upsa ein mánadag og aftur við 3.000 kassum ein mikudag- og alt skal bjóðast út, kann prísurin skjótt blíva vánaligur. ?Tá ber væl til hjá eimum stórum fiskakeypara at sita hendur í favn og bíða, til tey smáu [...] smáu hava fingið sítt og so fær tann stóri keyparin restina fyri lítið og lætt. ? Tá átti seljarin at havt møguleika samráðst seg fram til ein prís við eitt ávíst virki, og at farið uttanlands við fiskinum [...] týdningarmikið, at eisini teir taka seg saman í felag so at teir allir draga somu línu, og fáa eitt felags andlit úteftir - og sostatt verða førir fyri at geva ráfiskakeyparafelagnum eitt kvalifiserað mótspæl
maður velur dótturin at fara í hansara stað, og tað var vist ikki vanligt í teirri tíðini, at gentur vóru í herinum! Við sær á ferðini hevur hon ein dreka og ein "fårekylling", sum skulu verða hennara "verjar" [...] "verjar". Men teir gerast tað beint øvugta og tað spyrjast nógvar stuttligar løtur burturúr tí. Hóast tað ikki gongur sum fótur í hosu hjá Mulan, so endar alt við, at hon ger familju síni æru, sum hermaður
milliónir, og bara uppsamlingin Paint My Love, sum kom út í Asia og Afrika, seldi hálvatriðju millión. Og tá produsarin fær sín part av søluni, kann Óli Poulsen fegnast saman við Jascha Richter og hansara [...] at gera tónleik og at liva av tí, og tað kann eg ikki gera í Føroyum. Sjálvandi broytist tað dagliga sambandið við vinir og familju í Føroyum, men tað ber til at halda gott samband, og vinir, sum tú hevur [...] útgávu fyri og aðrari eftir í upptøkuhølunum heima í Føroyum, flutti hann til Danmarkar at búgva. ? Eg var troyttur av at hava fast arbeiðið, og at brúka alla mína frítíð ? kvøld, vikuskifti og høgtíðir
ella fleiri føroyskir fótbóltsspælarar eru uttanlands og royndarvenja. Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni eru í Onglandi og um dagarnar eru John Petersen og Allan Mørkøre farnir til Noregs at royndarvenja. Teir [...] tað er hann heilt vist, sigur John Petersen og leggur afturat, at hann kortini ikki er so stórur, at teir fara fyri ein og hvønn prís. Fyri tað fyrsta skal tilboðið vera nóg gott og fyri tað næsta skulu [...] flogfari til Danmarkar, haðani teir skuldu víðari til Noregs. Steðgurin er stuttur og tí verður farið til sakina beinanvegin og í kvøld verða teir báðir føroysku landsliðsmenninir við í einum dysti, sum er
saman við Kina, Ukraina og Kekkia og nú miðumfarið er farið í gongd, er bara Kekkia farið heim. Hálendingar taptu eitt sett móti kekkum og kinverjum, men vunnu 3-0 á ukrainum og gjørdust tískil ovast á [...] smurdu alt av og vunnu allar sínar dystir 3-0 og Argentina, sum eisini er í tí bólkinum, krøkti seg í kubanar. Av tí at póllendingar og iranar høvdu so vánalig úrslit vórðu teir við undirlutan og máttu fara [...] ein tíma og níggju minuttir og ein tíma og 25 minuttir er alt sum brasiliumenn hava brúkt til mótstøðuliðini. Afturat Brasilia komu eisini Bulgaria og Grikkaland víðari úr bólki E. Úr bólki F komu Jugoslavia
vælkenda bólkinum OneTwo. Nú hevur hon givið út sína egnu fløgu, og áðrenn langt um leingi, skal hon á turné. Og tað er rættiliga vist, at James verður maðurin aftan fyri trummurnar. Í studio Føroyski [...] er longu í Danmark. Og síðst í hesi vikuni fer James Olsen so helst sjálvur avstað. Keypmannahavn verður bústaðurin hjá 28 ára gamla føroyinginum, sum í átta ár búði í íslandi, og har staðfesti sítt navn [...] donsku toppnøvnini Nina Forsberg og eisini Drori/Hansen Furniture, ið eru á skránni. Sostatt trýnir royndi føroyski trummuspælarin lúkst inn í elituna í danska poppheiminum. Og henda kjansin vil James ikki
síðani 1968. Og nú verður fyri vist ein hálv millión eintøk seld aftrat. EMI hevur nevniliga gjørt av, at hesin klassikarin í poppsøguni skal endurútgevast sum fløga. Júst á ársdegnum. Og júst sum upprunaliga [...] strongd av ringa arbeiðslagnum og vánaligu atmosferuni í studionum. Eitt tíðarskeið undir innspælingunum fór hann eisini í frí, og hesa tíðina tók Who-produsarin Chris Thomas yvir, og hetta tíðarskeiðið við Thomas [...] aðrir tónleikarar, intellektuell, og The Beatles fanatikarar ? søgdu, at Stg. Pepper?s var tann ultimativa poppplátan. Svarið var at ganga eina aðra leið. Í roynd og veru beint øvugta kós av undanfarnu
Dímunar og mátti hann tá fyrst bera oljuna yvir á Dráttin og síðani draga upp, fyri síðani at fáa alt á pláss. Høg og lág vitja í Dímun Nógv fólk hevur altíð vitjað í Stóru Dímun á sumri og Janus og Kinna [...] oynni, har eingin hella er og bátur sleppur undir oynna, so tey fóru við línu og fingu postin og jólatræið. Hentleikar Nógvar broytingar eru farnar fram hesi 48 árini, Janus og Kinna hava verið í Dímun. [...] Finnbogadóttir og hyggur ein leysliga í gestabókina, so eru nógvar heilsanir og mong nøvn, m. o. síggjast Drotning Margretha, Heindrikur prinsur og Frederik krónprinsur. Mangir ráðharrar og forsætisráðharrar
floksskrivari, ja, men hvat við »evnen til å kommunisere og ikke minst markedsføre utad«, økir sum »Jens Stoltenberg gjennom radio og fjernsyn klart hadde vist hvilke evner han hadde.« jhg [...] sindur uppfrá. Í bókini skrivar hon meir og minni beinleiðis, at hon ikki ynskti at Thorbjørn Jagland skuldi taka við sum floksleiðari. Jagland var tá flokksskrivari og røkti sítt starv væl. Í bókini sigur [...] Longu áðrenn bókin kom út var eitt evni nógv umtalað, og tað er um sonin Jørgen, sum tók sítt egna lív. Men harafturat fekk Thorbjørn Jagland eitt spark á skinnabeini. Ynksti ikki Jagland Fyri fyrstu ferð
hann er burturi og hvussu skjótt hann koyrir. Við hesum skilst, at tað at nýta eyguni í ferðsluni, er ikki bara sum at siga tað og - als ikki hjá børnum. Í veruleikanum eru evnini at síggja og tulka ikki fult [...] kravt av tær, at tú hugsar fyri børnini eisini og tekur fyrivarni út frá tí! Politikkarar og onnur, sum taka avgerðir, hava sjálvandi ábyrgdina av, at vegirnir og ferðsluumhvørvi er gjørt soleiðis, at børnini [...] børn lítil á vøkstri - eru lægri enn bilarnir og síggjast einfalt ikki, tá ið tey eru aftan fyri teir. Sjálv síggja børn heldur ikki upp um bilarnar - og yvirhøvur er torført hjá børnum at gera sær eina