Nú spæla menninir um HM-krónurnar

HM-flogbóltur: Eftir at tað í farnu viku varð avgjørt at kubanar enn einaferð eru besta flogbóltstjóð hjá kvinnum, so fóru menninir undir sína kapping fríggjadagin. Innleiðandi umfarið er liðugt og liðini sum skulu víðari eru funnin

Tað vakti miklan ans, at altjóða flogbóltssambandið setti krøv til kvinnuligu búnarnar. Tað, sum øsingin snúði seg um var, at FIVB hevði sett kvinnuliðunum krøv til búnar, men hevði ikki sett monnum somu krøv.

Tað løgdu kubanar líka í og tær vunnu, sum nevnt í leygardagsblaðnum meistaraheitið ílætnar búnar, sum tað sømir seg røttum flogbóltsleikarum ? um ein er kvinna og sær tað við eygunum hjá altjóða flogbóltssambandinum.

Soleiðis er tað nú einaferð og tað at kubanar leiktu í teimum búnum tær gjørdu gav teimum heiðurin at verða valdar liðið sum var »mest mótarætt« ílatið. Sig so tað.

Gud vitið nær hasir búnarnir koma til Føroya!


Menninir byrjaðir

Fríggjadagin fóru menninir so undir sína kapping. Ikki færri enn 24 lið eru við, og fyrstu dystirnir snúgva seg um at skilja átta tey fyrstu frá.

Tey átta liðini eru longu funnin og eru óivað ávegis heim longu nú.

Í innleiðandi umførunum vístu Kuba, sum vann World Leauge í fjør, og Brasilia sína styrki. Hesi bæði liðini hava enn ikki tapt sett í kappingini. Somuleiðis eru

hollendarar væl við í kappingini enn. Teir vunnu allar sínar dystir, men teir taptu okkurt settið á vegnum.

Nú innleiðandi umførini eru liðug eru sum sagt átta lið send heim. Nummar eitt og tvey í hvørjum av teimum seks bólkunum komu víðari saman við fýra av teimum bestu trýarunum.

Úr bólki A komu Spania, Japan og Korea víðari. Tað var um hár gjørt, at Japan kom við í millumumfarið og teir lótu bíða leingi eftir sær. Seinasti innleiðandi dysturin móti Korea skuldi vinnast og japanarar gjørdu sína skyldu, vunnu og komu víðari. Spania vísti so sanniliga sína styrki í hesum bólkinum, sum teir vunnu, hóast tveir av dystunum eru endaðir 3-2 til spaniumenn

Úr bólki B komu Italia, USA og Kanada víðari. Kanadiumenn vóru í somu støðu sum japanarar og skuldu fyri tað fyrsta ikki tapa sett um teir ætlaðu sær at stegða longri í Japan enn bara til fyrsta umfar var liðugt. Teir lúkaðu krøvini og komu víðari saman við grannunum úr USA. Italiumenn vunnu allar sínar dystir, m. a. eisini á USA, sum mátti lúta 3-1.


Hollendarar flúgvandi

Við seinastu olympisku leikirnar gjørdu hálendingar ikki mætari enn at stinga av við gullinum. Lítla landið í Europa, sum á fótbóltsvøllinum hevur víst tenn, gjørdi

nú eisini bart á flogbóltsvøllinum.

Í innleiðandi umfarinum vóru hálendingar bólkaðir saman við Kina, Ukraina og Kekkia og nú miðumfarið er farið í gongd, er bara Kekkia farið heim. Hálendingar taptu eitt sett móti kekkum og kinverjum, men vunnu 3-0 á ukrainum og gjørdust tískil ovast á rókini í bólki C.

Úr bólki D komu bara tvey lið víðari. Kubanar smurdu alt av og vunnu allar sínar dystir 3-0 og Argentina, sum eisini er í tí bólkinum, krøkti seg í kubanar. Av tí at póllendingar og iranar høvdu so vánalig úrslit vórðu teir við undirlutan og máttu fara heim. Hetta hóast póllendingar vunnu á iranum í teirra innanhýsis dysti og rættiliga greitt enntá. teir smurdu iranar av uppá ein góðan tíma.


Brasilia koyrir á

Í bólki E gjørdi Brasilia stutta prosess í øllum sínum innleiðandi dystum. Teir hava vunnið allar dystirnar 3-0 og tað er bara í tí eina settinum, í dystinum móti grikkum, at mótsøðuliðið hevur fingið fleiri enn 10 stig. Harafturat hava dystir teirra verið sera stuttir. Ein tíma og sjey minuttir, ein tíma og níggju minuttir og ein tíma og 25 minuttir er alt sum brasiliumenn hava brúkt til mótstøðuliðini.

Afturat Brasilia komu eisini Bulgaria og Grikkaland víðari úr bólki E.

Úr bólki F komu Jugoslavia og Russland víðari. Jugoslavar hava eitt sera gott lið eftir europeiskum mátistokki og teir vunnu sín innleiðandi bólk í knallharðari kapping við russarar.

Í teirra innleiðandi dysti, sum var tann seinasti í bólki F, stóð á gomlum nøglum. Dysturin gjørdist ein fimm settari og ein sannur »gysari«, sum vardi knappan hálvan triðja tíma.

Russar vunnu tey bæði fyrstu settini 16-14 og stóðu sostatt væl í tí til triðja sett. Men tá hava kreftirnar ikki verið til meira, tí triðja setti, sum jugoslavar skuldu vinna, vunnu teir heili 15-6.

Nú høvdu teir fingið blóð á tonna og teir hildu fram í sama sporið. Fjórða sett gjørdist nógv meira spennandi enn triðja, men tað endaði við, at jugoslavar vunnu tað 15-12.

Nú skuldi fimta sett brúkast og tá hvør serva gevur stig, so skulu liðini ansa sær ikki at gera ov nógvar villur. Seinasta sett gjørdist eins spennandi og fyrsta, annað og fjórða sett, men tað endaði kortini við at jugoslavar vunnu tað 16-14 og harvið vunnu teir dystin 3-2.

Við sigrinum settu jugoslavar seg á bólkasigurin. Um tað er nóg mikið til, at teir kunnu gera seg galdandi, er torført at siga, men teir eru sterkir.


Tveir bólkar á átta

Nú innleiðandi umførini eru leikt, eru liðini, sum eru komin víðari, býtt í tveir bólkar á átta. Bólkarnir síggja soleiðis út:

Bólkur G: Japan, Spania, Korea, Kanada, Kuba, Argentina, Brasilia og Bulgaria

Bólkur H: Italia, USA, Holland, Kina, Ukraina, Grikkaland, Jugoslavia og Russland.

Fjórðingsfinalurnar, sum hesir bólkarnir eru, verða leiktar í døgunum 18.-26. november og finaluumfarið verður leikt í søgunum 28. og 29. november.

Hvussu úrslitini av hesum dystum fara at verða, er ikki til at siga frammanundan, men tað er í øllum førum vist, at tað verður spennandi at síggja hvussu leikur fer.

Fyrstu dystirnir verða mikudagin og vit fara at royna at hava okkurt nýtt til fríggjadagin ella leygardagin.