Mulan skal, sum siður var í Kina um tað mundi tryggjað familju síni æru við at gerast tann perfekta dótturin. Men tað er ikki júst tað hon hevur hug til. Hennara framførsla kemur henni ferð eftir ferð í trupulleikar við tað siðabundna samfelagið hon býr í.
Pápi hennara verður innkallaður til her keisarans tí húnarnir ætla sær at leypa á bý keisarans. Men av tí at hann er ein gamal maður velur dótturin at fara í hansara stað, og tað var vist ikki vanligt í teirri tíðini, at gentur vóru í herinum!
Við sær á ferðini hevur hon ein dreka og ein "fårekylling", sum skulu verða hennara "verjar". Men teir gerast tað beint øvugta og tað spyrjast nógvar stuttligar løtur burturúr tí.
Hóast tað ikki gongur sum fótur í hosu hjá Mulan, so endar alt við, at hon ger familju síni æru, sum hermaður.