Enn bara ein roynd

Sclerosusjúklingar fingu í summar venjing á hestbaki

Tíðliga í summar vóru trý fólk við sclerosusjúkini nakrar ferðir úti á hestbaki, meðan tey vóru á Landssjúkrahúsinum til venjingar.

Sclerosusjúklingarnir eru av og á á sjúkrahúsi og fáa venjing við fysioterapi og ergoterapi, og ríðingin var so ein venjing aftrat. Tað var eitt tilboð til teirra, sum høvdu hug at royna hetta.

Í Danmark er vanligt at brúka ríðing í venjingini av sclerosusjúklingum, tí rørslurnar gera sjúklingunum væl, við tað at tær stimbra balansuna, hjálpa upp á spasmurnar og stimbra annars vøddarnar. Hitin frá hestinum er eisini góður fyri tey.


Danmarkarferðir burturspardar

Fyrr vóru føroyskir scleroussjúklingar onkuntíð í Danmark til venjingar, har teir eisini riðu, men nú í nøkur ár hevur Landssjúkrahúsið ikki sent fólkini til Danmarkar av spariorsøkum. Í staðin verður roynt at byggja upp eina venjingarskipan í Føroyum. Sclerosusjúklingarnir koma inn á Landssjúkrahúsið eina ferð um árið og fáa fysioterapi og ergoterapi. Í juni mánaði vóru trý fólk eisini úti og riðu.

Elin Mørkøre, yvirlækni, sigur, at hetta var ein roynd, men um royndin verður til meira, veit hon ikki, tí Landssjúkrahúsið hevur onga játtan til slíkar venjingar, sum sjálvandi kosta. Tað er gott fyri sjúklingarnar at ríða, og ikki hevði verið verri hjá teimum, tá venjingin er av, sjálv at kunnað lænt ein hest at riðið á javnan, sigur Elin.

Sclerosusjúklinganir riðu á hestum hjá Berg Hestum, sum síðan 1990 hava havt ríðing fyri brekað.Tað almenna letur stuðul til, at brekað sleppa at ríða, men hetta er bara fyri tey, sum eru undir 18 ár. Vaksin noyðast sjálv at gjalda, tí soleiðis eru reglurnar, enn í hvussu er. Almannastovan hevur víst stóran áhuga fyri at útvega brekaðum henda møguleika fyri venjing.

Ein av teimum trimum sclerosusjúklingunum, sum slapp at ríða, var Danny Jensen í Havn.

Danny hevur havt sjúkuna í nøkur ár.


Royndi fyrst

í Danmark

Danny gongur sjálvur til fysioterapi. Annars hevur hann sjálvur goldið tvær ferðir fyri upphald á Haslev Sclerosusjúkrahúsi. Danska sclerosufelagið rekur hetta sjúkrahúsið. Amtini gjalda fyri upphaldið hjá dønum á sjúkrahúsinum, men føroyingar mugu gjalda sjálvir.

Meðan Danny var á sclerosusjúkrahúsinum í Haslev, fekk hann venjing á hestbaki. Annars hevði hann ikki roynt at riðið, tá hann í summar saman við hinum báðum sjúklingunum var úti og reið. Tað dámdi honum væl.

- Tað var ein so deilig møði aftaná, sigur Danny.

Danny hevur í danska blaðnum 2?eren funnið eitt lesabræv, skrivað av einum sclererosusjúkum manni, sum í stuttum lýsir, hvussu nógva gleði hesin maðurin hevur havt av at sleppa á rossabak.

Maðurin situr í el-koyristóli, og annar armurin er veikur.

Í fyrstuni væntaði hann einki, tí at ríða krevur at halda javnvágina, og tað krevur styrki í bæði ørum og ryggi at sita á hesti.


Hjálpti skjótt

Hann varð lyftur upp á hestin í lyftu. Ein hjálpari sat á hestinum aftanfyri, og við hvørja lið vóru eisini hjálparfólk.

Átt vikur seinni sat sclerosusjúklingurin einsamallur á hestinum, men við hjálparum við hvørja lið og hjálp framman fyri hestin.

- Nú eru gingnir fimm mánaðir, og eg kann standa á egnum beinum og við ongum stuðli í rygginum. Aftrat ríðingini havi eg fingið fysioterapi, har eg havi vant armar og bein, men hesturin eigur ein stóran part av æruni fyri míni framstig.

Sclerosusjúklingurin, sum nevnist Erik Sønderbæk, skrivar, at spasmurnar fóru beinanvegin úr beinunum. Nú er hann førur fyri at vera einsamallur allan dagin, og lættari er blivið hjá honum at fara í bað og at lata seg í.