Kappróður í framúr líkindum

Nú verður farið undir kappróðurin á norðoyastevnu

Allar fyrireikingarnar eru av, og nú er klárt at fara undir ársins fyrsta FM kappróður.

Nógv er lagt fyri at gera klárt. Klaksvíkar Róðrarfelag eigur nógvar stuðlar – ikki minst vinnan í Klaksvík, sum við sínum bátum og kranum og øllum handa slag av amboðum ger at fyrireikingarnar verða so nógv lættari.

 

Veðrið ber tað hvørki fyrireikarum, stuðlum, rógvarum ella nøkrum øðrum at gera nakað við.

Viðhvørt er tað gott á norðoyastevnu, og viðhvørt er tað ikki so gott.

 

Sum myndin vísir, ið varð tikin fyri einari løtu síðani, so eru líkindini at halda norðoyastevnu og at rógva kapp á vánni av teimum fagrastu.

Myndina tók Ísak Mikladal, formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag.

 

Her á in.fo verður fylgt við í kappróðrinum, sum tað ber til at síggja beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.