? Støðið er hækkað nógv seinastu tvey árini, so eg eri væl nøgdur við bronsuna, hóast eg hevði ætlanir um gull.
Nakað soleiðis málbar Heri Ziska seg, tá vit prátaðu við hann, eftir at hann hevði vunnið bronsumerkið í sleggjuvarpi, ella hamarkasti, sum tað eitur á meira altjóða máli.
Heri kundi eisini vera væl nøgdur við sítt avrik sunnudagin.
? Jú, eg slóg oyggjaleikametið, men tað hjálpti bara ikki so nógv, tá tveir aðrir eisini slógu tað, helt fryntligi ítróttarmaðurin fyri.
Gamla oyggjaleikametið var 48,26 metrar. Tað slóg Heri við einum kasti, sum var 48,92 metrar. Men tað munaði lítið móti Andy Frost av Isle of Wight, sum tveitti sleggjuna heili 55,93 metrar! Rhodos er ein griksk oyggj, og grikkar eiga sambært traditión at vera stinnir í hesum ítróttargreinunum, og teir fingu eisini silvurmerkið við einum kasti, sum var 52,89 metrar.
Tað var heitt á frælsa ítróttarøkinum í Visby sunnudagin, og tað merktu rennararnir eisini nógv til. Hjá Hera (og Ingibjørg í kúluvarpi) bilti hitin tó ikki so nógv, tí sum Heri sigur, so flyta teir seg ikki so nógv sum rennararnir. Tað ræður fyrst og fremst um at drekka nóg nógv, tá hitin liggur oman fyri 20 stig, sum hann gjørdi, tá tað var heitast sunnudagin.
Heri Ziska skal aftur í eldin í morgin, tá klingruvarp er á skránni.
? Tá eri eg í somu støðu sum eg var hesaferð. Eg fari eftir gullinum, men eg veit ikki, hvussu støðið er í mun til seinast, so tað er trupult at siga, hvussu tað fer at ganga, sigur Heri Ziska.