Fleygatíð
Støðan hjá lundanum er kanska ikki heilt so vánalig, sum látið hevur verið at ymsastaðni fyrr í ár. Lomvigin hevur tað, sum hann hevur havt tað undanfarin ár. Tað er einki at tosa um soleiðis í mun til, tá væl hevur staðið til. Og rituni láta teir illa at í ár.
Grundin til, at lítið av lunda hevur verið at sæð í summar, kann vera, at hann hevur verið seinni á veg í ár enn undanfarin ár, heldur Jens Kjeld Jensen í Nólsoy.
Hann sigur, at tað er í so tíðliga at siga nakað um enn, hvussu árið fer at roynast til lunda. Tí enn eru pisurnar so smáar, at tær eru lættar at føða, og nógvur sildberi sæst.
Men um einar tíggju til fúrtan dagar ella so, man fara at vísa seg, um lundin klárar at føða pisurnar, og tá kann fáast ein ábending um, hvussu veruliga støðan er.
Jens Kjeld Jensen vísir á onnur ár, sum sýna, hvusus ójavnt tað kann vera. Eitt nú vóru pisurnar í fjør longu flygdar fyrst í august, meðan tær í 1997 fóru einar tvær vikur seinni. Tá fór tann fyrsta, hann fylgdi við, ikki úr holuni fyrr enn tann 14. august, vísir hann á.
Hann sigur, at árið í ár likist nógv 1997 higartil. Fuglurin kom seint, men árið gjørdist kortini eitt gott miðalár, tá avtornaði.
Hann metir ikki, at nakað hóttafall er at síggja, hóast lundin er seinur á veg.
Hinvegin ásannar hann, at tað, at lítið er at síggja av sild, longri vestur vit koma, líkist mynstrinum, sum var undan teimum ringu árunum umleið 1990. Men framvegis er eingin grund til at mála hin grábeint aáveggin, sum onkur longu hevur gjørt, staðfestir Jens Kjeld Jensen í Nólsoy.
Ferðast langt
Herfyri frættist frá fólki á fuglaplássum, at tey høvdu ringar vónir til lundan í ár. Lítið var at síggja, varð sagt, og onkur teori var, at lundin var rýmdur av egginum.
Menn, sum Sosialurin tosaði við í gjár, láta heldur betri at nú. Tó siga teir onkunstaðni, at ymiskir dagar eru. Onkran dag er væl av lunda í bakkanum, meðan tað aðrar dagar er meira oyði. Men allir siga, at tað er væl av sildbera at at síggja, og tað gevur teimum betri vónir, enn teir høvdu fyrr í summar.
Tó er ikki tað stóra fleygað enn, frættist. Lítið er liðið av tíð, men onkur hevur verið við stongini, og eingin letur at roki soleiðis.
Esbern í Eyðansstovu í Mykinesi sigur, at leygardagin í seinastu viku var væl av lunda á landi. Sjálvur fekk hann gott hundrað tann dagin. Men í gjár var eingin fuglur at síggja, segði hann.
Um grundina til, at dagarnir eru so ójavnir, visti hann ikki nakað nágreiniligt at halda seg til, men metti kortini, at tað kann vera tí, at fuglurin hevur langan veg at fara eftir føði og tí er burtur í fleiri dagar. Hetta er fyrr sæð hjá lundanum.
Hann sigur frá útróðrarmonnum vestanfyri, at teir láta illa at sild í fiskinum í summar. Nebbasild síggja teir bara onkra hendinga, verður sagt. Og tá lundin veiðir nebbasild, kann tað vera ein orsøk til, at hann ferðast víða.
Esbern í Eyðansstovu sigur seg hava tosað við menn eystanfyri, sum hinvegin láta væl at sild.
Jens Kjeld Jensen í Nólsoy hevur fylgt væl við fuglinum í nógv ár.
Hann sigur seg hava lagt merki til, at tá fleygafuglurin er feitur, vísir tað seg at gerast ringt á.
Ta teoriina grundar hann á, a fuglurin hevur langan veg at veiða, og etur tí nógv, meðan hann er á fiskileið. Hann er tí væl fyri, teir dagarnar, hann er á landi.
Tá hann hinvegin skal stuttan veg, verður ferðingi nógv meira, og hann er ikki so feitur.
Í ár veit Jens Kjeld at siga frá monnum, sum hava drigið lunda, at teir fingu fáar lundar, men at fuglurin aftur fyri var sera feitur.
Lítil roynd
Tað er enn so stutt liðið av fleygatíðini, at royndin hevur ikki verið tann stóra. Heldur ikki hevur verið nøkur ætt soleiðis á teimum plássum, vit hava havt samband við.
Jákup Mikal Samson á Viðareiði segði við Sosialin í gjár, at teir vóru farnir í Seyðtorvu sunnukvøldið og byrjaðu at fleyga mánamorgunin.
Tá teir komu upp sunnukvøldið var lítið av fugli at síggja. Men mánamorgunin var aftur í móti nógvur lundi. Teir fingu 50 lundar beinanveg, teir byrjaðu. Men so doyði lotið burtur, og ættin skifti, so har kom ikki stórvegis burturúr, høvdu teir sagt honum, tá hann hevði samband við teir mánamorgunin.
Hann segði annars frá, at veðurmenninir boðaðu frá høgætt, so teir ætlaðu sær niður aftur og til hús, áðrenn ókyrt gjørdist. So hesum túrinum væntaðu teir ikki tað stóra burturúr.
Óla Jákup úr Dímun, bóndi í Stóru Dímun, sigur, at har sær væl betri út nú, enn tað gjørdi fyrr í summar. Nú tykist nakað av lunda at vera, sigur hann.
Ættin hevur ikki verið góð, men leygardagin hvødu tey verið og fleygað, og høvdu fingið góðar hundrað á stongina.
?Tað er einki rok soleiðis, men tað, tað er, tekur hann til. Eisini hann letur at, at nakað væl av sildbera er at síggja.
Hinvegin hevur ikki nógv roynd verið í Nólsoy, sigur Jens Kjeld Jensen í Nólsoy. Men hann sigur frá fólki, sum hevur verið í bakkanum, at nógvur lundi er at síggja.
Í Skúvoy hava teir ikki látið væl at í summar, og heldur ikki har hevur verið nøkur roynd enn. Onkur hevði tó verið við stong um vikuskiftið og fingið eitt sindur. Heldur frægari, enn teir væntaðu, verður tó sagt.
Annar fuglur
Hjá rituni stendur illa til í ár, siga fuglamenn. Hon tykist nógvastaðni rættiliga í afturgongd, frættist.
Í Mykinesi var bara ein lítil partur av rituni, sum yvirhøvur reiðraðist í vár, sigur Esbern í Eyðansstovu. Og av teimum, sum reiðraðust, heldur hann, at bara eini tíggju prosent vurpu.
Sama lagið er aðrastðani, frætta vit. Eitt nú siga viðingar frá, at lítið av ritu var at síggja, nú teir fóru upp í Seyðtorvu, og somuleiðis er eisini minni sunnanfyri.
Óla Jákup úr Dímun sigur, at tað var lítið lív í rituni í vár, og lítið reiðraðist. Heldur ikki er nakað serligt av ritupisu at síggja nú, sigur hann.
Bergur Olsen, fuglafrøðingur, hevur aftur í ár talt lomviga í Skúvoy. Hann sær sjálvandi eisini annan fugl, og heldur eisini, at tað er tunnligt við ritureiðrum, og fáar pisur tykjast at vera.
Um lomvigan, sum hann hevur talt, sigur Bergur Olsen, at tað líkist tí, sum var í fjør. Hann hevur ikki talt saman enn, men metir støðuna at vera stabila.
Tað sama veður sagt úr Dímun, meðan viðingarnir hildu, at tað var væl av lomviga at síggja norðanfyri.
Bergur Olsen hevur eisini havt eyguni eftir havhestinum í Høvdanum. Og hann heldur sær á sama støði sum undanfarin ár. Hinvegin hava tey einki gjørt við at telja lunda nú í eini sjey ár ella so, sigur Bergur Olsen og veit tí einki at siga um lundan.