Borgarstjórin mátti standa skúlarætt, tá hann aftur og aftur varð spurdur, um tað nú er neyðugt at nýta 40000 krónur av skattaborgarans peningi til tílíka ferð.
Eisini var samrøða við formannin í oyggjaleikanevndini um týdningin at hava býarpolitikarar við til Gotlands at hjálpa at fáa oyggjaleikirnar til Havnar 2005. Ein illgruni var at hóma í báðum samrøðunum.
Ístaðin fyri at sáa iva um ferðina hjá býarpolitikarunum á Gotlandi, átti Útvarp Føroya heldur at vent kikaranum oman í Gundadal og greitt fólki frá, hvørjar óneyðugar upphæddir har verða nýttar. Tá eru tær 40000 krónurnar smápeningur.
Tað kann tykjast løgið, at eitt ferðalag frá Býráðnum fer til Gotlands at hjálpa at fáa oyggjaleikirnar til Havnar 2005, samstundis sum býráðið gevur loyvi til eina hálva loysn í Gundadali fyri skjótt 20 milliónir.
Leivur Hansen
Sunnudagin hevði Útvarpið samrøðu við borgarstjóran, sum segði, at býráðið leggur alla orku í, at oyggjaleikirnir vera í Havn 2005. Longu í juli mánaði næsta ár skal ein fullfíggjað ætlan sendast aðalstýrinum fyri oyggjaleikirnar.
Eitt krav frá aðalstýrinum er, at oyggjaleikirnir eru á einum stað, tað vil siga, at ein rennibreyt skal gerast í Havn, og fyrireikingarnar mugu byrja beinanvegin.
Hví hevur Býráðið so ikki frá byrjan kravt, at fyrireikingarnar til rennibreytina um Tórsvøll vórðu gjørdar beinanvegin. Nú arbeiða fólk av lívsins kreftum at seta upp ófantalig betongelement, sum øll standa har rennibreytin skal vera.
Ein forðing var spreingiarbeiðið á norður/eystur síðuni, men á vestursíðuni eru áskoðaraplássini eisini segg út á økið hjá rennibreytini. Bert húsið hjá Fótbóltssambandinum gevur pláss fyri rennibreytini.
Og sum rosinan í pylsuendanum hevur býráðið júst játtað hálva millión í meiristuðli til áskoðarapláss suðureftir, sum ikki pláss eru til, tá ið stadionið skal gerast liðugt um eini tvey ár. Nú er knappliga meira peningur tøkur. Og alt hetta verður gjørt, meðan fólk frá býráðnum eru á Gotlandi og arbeiða fyri at fáa oyggjaleikirnar til Havnar 2005. Hetta hongur bara ikki saman.
Poul Michelsen
Køn fólk siga, at tað kostar minst eina millión at stoypa nýggj fundamentir og flyta hesi tungu betongelementini, sum peika upp í himmalin.
Ein rokning uppá eina millión er komin frá teimum, sum teknaðu upprunaliga Tórsvøllin. Hesar stóru upphæddir nevndi Útvarp Føroya ikki við einum orði, tá tosað varð við borgarstjóran, men heingir seg í tær 40000 krónurnar til gotlandsferðina.
Fyri kortum var útvarpsprát millum Hera Ziska frá frælsa ítróttinum og Poul Michelsen frá Tórsvølli. Í samrøðuni gav Poul Michelsen til kennar, at hann ynskir rennibreytina har piparið grør og tosaði, sum um hann átti Gundadal.
Heri Ziska endaði við at siga, at hann hevði ilt við at ímynda sær, at rennibreyt kom í Gundadali, sjálvt um fólk fóru at berjast fyri rennibreytini. Tí royndirnar í Føroyum vísa, at fyribilsloysnir gerast tíanverri endaligar loysnir.
Poul Michelsen segði orðarætt at enda í útvarpssamrøðuni: »Eg kann gott føla? ella fylgja, hvis Heri hevur tað mótsatta følilsi, at teirra dreymur er brostin«.
Júst hesin setningurin er áhugaverdur og sigur nógv í øllummálinum um Tórsvøll. Eingin ivi er um, at seinasta orðið um Gundadal ikki er sagt enn.
Tað fyrsta býráðið skuldi gjørt var at broytt nevndina í Tórsvølli, ella niðurlagt partafelagið og sjálvt yvirtikið Tórsvøll. So fingu vit eitt snotuligt stadion í høvuðsstaðnum, sum borgararnir høvdu verið fegnir um, og tann upprunaligi málsetningurin var rokkin.
Kaj Leo Johannesen
Í bløðunum leygardagin sigur fótbóltsmaðurin og formaðurin í mentanarnevndini í Havn, Kaj Leo Johannesen, at rennibreytin kann gerast uppi í Hoydølum. Álvaratos Kaj Leo, er tað veruliga tín meining, at nógvu skúlarnir í Havn skulu longu leið niðan í Hoydalar, bara tí fótbóltsmenninir nú kanna sær Gundadal, sum frá byrjan varð ætlað einum snotuligum stadioni í Havn?
Í samrøðu við Sjónvarpið sunnukvøldið vildi borgarstjórin ikki nágreiniliga svara, tá ið Tórður Mikkelsen spurdi hann um rennibreytina í Gundadali. Fer nakað fram aftanfyri leiktjaldið, sum almenningurin ikki fær at vita um Tórsvøll? Okkurt bendir á tann bógvin.
Ella er politikkur veruliga so myrkur, dapur og órættvísur, tá ið hann er ringastur. Málið um Tórsvøll er tíverri eitt prógv um hetta.
Sjálvandi skulu oyggjaleikirnir 2005 vera í Gundadali. Har eru hallirnar, svimjihøllin og so okkara komandi stadion.
Nógv fólk verða vónsvikin, um upprunaliga ætlanin um Tórsvøll verður slept. Gundadalur er ítróttarmiðdepulin í Havn, og frælsi ítrótturin og skúlaungdómurin skal eisini hava pláss í Gundadali.
Í Visby á Gotlandi er stadion við rennibreyt, hví so ikki í Tórshavn.
Livst so spyrst.
Vagnur Michelsen