Klokkan 18 í kvøld var tiltakið, sum hevur verið útsett vegna veður nakrar ferðir.Talan er um ætlaðu siglingina við flakum á Vatninum í Vági.
Og tað var sum á jóansøku, tá flakarnir so við og við komu vestur á Vatnið. Sera nógv fólk høvdu leitað sær vestur til Vatnið, og tey fingu eisini sera snøggar flakar at síggja, har nakrir høvdu gjørt meira burturúr, enn aðrir. Men fleiri høvdu lagt nógv fyri, og har var t.d. løgreglubátur, sjórænaraskip og onkur hevði enntá avspælara til tónleik umborð.
Onki at ivast í, at eini 150 til 200 fólk hugdu, meðan siglt var kapp út til hólman miðskeiðis á Vatninum, og aftaná høvdu skótar sølubúð við heitum sjokulátudrykki , kaffi og bollum.
Góðveðrið gjørdi ikki løtuna verri, og flakarnir liggja teir flestu nú á Vatninum, so møguleiki er at fara ein túr í summar.
Mynd; Helena Svenningsdóttir










