Undirhaldandi kvinnufinala

Fótbóltur: Kvinnurnar hjá HB og KÍ sýndu kvinnufótbólt, tá ið hann er best, tá liðini bæði hittust í steypafinaluni sunnudagin. HB vann dystin 4-3 eftir longda leiktíð

Mangan verður tikið til, at kvinnufótbóltur er so lítið áhugaverdur, tí at eingin ferð er á dystunum, og at tað hendir ov lítið. Hetta kann man ikki siga eftir steypafinaluna hjá kvinnum sunnudagin, tá ið HB og KÍ spældu ein sera undirhaldandi dyst, har bæði liðini spældu málsøkið spæl við rættuliga nógvari ferð.


Byrjaðu varisliga

Bæði liðini løgdu varliga fyri. Tað sást væl, at tey høvdu stóra virðing fyri hvørjum øðrum, og spælið var fyri tað mesta á miðjum vølli. Nógvir harðir nærdystir vóru á miðjuni, og serliga stuttligt var tað at síggja dystin millum aðra av tvíburðasystrunum hjá KÍ, Ragnu Andreasen, og so liðskiparan hjá HB, Eyðvør úr Dímun, sum høvdu sera nógvar nærdystir.

Ikki fyrr enn umleið hálvur tími var leiktur av dystinum, bleiv spælið eitt sindur fríari, og nakrar málmøguleikar spurdust. Einir 32 minuttir vóru leiktir, tá ið Helga Ellingsgaard hjá HB fær ein høgan bólt úr høgra borði. Helga fær bóltin beint innan fyri brotsteigarmarkið hjá KÍ, snýtir ein verjuleikara, men fyri opnum máli skýtur hon bóltin beint við síðuna av málinum hjá KÍ.

Seks minuttir seinni var vandi á ferð í málteiginum hjá HB. Eitt KÍ-horna endar við, at vælleikandi liðskiparin hjá KÍ, Malena Josephsen, hálvfluktar bóltin, men hann fór beint við síðuna av málinum.

Tveir minuttir seinni hevur HB bóltin nakað framman fyri miðjuna í høgra borði. Bóltin verður stungin inn um verjuna hjá klaksvíkingum, har Eyðfríð Kristiansen hjá HB gerst leys, og við vinstra fóti prikar eiðisgentan bóltin fram við Birgit Thomsen í málinum hjá KÍ, og so var 1-0 til havnarliðið.

Fáir minuttir vóru eftir til hálvleiks, og tey flestu høvdu helst væntað, at hálvleiksstøðan fór at vera 1-0 til HB, men so var ikki. Ein langur bóltur blívur sendur inn í HB verjuna, og ein verjuleikari og málverjin hjá HB misskilja hvørja aðra, og tað ger Malena Josephsen sær dælt av. Hon fangar bóltin, og úr spískum trillar hon bóltin í tóma HB-málið, og so var 1-1, bert fá sekund áðrenn dómarin, Suni Johansen, bríkslaði fyri hálvleiki.

Fyrri hálvleikur endaði sostatt við javnleiki, og tað var heldur ikki heilt av leið. Tað vóru klaksvíkskvinnurnar, sum høvdu mesta spælið fyri steðgin, meðan kvinnurnar hjá HB høvdu teir vandmiklaru málmøguleikarnar.


HB legði hart út

eftir steðgin

Tað vóru kvinnurnar hjá HB, sum komu best frá byrjan í seinna hálvleiki. Tá ið fýra minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, hevði afturvenda Teresa Johnsson hjá HB ein skallara, sum endaði á stongini, og bert tveir minuttir seinni legði HB seg aftur á odda.

Eitt innlegg úr vinstru endar hjá Helgu Ellingsgaard, men Birgit Thomsen í málinum hjá KÍ hálvbjargar. Bólturin støkkur út aftur til Helgu, sum liggjandi fær prikað hann inn í málið til 2-1.

Tveir minuttir seinni er aftur vandi á ferð. Teresa Johnsson stútar eitt gott innlegg úr høgru frá Helgu Ellingsgaard, men Birgit bjargar meistarliga væl til horna.

Einir tíggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá ið HB økir um leiðsluna. Annika Godtfred sendir eitt horna úr vinstra borði væl inn í brotsteigin hjá KÍ, har Eyðvør úr Dímun, púra ódekkað við handaru stong, kann seta pannuna undir bóltin, so at hann fer í netið til 3-1.

Nú vóru tey flestu helst sannførd um, at henda finalan var avgjørd, men tað var so langt frá tí.

Seinni hálvleikur var nærum hálvrunnin, tá ið ein leikari hjá KÍ sleppur aftur til baklinjuna í vinstru síðu og leggur bóltin út frá í málteiginum hjá HB, har liðskiparin hjá KÍ, Malena Josephsen, fær fatur á bóltinum, og hon langar hann í meskarnar aftan fyri Atu Høgnadóttir í málinum hjá HB, og so var bert eitt mál á muni.

Klaksvíkskvinnurnar fingu nú av álvara blóð upp á tonna, men tær vóru skerdar, tá ið Malena Josephsen noyddist út við skaða fýra minuttir eftir, at hon hevði skotið sítt seinna mál. Tó merktist missurin av liðskiparanum ikki so væl sum væntað, tí einans seks minuttir eftir, at hon var farin út, javnaði KÍ. Eitt horna úr vinstra borði kemur høgt og væl inn fyri, og tá ið verjan hjá HB ikki fær bóltin burtur, er Rannvá Andreasen avgjørd og skýtur bóltin í málið, og so stóð aftur á jøvnum. Henda støða helt sær, tað sum eftir var av dystinum, men tá ið leikt var út yvir vanligu leiktíðina, var nær við, at KÍ fekk avgerandi málið. Klaksvíkskvinnur fáa horna í høgra borði, og tað verður sent heilt yvir til handaru stong, har ein leikari hjá KÍ stendur púra leys inni í málteiginum, men hon setti høvdið ov langt undir bóltin, so at hann fór eitt gott petti oman fyri málið.


Eyðvør fekk

avgerandi málið

Javnleikur eftir vanligu leiktíðina, og tískil var neyðugt við umdysti, har leikt var tvær ferðir tíggju minuttir. Karmarnir til dystin vóru nú í topp, tí ein rúgva av áskoðarum vóru nú komnir, og hetta setti sín dám á dystin. Bert eitt mál kom í umdystinum, og tað fekk HB. Hetta málið kom í seinasta minuttinum av fyrra hálvleiki í umdystinum. Havnarliðið fekk eitt hornaspark nakað úti í vinstru síðu, einar tjúgu metrar frá baklinjuni hjá KÍ. Helga Ellingsgaard sendir bóltin inn í brotsteigin hjá KÍ, har liðskiparin hjá HB, Eyðvør úr Dímun, fær fatur á honum, og hon sendir hann í netið til 4-3, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.

Sostatt vann HB aftur í ár kvinnufinaluna, og steypið kemur at standa enn eitt ár í felagshúsinum í Gundadali. At tað var HB, sum vann dystin, var ikki so óvæntað, men tær fingu dygga mótstøðu, og tað var nær við, at KÍ-kvinnurnar fóru norður við steypinum. Ilt er at taka dagar ímillum, hvat liðið var betur, men tað tóktist, sum um HB hevði fleiri streingir at spæla uppá. Hinvegin hevði KÍ so sanniliga eisini sínar møguleikar, og vóru tær eitt sindur neyvari, so hevði úrslitið óivað verið eitt annað.


Góð reklama fyri kvinnufótbóltin

At finalan var góð reklama fyri kvinnufótbóltin, er eingin sum helst ivi um. Nógv ferð var á dystinum, og leikdygdin var eisini høg. Fleiri leikarar spældu framúr væl. Á vinnandi liðnum kunnu nevnast liðskiparin Eyðvør úr Dímun, sum var drúgv bæði í álopi og verju, Liljan av Fløtum Jespersen og Maria Johnsson vóru brandar í verjuni, eins og Silja á Borg, sum kanska var besti leikarin á vøllinum, hóast hon ikki var so sjónlig. Silja var álitið, sum ruddaði upp á miðvøllinum, tá ið hinir miðvallarnir vóru farnir fram í álop, og hon dekkaði eitt ótrúliga stórt øki við sínum stóra renniarbeiði.

Hjá KÍ slepst ikki undan at nevna tvífalda málskjúttan Malenu Josephsen, sum tíverri noyddist út við skaða. Malena vísti, at hon hevur gott máltev, og tað var nær við, at hon fekk fleiri enn tað eina málið. Eisini sást, at tvíburðasystrarnar Ragna og Rannvá Andreasen hava ment seg nógv, síðani tær eru farnar til Danmarkar at spæla. Í verjuni hjá KÍ leikti veteranurin, Birgit Ryan, eisini ein góðan dyst.


Ein ovurfegin venjari

Eftir dystin hittu vit venjaran hjá HB, Maluna Mohr, og hon var ovurfegin. Malan segði seg vera sera fegna um sigurin, og hon helt gentur sínar hava spælt ein branddyst. Somuleiðis helt Malan, at tað var gleðiligt at síggja, hvussu nógv KÍ hevur tikið seg fram í seinastuni. Tað er sjón fyri søgn, at tvíburðasystrarnar hava styrkt um liðið hjá KÍ, helt Malan, sum eisini segði seg fegnast um, at útvarpið hevði sagt frá seinna hálvleiki og umdystinum í finaluni, ti hon helur, at kvinnufótbólturin fær alt ov lítlan ans í fjølmiðlunum.

Sosialurin ynskir HB-kvinnunum hjartaliga tillukku við finalusigrinum.