fyrireikarunum greitt, at tey ikki vildu nýta allan høllina á Hálsi. Orsøkin var, at tey mettu høllina blíva ov stóra og kalda í verandi líki, og at tað fór at gerast lættari hjá teimum at fáa samband við á [...] sigast, at øll framførslan sum heild hevði eina rúgvu av akrobatikki. Pallurin var smíðaður soleiðis, at eitt klæði var eftir miðlinjuni í høllini, og á tekjuni var lagt út yvir ovast á tromini, so at ljós [...] ein samantvíning av ljóði, ljósi, rørslum og mimikki. At fáa alt hetta at hanga saman er ein ógvuliga trupul uppgáva, men ikki kann sigast annað, enn at tey umleið tíggju svensku sirkusfólkini megnaðu hetta
Ziska seg, tá vit prátaðu við hann, eftir at hann hevði vunnið bronsumerkið í sleggjuvarpi, ella hamarkasti, sum tað eitur á meira altjóða máli. Heri kundi eisini vera væl nøgdur við sítt avrik sunnudagin. [...] tveitti sleggjuna heili 55,93 metrar! Rhodos er ein griksk oyggj, og grikkar eiga sambært traditión at vera stinnir í hesum ítróttargreinunum, og teir fingu eisini silvurmerkið við einum kasti, sum var 52 [...] sigur, so flyta teir seg ikki so nógv sum rennararnir. Tað ræður fyrst og fremst um at drekka nóg nógv, tá hitin liggur oman fyri 20 stig, sum hann gjørdi, tá tað var heitast sunnudagin. Heri Ziska skal aftur
mett, at frægast er at fara undir at gera undrisjóvartunnil millum Streymoynna og Vágoynna eftir sunnaru linjuføring. Hendan linjan er væl kannað undan 1989; við endurskoðan 1998/99 verður hon mett at vera [...] uttan víðari at fara undir hetta arbeiðið, metir nevndin. Mælt verður til, at ein anleggslóg má samtykkjast, ið staðfestir játtan, útvegar neyðugar heimildir v.m. og sum gevur grundarlag fyri at geva lánveitarum [...] varð tá fram til, at byrjast skuldi oman fyri Leynar og komast út aftur sunnan fyri Fútaklett. Hesa linjuna, hevur nevndin fyri Vágatunnilin eisini valt. Dávid Reinert Hansen sigur, at tvær høvuðsgrundir
Poul Michelsen til kennar, at hann ynskir rennibreytina har piparið grør og tosaði, sum um hann átti Gundadal. Heri Ziska endaði við at siga, at hann hevði ilt við at ímynda sær, at rennibreyt kom í Gundadali [...] neyðugt at nýta 40000 krónur av skattaborgarans peningi til tílíka ferð. Eisini var samrøða við formannin í oyggjaleikanevndini um týdningin at hava býarpolitikarar við til Gotlands at hjálpa at fáa oy [...] Havnar 2005. Ein illgruni var at hóma í báðum samrøðunum. Ístaðin fyri at sáa iva um ferðina hjá býarpolitikarunum á Gotlandi, átti Útvarp Føroya heldur at vent kikaranum oman í Gundadal og greitt fólki frá
Mangan verður tikið til, at kvinnufótbóltur er so lítið áhugaverdur, tí at eingin ferð er á dystunum, og at tað hendir ov lítið. Hetta kann man ikki siga eftir steypafinaluna hjá kvinnum sunnudagin, tá [...] havnarliðið. Fáir minuttir vóru eftir til hálvleiks, og tey flestu høvdu helst væntað, at hálvleiksstøðan fór at vera 1-0 til HB, men so var ikki. Ein langur bóltur blívur sendur inn í HB verjuna, og ein [...] una, og steypið kemur at standa enn eitt ár í felagshúsinum í Gundadali. At tað var HB, sum vann dystin, var ikki so óvæntað, men tær fingu dygga mótstøðu, og tað var nær við, at KÍ-kvinnurnar fóru norður
sóknar kommunu er, at konstruksjónin, sum ætlanin er at seta upp á múrkrúnuna, fer ikki at halda í ódnarveðri, meðan í hinum borðinum verður sagt, at konstruksjónin verður gjørd á tann hátt, at hon tolir ta [...] mær er at finna ein arbeiðshátt, sum allir partar taka undir við, soleiðis, at vit kunnu lyfta í felag og kunna fara undir arbeiðið. Slíkt tekur langa tíð, tí eg leggi ótrúliga stóran dent á at loysa málið [...] Signar á Brúnni í fjør bar upp á mál, at hann fór at skera ígjøgnum í málinum, um glið ikki kom á, vil hann sera treyðugt taka hetta stigið. - Eg leggi stóran dent á, at Kirkjubøar sóknar kommuna á ein ella
arbeiðsørindum, at vitja umborð á hesum snotiliga skipi. Og á vegnum oman, staðfesti eg, at skipið uttan iva var størri enn Norrøna, men hvussu nógv størri dugdi eg ikki at siga, soleiðis uttan at hava hugt [...] kensluna av at vera í einum operahúsi, ella onkrum líknandi. ? Tað má verða stuttligt at fáa loyvi til at framføra á hesum pallinum, hugsaði eg, men tankarnir fóru aftur til ferðafólki, og at tey uttan iva [...] fær miðaldrandi og eldri ferðandi at stórtrívast umborð. Tí tað er einki at dylja yvir, at reiðaríið hevur tá skipið er bygt fyri einum góðum ári síðani lagt dent á, at hetta skipið skal brúkast til ríkfólk
orsøkunum til at samlaði kostnaðurin gerst góðar 25 mió. er, at bygningurin varð gjørdur beinanvegin, og ikki bíðaði til farið varð undir seinnu byggi-stigini. Men fyri at tað skuldi vera møguligt at gera bygningin [...] hevur boðið sær at fíggja 70 prosent av bygninginum, meðan stuðulin frá landinum fíggjar hini 30 prosentini, og tað merkir sostatt, at Grunnurin Tórsvøllur einki kemur at hava við bygningin at gera. Torleif [...] ? Jú tað vera vit. Men við at gera tað á henda hátt, so loysa vit tveir trupulleikar í senn. Vit hava ein hølistrupulleika í løtuni, og hann kunnu vit loysa, við at flyta virksemi okkara oman í nýggja
okkum, at í dag liggur eingin maður grivin har. Gamli bóndin, Janus, er helst tann seinasti, sum hevur verið uppi á dranginum, og hann sigur, at har er ov lítil valling til, at nøkur grøv kann vera har. [...] Men at tað hevur sæð ørðvísi út fyri túsund árum síðani, kann væl vera. Men endamálið við túrinum er jú at vitja upp á Oynna. So vit verða sett á land, meðan báturin fer út aftur á skipið at føra fleiri [...] beinanvegin, at halgan er nær, og ikki er neyðugt við stórum katedralum at finna tann frið, mangur leitar eftir. Í hesum døgum, nú tað tykist so alneyðugt at fara til Nepal og onnur fjarløgd støð »at finna seg
væntað, at tað fór at vera so, sigur Poul Michelsen. ? Felagslívið í Havn var soleiðis fyrr, og vit hava við hesum víst, at tað er soleiðis enn, at tá tørvur er á tí, so eru fólk altíð fús at rætta eina [...] varð, at mótvegis á bygd er ikki vanligt í Havn, at maður fer av húsi at rætta eina hjálpandi hond ókeypis. Men tíðin hevur víst, at veruleikin er ein heilt annar. Eitt ótal av fólki fór trúliga oman á Tórsvøll [...] arbeiði við Tórsvølli varð sagt, at eitt fór Tórsvøllur at vanta sammett við vøllin á Svangaskarði tá hann var í gerð, og tað var tann ókeypis arbeiðsmegin, sum toftamenn í fyri at vøllurin gjørdist veruleiki