endaspurtinum leið tað nógv best eftir hjá Drekanum. Í hvørjum taki tóku teir seg eitt vet inn á Jallin, men teir á Jallinum vóru teir drúgvastu, og tá ið teir fóru um málið, var tað ein lítil skutur aftur [...] fer Royndir Fríða at vinna heiðursmerki. Tað eydnaðist ikki í dag. Spurningurin er, um tað verður á jóansøku, sum verður um eina viku í Vági. 1 Jallurin 05.22.26 2 Drekin 05.23.10 3 Sílið 05.25.12 4 Royndir [...] Nýggjur vinnari var í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum í góðveðrinum á Skálafjørðinum. Jallurin vann, meðan Drekin var næstfremst. Jallurin leyp avstað í startinum, og fram ímóti endaspurtinum
motorin á Smyrli, gongur sum ætlað. Tað sigur Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni. Tað var í seinnu hálvu í mai, at tey fóru undir arbeiðið at yvirhála teir fýra motorarnar á Smyrli [...] eftir vanligu ferðaætlanini fyrst í næstu viku. Men tað verður bara í tvær vikur, tí beint eftir jóansøku verður annar motururin tikin frá, tí tá skal hann yvirhálast og tá verður ferðaætlanin aftur broytt [...] yvirhálast. Tað er tann nýggi motorurin, sum varð settur í tíðliga í 2014, tá ið tann eini motorurin á Smyrli brádliga fór í knús. Og næsta heyst skal so Smyril eisini uttanlands í dokk í einar tríggjar
Fyri einari viku síðani var fyrsti FM kappróðurin á norðoyastevnu. Tá vóru fínastu róðrarlíkindi, og soleiðis verður tað eisini í dag, tá ið annar FM kappróðurin verður. Hann verður í Kollafirði, har tey [...] sundalagsstevnu. 61 bátsmanningar hava boðað frá luttøku. 17 av teimum luttaka í barnaróðrinum. Sammett við á norðoyastevnu er tað soleiðis, at hesa ferð liggja bátarnir, sum stóðu seg best fyri einari viku síðani [...] í hálvgum seks, tá ið 10-mannaførini roknast at fara um málið. Sundalagsstevna í Kollafirði FM kappróður Barnaróður gentur kl. 13.30 5 Hulda 6 Havørnin 7 Ingibjørg 8 Frúgvin 9 Firvaldur 10 Knúkur 11 Ørnin
Norðoyastevna hevur verið um vikuskiftið og harvið eisini kappróður. Sì myndirnar av kappróðrinum undir greinini.
trubadururin upplivdi á síni konsertferð í hesum landinum, sum nógvir føroyingar á mínum ungu árum illa nokk vildu kennast við. Men politikk tíma tey fægstu á Norðoyastevnu. Trætur um ríkidømi á sjógvi og landi [...] merkið og hoyra skilafólk flyta fram røður og hugleiða vakurt og vitborið um lívið. Á grækarismessu, á flaggdegnum og á Norðoyastevnu. Takk góðu skótar, tit sum eru við í skrúðgonguni, hornblásarar og f [...] Av samhuga róptu poetarnir varskó! Heimurin var á vandakós. Tað var boðskapurin, ið hoyrdist um allar geilar. Og lovsangurin frá teimum, ið stóðu her á torginum sunnukvøld og hildu útimøti. Hvør í sínum
Viðhvørt er tað gott á norðoyastevnu, og viðhvørt er tað ikki so gott. Sum myndin vísir, ið varð tikin fyri einari løtu síðani, so eru líkindini at halda norðoyastevnu og at rógva kapp á vánni av teimum fagrastu [...] Allar fyrireikingarnar eru av, og nú er klárt at fara undir ársins fyrsta FM kappróður. Nógv er lagt fyri at gera klárt. Klaksvíkar Róðrarfelag eigur nógvar stuðlar – ikki minst vinnan í Klaksvík, sum [...] fagrastu. Myndina tók Ísak Mikladal, formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag. Her á in.fo verður fylgt við í kappróðrinum, sum tað ber til at síggja beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.
barnaróðurin í dag klokkan 14. Líkindini bæði at rógva og fylgja við tí, sum fer at ganga fyri seg á vánni í Klaksvík seinnapartin eru heilt góð. Tað er turt og lýtt, og høgættarlotið verður millum lítið
veður nakrar ferðir.Talan er um ætlaðu siglingina við flakum á Vatninum í Vági. Og tað var sum á jóansøku, tá flakarnir so við og við komu vestur á Vatnið. Sera nógv fólk høvdu leitað sær vestur til Vatnið [...] til hólman miðskeiðis á Vatninum, og aftaná høvdu skótar sølubúð við heitum sjokulátudrykki , kaffi og bollum. Góðveðrið gjørdi ikki løtuna verri, og flakarnir liggja teir flestu nú á Vatninum, so møguleiki
Skakandi at lesa tað rógvarin Hjálmar Hátún førir fram á in.fo um trygd á sjónum. Nú havi eg síðani 2003 skrivað nógvar greinar um trygdina umborð á kappróðrarbátum. Tá Hjálmar sigur, at tað ber ikki til [...] ð Knørr. - Gjaldið bøturnar og broytið hugburð um trygdina á sjónum. Og er ynski um broyta í kunngerðina um trygd á sjónum, so er møta upp á aðalfundinum hjá Róðrarsambandinum, tí tað er har møguliga [...] rinda bótina er tó ikki fallin í góða jørð hjá øllum. Vagnur Michelsen, ið vanliga skrivar um kappróður á heimasíðuni hvannrok.fo, skrivar í dag um samrøðuna, ið in.fo hevði við Hjálmar Hátun, ið rør við
manningini umborð á Orminum Langa, Hjálmar Hátún og Hálvdan Brink Dalsgaard í Føroya rætti, ákærdir fyri at hava brotið kunngerðina um trygd umborð á kappróðrarbátum. Tá Ormurin Langi vandi á vágni í Klaksvík [...] bátastøddirnar og at atlit mugu kunna takast at aldrinum á rógvarunum. Dómarin gav tó frágreiðingini hjá Hálvdani B. Dalsgaard meiri ans, tá hann vísti á, hvussu illa kunngerðin er orðað. - Kunngerðin sigur [...] at hava lisið kunngerðina nærri, at teksturin er ógreiður á økinum. Teksturin er soljóðandi: § 1. Tá lagt verður frá landi, skal øll manningin á kappróðrarbáti vera í einum av Skipaeftirlitinum góðkendum