Oljuvinnan forskrekkir fiskin

Vit mugu ansa væl eftir, at vit ikki bara loypa á leistum eftir oljuni, sum vit enn ikki vita, um vit hava. Tí fáa vit norskar tilstandir verður tað endin á fiskivinnu í Føroyum, sigur Óli Jacobsen Fiskimannafelagsformaður

Tað er óneyðugt at óttast, at oljuvinna fer at oyða fiskastovnin undir Føroyum.

Norskar royndir vísa, at oljuvinnan styggir fisk, har hon er, men hon drepur hann ikki.

»Hann leitar sær bara aðrar leiðir,« sigur Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag og løgtingsmaður fyri Verkamannafylgingina í samgongu.

Hann hevur júst verið í Noreg sum limur í Løgtingsins Vinnunevnd, har millum annað vitjað varð hjá norsku oljuvinnuni.

Men at oljuvinnan avgjørt fer at hava onnur árin á høvuðsvinnu okkara, tykist givið.

»Vit fingu greitt at vita á vitjanini í Noreg, at vit eiga at hugsa okkum væl um, áðrenn vit fara undir nakra oljuvinnu,« sigur Óli Jacobsen.

Hann vísir tó á, at oljuvinnan tykist enn liggja nakað væl úti í framtíðini.

Sum dømi um, hvussu leingi tað kann ganga, áðrenn vit koma í gongd, nevnir hann, at ikki fyrr enn 30 hol vóru royndarborað á norskum øki, funnu teir olju fyrstu ferð.

Og tá nú feløgini, sum leita undir Føroyum, kanska bara bora eitt hol um árið, kann tað gerast leingi. Men sjálvandi kunnu tey eisini vera heppin og finna olju fyrstu ferð. Hvør veit.

Óli Jacobsen heldur, at fáa vit norskar tilstandir í Føroyum, er vandi fyri, at endi verður á føroyskari fiskivinnu, tí oljuvinnan skrúar lønirnar so høgt upp, at eingin kjansur er hjá fiskivinnuni at fylgja við. Og tað sama verður galdandi fyri eitt nú skipasmiðjurnar, væntar Óli Jacobsen.

Men samstundis vísir hann á, at tað sjálvandi skal ein serlig útbúgving til at arbeiða á til dømis einum boripalli.

»Men tað fólkið gjalda oljufeløgini eisini fyri at fáa,« sigur Óli Jacobsen.

Sum dømi nevnir hann grein í danska blaðnum Jydske Vestkysten, sum veit at siga, at norska oljuvinnan keypir danska manning fyri 10.000 krónur um dagin.

So tað sigur seg sjálvt, at her hevur føroysk fiskivinna ongar møguleikar at kappast.