Ivast í um Múrurin er eitt fornminni

Onkur hevur nú reist spurningin fyri Sámal Peturi í Grund, landsstýrismanni, um tað nú er rætt at rokna Múrin í Kirkjubø fyri eitt fornminni.

Er Múrurin ikki eitt fornminni, er hann ikki friðaður, og so hoyrir hann til festið í Kirkjubø.

Fyrsta dagain fer Sámal Petur at skriva fornminnanevndini bræv og biðja um tilmæli viðvíkjandi hesum spurningi.

Sámal Petur heldur spurningin vera sera áhugaverdan, og hann vil hava greiði á honum áðrenn farið verður víðari í málinum um, hvat skal gerast fyri at varðveita Múrin. Um nakað kann gerast.

Tey, sum hava reist iva um, um Múrurin er eitt fornminni, hava víst á, at Múrin ikki er ein ruin, við tað at Múrin er hildin við líka øll árini.

Sámal Petur í Grund sigur, at í hansara verð er tað líka mikið, um Múrurin er eitt fornminni ella ikki. Er hann ikki eitt fornminni, fær festarin kortini ikki heimild til at gera við Múrin, sum honum lystir. So má landsstýrið við lóg friða Múrin.

Fornminnanevndin fær onga tíðarfreist at koma við sínum tilmæli. Hon verður bara biðin um sum skjótast at svara, sigur Sámal Petur.