sungið saman í eini 10 ár nú, og vit skuldu langt síðani havt givið eina fløgu út. Men nú er hon so veruleiki, og hon umboðar tað, sum vit hava sungið síðani vit byrjaðu, sigur Pætur við Keldu. Orðini størst [...] ni. Umframt tey fýra, sum syngja, hoyrir Dávur Johannesen eisini til bólkin. Hann spælir bass á fløguni, og tað hevur hann eisini gjørt, tá tey hava sungið kring landið øll hesi árini. Til upptøkurnar [...] fløgu út, men seinasta árið hevur verið arbeitt miðvíst við hesi ætlan. Nú er fløgan vorðin veruleiki, hon er framleidd og fyrst í næstu viku ber til at ogna sær hana í sølubúðunum. Tað er ringt at seta tónleikin
gjørd við tingmann á rætt, har hann stóð við hásari veðrarødd sum ein reyð-ur vargur mitt í seyðafylginum. Hann hoyrdi líkasum ikki heima har. Hví var hann har, og hvat vildi hann? Nei, lat varg fylgja vargi [...] Tað sæst á øllum brøgdum í øllum flokkum. Egoisman ræður, og hon situr í albogunum. Hetta gjørdist serliga sjónskt hjá okkum veljarum, tá ávísir tingmenn breiddu albogarnar út í bløðunum í vikuskiftinum
sjálvir. Meðan Danny var á sclerosusjúkrahúsinum í Haslev, fekk hann venjing á hestbaki. Annars hevði hann ikki roynt at riðið, tá hann í summar saman við hinum báðum sjúklingunum var úti og reið. Tað [...] armurin er veikur. Í fyrstuni væntaði hann einki, tí at ríða krevur at halda javnvágina, og tað krevur styrki í bæði ørum og ryggi at sita á hesti. Hjálpti skjótt Hann varð lyftur upp á hestin í lyftu. Ein [...] riðu. Elin Mørkøre, yvirlækni, sigur, at hetta var ein roynd, men um royndin verður til meira, veit hon ikki, tí Landssjúkrahúsið hevur onga játtan til slíkar venjingar, sum sjálvandi kosta. Tað er gott
fisk, har hon er, men hon drepur hann ikki. »Hann leitar sær bara aðrar leiðir,« sigur Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag og løgtingsmaður fyri Verkamannafylgingina í samgongu. Hann hevur júst [...] « sigur Óli Jacobsen. Hann vísir tó á, at oljuvinnan tykist enn liggja nakað væl úti í framtíðini. Sum dømi um, hvussu leingi tað kann ganga, áðrenn vit koma í gongd, nevnir hann, at ikki fyrr enn 30 hol [...] vísir hann á, at tað sjálvandi skal ein serlig útbúgving til at arbeiða á til dømis einum boripalli. »Men tað fólkið gjalda oljufeløgini eisini fyri at fáa,« sigur Óli Jacobsen. Sum dømi nevnir hann grein
latið kirkjuni. Tað er Noomi í Dali, sum hevur gjørt hendan nýggja akulin. Hann er sera vakur, og stendur óføra væl til kirkjuna. Hann er hvítur við bláum og gulum litum í. Tann blái liturin er tann sami sum [...] framsýningini fer millum annað at bera til at síggja tann gamla prædikustólin, sum fylgdi við kirkjuni, tá hon fyri 100 árum síðan kom úr Vestmanna. Og ein av gomlu bríkunum, sum varð skift út samstundis við p [...] alt eitt klædnastykki, sum fellur inn í heildina. Men tað eru aðrar gávur, kirkjan hevur fingið, nú hon fylti 100 ár. Skopunnarkonur, sum búgva í Íslandi, hava latið kirkjuni svart klæði at breiða yvir
Er Múrurin ikki eitt fornminni, er hann ikki friðaður, og so hoyrir hann til festið í Kirkjubø. Fyrsta dagain fer Sámal Petur at skriva fornminnanevndini bræv og biðja um tilmæli viðvíkjandi hesum spurningi [...] spurningi. Sámal Petur heldur spurningin vera sera áhugaverdan, og hann vil hava greiði á honum áðrenn farið verður víðari í málinum um, hvat skal gerast fyri at varðveita Múrin. Um nakað kann gerast. Tey [...] Petur í Grund sigur, at í hansara verð er tað líka mikið, um Múrurin er eitt fornminni ella ikki. Er hann ikki eitt fornminni, fær festarin kortini ikki heimild til at gera við Múrin, sum honum lystir. So
sum at seta borin í. Hon heldur eisini, at slíkir oljulekar kunnu siga nógv um møguleikarnar at finna olju, og eftir tí, sum hevur hoyrt og sæð um leitingina við Føroyar, so heldur hon góðar møguleikar vera [...] gjørdar úr flogfari. Caroleen Moir, sum stendur fyri kanningunum, kom til Føroya í vikuni og hevur hon gjørt neyðugu fyrireikingarnar á landi. Ætlanin er at hava fasta støð í Vágum, meðan arbeitt verður [...] um hesin kanningarhátturin í veruleikanum kann brúkast til nakað ítøkiligt sigur Caroleen Moir, at hann hevur víst seg at vera sera hentur aðrastaðni í verðini. M.a. í Írlandi. Tá 17 oljufeløg herfyri buðu
ávíst ljós. Tað byrjaði við at Anne Birgitte Lundholdt úr Konservativa flokkinum, í vár segði, at hon ikki væntaði at Fíggjareftirlitið og Vinnumálaráðið fóru at standa seg illa í kanningini. Næsta ábendingin [...] latið Den Danske Bank 1200 loynilig skjøl. Í samráði hósdagin avsannaði Frank Jensen hetta, eftir at hann hevði fingið frágreiðing frá Jørgen Grønborg, kanningarstjóra. Einki hald var í greinini,sum stóð [...] ni. Helena Dam á Neystabø, eygleiðari í nevndini, kann ikki gera viðmerkingar til kanningina, men hon noyðist at viðganga, at nógvur ófriður hevur verið um kanningina í seinastuni. - Vit vilja bert hava
fiskiskap. Tað var Hans Johannesen úr Norðdepli, sum fegin greiddi frá, hvussu fiskiskapurin fór fram. Skiparin var eisini á brúnni, men tá roynt varð at fáa eina samrøðu við hann, rýmdi hann, og sást ikki [...] at seta, sigur Hans Johannesen. So stendur línan næstan líka leingi, áðrenn farið verður aftur at draga. Og tað er einki við at bera nakað ella lyfta tungt. Tá fiskur er á, verður hann stýrdur inn í ein [...] ikki aftur. Sum skiltist hevði hann ongan serligan hug at tosa enskt. Skipið var ógvuliga reint og væl hildið. Og væl var tað eisini útgjørt á brúnni við øllum teimum tólum, sum til hoyra. Umframt var eisini
Henrik Old sigur, at eftir Noregsferðini er hann ikki so bangin fyri trygdini í oljuvinnuni. Hann er heldur ikki bangin fyri, at hon skal dálka so illa, at hon beinir fyri fiskastovnunum. Og heldur enn [...] tí hon stjelur alt fólki, síggi eg hana sum ein frálíkan møguleika at at grundfesta fiskivinnuna, og at byggja okkara sundursorlaðu fiskivinnu uppaftur, sigur hann. Tí kemur oljuvinnan, gevur hon okkum [...] at nettupp umtrygdin er tað, sum hevur gjørt hann mest ivasaman í sambandi við eina møguliga oljuvinnu í Føroyum. Men samstundis má hann viðganga, at hann bleiv meststum umvendur á Noregsferðini. Oljan