Tað sæst á øllum brøgdum í øllum flokkum. Egoisman ræður, og hon situr í albogunum.
Hetta gjørdist serliga sjónskt hjá okkum veljarum, tá ávísir tingmenn breiddu albogarnar út í bløðunum í vikuskiftinum, væl lagt til rættis samstundis hjá báðum og væl uppafturtikið í almennu fjølmiðlunum. Teir skorðaðu seg framat fyri at tryggja sær undirtøku millum veljararnar við at hunddálka sínar egnu.
Eins og vargar uttan hagamark, hálvur innanfyri, heilur uttanfyri. Hetta gjørdist beinleiðis láturligt í sjónvarpinum, tá samrøða varð gjørd við tingmann á rætt, har hann stóð við hásari veðrarødd sum ein reyð-ur vargur mitt í seyðafylginum. Hann hoyrdi líkasum ikki heima har. Hví var hann har, og hvat vildi hann?
Nei, lat varg fylgja vargi. Sleppið honum úr seyðafylginum. Ger sum tín javnlíki, vælsignaði maður, far!
Jóan Petur Johansen