandoy og seinni Suðuroy fara at koma uppí, og ikki minst nær tunnil fer at verða gjørdur av Skálafjørðinum og til Havnar. So má tað vera harvið, hvat danir hava hildið, halda og fara at halda um íløgurnar á samferðsluøkinum. Tær eru alneyðugar, um føroyingar heilt skulu koma úr skugganum frá tíðini, tá Ommudidda ferðaðist av Kirkju og til Havnar og til hús aftur. Landið er lítið, og einki eigur at verða spart fyri at gera tað so stórt, sum tað á nakran hátt ber til.

Danir kunnu ferðast yvir land eystur til Kina, og teimum nýtist neyvan at brúka krút, tá teir gera vegir. Tí munnu summir teirra hava ilt við at skilja trongdina til og týdningin og kostnaðin av íløgunum í føroyska samferðslukervið. Tey, sum hava ferðast í Svínoyarfirði, Fugloyarfirði, Vágafirði og Suðuroyarfirði í ótepsiligum líkindum, vita, hvat tað snýr seg um.

Tey, sum dag og dagliga í familju høpi, vinnuhøpi og í ferðing við og eftir vælferðartænastum, fáa gagn av samferðslukervinum, duga ikki at ímynda sær, at tíðin, sum hevur verið, skuldi komið aftur.

Spurningurin, hvussu føroyingar skulu fáa sum frægast burturúr stóru íløgunum á samferðsluøkinum, eigur ivaleyst at verða tikin til nýggja viðgerð. Tá fasta sambandið verður víðari, enn tað er í dag, fer spurningurin at stinga seg upp, hvussu ferðslan skal leggjast til rættis. Skulu almennu ferðamøguleikarnir mennast ? betri bussar og títtari ferðir ? ella skulu møguleikarnir hjá teimum privatu gerast betri. Fyri vágafólk og norðoyingar, sum skulu arbeiða í høvuðsstaðnum og búleikast heilt aðra staðni, fer tað at hava stóran týdning, hvussu umstøðurnar og kostnaðurin av at ferðast fara at verða. Politikararnir skulu taka støðu til tænastustøði og kostnaðarstøði hjá tí almenna, bensinprísir, oljuprísir, ferðaískoyti, ferðafrádrátt, bummpengar og skattafígging.

Serfrøðin og serfrøðingarnir

Veruleikin er fasinerandi. Um fimm ár fer tað at bera til hjá gásadalskonuni at seta seg í bilin og koyra til Viðareiðis at keypa. Tað fer at bera til hjá henni, uttan at tað verður neyðugt, at nakar annar fer at blanda seg uppí. Akkurát soleiðis sum tað í dag er hjá teimum í miðstaðarøkinum.

Tað er stórur munur á ferðingini nú og í framtíðini og so at ferðast, tá Ommudidda var í Havn. Tá vóru nógv fólk uppií ? bæði í ferðingini og við at hýsa henni og vinkonuni, sum tær ferðaðust suður og norðuraftur.

Eingin keta er sterkari enn veikasta liðið, plagar at verða tikið til. Heldur ikki ferðingarketan í Føroyum. Og her er tað, at eingilski sosiologurin Giddens, sum tað varð sipað til í yvirskriftini, kemur upp í leikin. Anthony Giddens, sum er føddur í 1938, hevur skrivað nógv, og hann hevur skrivað ella verið íblásarin til sumt av tí, sum tað nú eftir túsund ára skiftið verður undirvíst í sosiologi, eisini í hægru føroysku skúlunum.

Tá hann umrøður dynamikkin í nýmótans samfelagnum, kemur hann inn á álitið og ivan. Á fleiri økjum kenna føroyingar ? bæði á Kirkju og serliga í Havnini ? rákan frá super nýmótanst samfelagnum. Men samfelagsmynstrið fevnir samstundis heilt aftur til gamla bóndasamfelagið, tá tað var rætturin til jørðina, sum gav mátt og veldi.

At samferðslukervið nú á døgum er so væl ment, og at raksturin av ferjum, tunnlum, bussum, bilum, ferjulegum og samskifti annars gongur so væl, kemst av serfrøðini og serfrøðingunum, sum syrgja fyri, at elorka, maskinorka, navigatión, vegir, tunnlar, ferjulegur, kavarudding og alt annað er í lagi, so vit tora at hava álit á tí. Tá Ommudidda gjørdi sína Havnarferð, hevði hon álit á teimum, sum sigldu og fylgdu henni og vinkonuni millum oyggjar og bygdir. Tað bar eisini eina rúgvu av menniskjaligum sambondum við sær.

Nú rokna vit við, at alt er í lagi. Tað gera vit, tí royndirnar vísa, at serfrøðin syrgir fyri okkum. Tá so streymurin er burtur, vegirnir ikki verða grivnir ella bógskrúvan ikki megnar nógva vindin, so er alt á gosi. Og tað kemur illa við, tá spurnartekin verða sett við skipanirnar.

Ivin ber við sær, at ferðsla og ferðing mest sum steðga upp, og knyklar verða settir í brýr móti serfrøðini og serfrøðingunum. Ferðingin í luftini seinastu mánaðirnar er mest upplagda altjóða dømið um hetta. Men tað kemur eisini fyri, at tað kiksar her á klettunum. Og tað kennist serliga meint, tá kunningin kiksar til teirra, sum eru á ferð og rokna við, at alt er, sum tað eigur at vera. Tíverri kemur tað fyri, at hesi eru tey seinastu at verða kunnað um kiksararnar.

Veruleikin og veikleikarnir

Giddens tosar um, at gongdin hevur við sær, at menniskju gerast fremmand fyri hvørjum øðrum. Ommudidda hevði samband við fólk á Norðtoftum, í Árnafirði, á Norðoyri, í Klaksvík, í Leirvík, í Gøtu, í Sølmundarfirði, og á Toftum á veg til Havnar. Á veg norður aftur kom hon umframt tey flestu av hesum eisini í hóslag við hoyvíkingar, glyvrafólk, tey á Syðradali, á Húsum, í Kunoy og á Skarði, áðrenn hon og tann, hon var í ferðalagi við, komu aftur í Hvannasund, hagani tær vórðu settar út aftur á Kirkju.

Í nútíðini ber tað til at liva, arbeiða og ferðast uttan at koma í prát við nakað menniskja. Men tað ber bara til so leingi, sum serfrøðin hevur syrgt fyri, at alt gongur, sum tað skal. Tíbetur gongur tað oftast sum klokkan. Men tað eigur ikki at hava við sær, at prátið og hugleiðingarnar undir ferðing, sum áður vóru so týdningarmiklir partar av ferðingini, detta burtur. At hitta og tosa við fólk umborð á ferjunum hjá strandferðsluni er so vælsignað. Tað ræður um at nýta hesar løturnar, meðan tær eru. Tað verður so skjótt, at strandferðsluskip fara at verða sum lundi á jólanátt fyri flestu føroyingar. Tað vóru tey eisini, tá Ommudidda fyri knøppum 110 árum síðani gjørdi sína einastu ferð til Havnar. At frágreiðingin um ta ferðina er rammað inn og altíð fer at minna føroyingar á, hvussu stórt skarvslopið í menningini av samferðsluni hevur verið, kunnu vit takka Hans Mikael Jacobsen, sála, fyri.

Gott nýggjár.