Nýggjur vinnari var í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum í góðveðrinum á Skálafjørðinum.
Jallurin vann, meðan Drekin var næstfremst.
Jallurin leyp avstað í startinum, og fram ímóti endaspurtinum var blái báturin eina bátslongd undan Drekanum og Sílinum, sum leingi lógu borð um borð um kappingini um næstfremsta plássið.
Í endaspurtinum leið tað nógv best eftir hjá Drekanum. Í hvørjum taki tóku teir seg eitt vet inn á Jallin, men teir á Jallinum vóru teir drúgvastu, og tá ið teir fóru um málið, var tað ein lítil skutur aftur til Drekan.
Ábendingar hava undanfarnu ferðirnar verið um, at kanska fer Royndir Fríða at vinna heiðursmerki. Tað eydnaðist ikki í dag. Spurningurin er, um tað verður á jóansøku, sum verður um eina viku í Vági.
1 Jallurin 05.22.26
2 Drekin 05.23.10
3 Sílið 05.25.12
4 Royndir Fríða
5 Silja
6 Tjaldrið
7 Ingibjørg
8 Heykur
9 Ørnin









