Í gjár kom ein heldur óvanligur gestur í Vágarnar. Tað er eitt flogfar av Navaho-slagnum við plássi til átta fólk. Tað er bretska fyritøkan ?Oilsearch?, sum eigur hetta og eitt flogfar aftrat, ið bæði verða brúkt í leitingini eftir olju og gassi kring um í heiminum.
Nú gongur leiðin so til Føroya. Fyritøkan hevur fingið tillutað kanningarloyvi frá Oljufyrisitingini og er ætlanin komandi 3-4 vikurnar at gera kanningar eystan fyri Føroyar. Talan er um eitt serligt slag av kanningum, sum allar verða gjørdar úr flogfari.
Caroleen Moir, sum stendur fyri kanningunum, kom til Føroya í vikuni og hevur hon gjørt neyðugu fyrireikingarnar á landi. Ætlanin er at hava fasta støð í Vágum, meðan arbeitt verður. Hetta er lættast og best fyri tey sigur Caroleen Moir.
Seinnapartin í gjár varð so farið at seta upp elektroniska útgerð á flogvøllinum og at gera flogfarið klárt til fyrstu kanningarnar. Arbeitt verður á einum øki eystan fyri Føroyar. Tað nærmasta tey eru landi er 50 kilometrar.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at fyritøkur gera kanningar úr flogfari. Australska felagið World Geoscience hevur verið her tvey summar á rað og gjørt kanningar. Úrslitið av teimum kanningunum var, at olja lak upp úr undirgrundini nógva staðni á føroyaleiðunum, og í fleiri plássum var talan um rættiliga stór øki við oljulekum úr undirgrundini.
-Vit fara at kanna onnur pláss enn Geoscience gjørdi og vit hava eisini aðra og betri útgerð sigur Caroleen Moir við Sosialin.
Tey hava serútgerð til at kunna kortleggja oljulekar, sum síggjast á havyvirflatuni. Eisini hava tey útgerð, sum kannar fellur og onnur jarðfrøðilig fyribrigdi, sum hava týdning fyri eina komandi oljuleiting.
Uppá fyrispurning um hesin kanningarhátturin í veruleikanum kann brúkast til nakað ítøkiligt sigur Caroleen Moir, at hann hevur víst seg at vera sera hentur aðrastaðni í verðini. M.a. í Írlandi. Tá 17 oljufeløg herfyri buðu uppá teigar í írskum øki valdu tey at brúka oljulekakortini hjá Oilsearc.
Talan er um eina kanning, sum fyritøkan lutvíst sjálv hevur tikið stig til. Men tað eru eisini oljufeløg, sum hava heitt á felagið um at gera hesa kanningina, nú tað nærkast einum útbjóðingarumfari í føroyskum øki.
Caroleen Moir skal sjálvandi royna at marknaðaføra sína vøru so gott til ber, men hon bedýrar, at hesin kanningarhátturin kann hava stóran týdning fyri eina komandi oljuleiting.
-Vit kunnu siga innan fyri fáar metrar, hvar oljan kemur upp úr undirgrundini, og hvar oljufeløgini tí møguliga eiga at leita um ikki so neyvt sum at seta borin í. Hon heldur eisini, at slíkir oljulekar kunnu siga nógv um møguleikarnar at finna olju, og eftir tí, sum hevur hoyrt og sæð um leitingina við Føroyar, so heldur hon góðar møguleikar vera fyri at finna olju her.
Hetta er annað av flogførunum, sum australska felagið World Geoscience brúkti í kanningunum við Føroyar fyri tveimum árum síðani. Mynd jan