Fyrsti FM kappróðurin í hesum róðrarárinum verður í dag.
Eftir at tað tríggjar ferðir hava verið ódnartøk, sum eru kærkomin fyrireiking til róðrarárið, standa tað í dag stig uppá spæl í FM kappingini.
Barnaróðurin plagar at vera klokkan 13, men orsaka av ferðaætlanini hjá Smyrli verður barnaróðurin í dag klokkan 14.
Líkindini bæði at rógva og fylgja við tí, sum fer at ganga fyri seg á vánni í Klaksvík seinnapartin eru heilt góð. Tað er turt og lýtt, og høgættarlotið verður millum lítið og einki, og tað er púra slætt.
Tíðir eru ásettar fyri einstøku róðrarnar. Lagt verður til brots við barnaróðri fyri gentur klokkan 14, og 10-mannaførini eru sett at leggja til startin klokkan 17.20.
Róðrarsambandið sigur, at tíðirnar hjá teimum eldru eru flaggtíðir. Tað vil siga, at tá ið flaggið fer upp, skulu bátarnir beinanvegin leggja til startin. Bátur, sum ikki hevur lagt til startin fimm minuttir eftir, at flaggið er farið upp, verður biðin um at fara av róðrarøkinum. Roknast kann við, at starturin verður umleið tíggju minuttir eftir, at flaggið er farið upp.
5-mannafør barnaróður gentur – klokkan 14.00
5 Frúgvin
6 Ørnin
7 Drekin
8 Firvaldur
9 Ingibjørg
10 Havørnin
11 Knúkur
12 Tambar
5-mannafør barnaróður dreingir – klokkan 14.30
5 Spógvin
6 Pílur
7 Svalan
8 Knúkur
9 Fiskurin
10 Ternan
11 Ingibjørg
12 Heykur
13 Fípan Fagra
5-mannafør gentur – klokkan 15.20
2 Drekin
3 Tambar
4 Stubbin
5 Fenja
6 Blikur
7 Falkur
8 Sílið
9 Knúkur
10 Kollur
11 Royndin Fríða
12 Báran
13 Pílur
14 Tjaldrið
15 Beinta
16 Frúgvin
6-mannafør kvinnur – klokkan 15.45
7 Lómur
8 Smyril
9 Páll Fangi
10 Sølmundur
5-mannafør dreingir – klokkan 16.10
5 Tjaldrið
6 Royndin Fríða
7 Silja
8 Sílið
9 Drekin
10 Heykur
11 Ørnin
12 Jallurin
13 Ingibjørg
6-mannafør menn – klokkan 16.30
7 Rádni
8 Lómur
9 Gongurólvur
10 Páll Fangi
8-mannafør – klokkan 16.50
7 Ørvur
8 Argjabáturin
9 Heiðabáturin
10 Árnfirðingur
5-mannafør kvinnur – klokkan 17.05
7 Sílið
8 Blikur
9 Teistin
10 Jallurin
11 Erla Kongsdóttir
10-mannafør – klokkan 17.20
7 Havnarbáturin
8 Drekin Reyði
9 Klaksvíkingur
10 Suðuroyingur
11 Ormurin Langi