Boð úr Danmark eftir James

Síðst í hesi vikuni fer James Olsen til Danmarkar at satsa upp á tónleikin. Boð eru eftir honum úr øllum ættum ? eitt nú Nina Forsberg og Drori/Hansen Furniture hava bjóðað James kjans

Niclas Johannesen


Trummusettið er longu í Danmark. Og síðst í hesi vikuni fer James Olsen so helst sjálvur avstað.

Keypmannahavn verður bústaðurin hjá 28 ára gamla føroyinginum, sum í átta ár búði í íslandi, og har staðfesti sítt navn ? eitt nú við bólkinum Papar, sum eisini vitjaði í Føroyum fyri tveimum árum síðani.

Nú eru tað donsku toppnøvnini Nina Forsberg og eisini Drori/Hansen Furniture, ið eru á skránni.

Sostatt trýnir royndi føroyski trummuspælarin lúkst inn í elituna í danska poppheiminum. Og henda kjansin vil James ikki lata fara frá sær.

? Eg flutti annars heim, tí mær longdist eftir Føroyum, eftir átta árum í Íslandi. Men eg má bara ásanna, at her er sera torført at hava tónleik, sum livibreyð. Og eg eri soleiðis skrúvaður saman, at eg má spæla. Tað er mítt lív, sigur James.

Fyri tveimum vikum síðani fór James so til Danmarkar at royndarspæla við Nina Forsberg, ið áður var sangarinna í vælkenda bólkinum OneTwo. Nú hevur hon givið út sína egnu fløgu, og áðrenn langt um leingi, skal hon á turné. Og tað er rættiliga vist, at James verður maðurin aftan fyri trummurnar.


Í studio

Føroyski trummuspælarin var nevniliga fyri viku síðani í Danmark. Og her var hann í studio saman við produsaranum hjá Ninu Forsberg og spældi nøkur groove oman á sangir hjá henni. Produsarin, ið eisini er guitarleikarin í bólkinum hjá Ninu Forsberg dámdi so væl tað, ið James spældi, at hann bað James koma til Danmarkar. Boðini vóru at "tú fært rúgvu at gera her í Danmark".

Fyrr í ár var James eisini í Danmark. Tá var tað Drori/Hansen Furniture, ið vildu hava fatur á góða groovinum hjá James. Tá valdi James tó at fara aftur til Føroya í fyrstu syftu. Men hann hevur framvegis samband við danska bólkin, sum annars hevur verið í Los Angeles og spælt teirra komandi fløgu inn. Og nú hann verður búsitandi í Danmark er tað ikki óhugsandi, at hann eisini fer at spæla við Drori/Hansen Furneture. Tað er nevniliga rættiliga vanligt, at somu tónleikarar ganga aftur í fleiri av donsku bólkunum, ið fara á turné.

? Hetta er fantastiskt. Eg veit ikki rættiliga hvat eg skal halda. Tað er ofta øgiliga torført at fáa fótin inn um í tað etableraða tónleikaumhvørvið, tí vil eg ikki lata henda kjansin fara frá mær. At liva av tónleiki í Føroyum ber næstan ikki til. Men eg ætli mær ið hvussu er at blíva gamal í Føroyum. So eg flyti avgjørt heim aftur fyrr ella seinni, sigur James.

Tað umleið hálva árið James hevur verið í Føroyum, hevur hann spælt í ymsum samanhangum. Seinasta spælingin á hesum sinni í Føroyum verður nú hóskvøldið í Club 20 saman við Lena Anderssen Band.


Henda myndin er tikin á Kambsdali leygarkvøldið, tá James Olsen spældi trummur bæði við Lena Anderssen Band og við Chase. Nú bíðar tann stóri kjansurin í Danmark eftir James, sum fer avstað síðst í hesi vikuni ?