- Gjaldið bøturnar og broytið hugburð

Tað er boðskapurin hjá Vagnur Michelsen, ið heldur lítið um hugburðin hjá róðrarmanningini

Manningin umborð á einum kappróðrarbáti slapp í Føroya rætti í gjár frá at rinda bøtur, ið tey høvdu fingið vegna manglandi brúk av bjargingarvestum, tí dómarin metti, at lógarteksturin, ið krevur at vestar verða brúktir undir venjing, ikki var nóg greiður, og ynskti tískil at spyrja Vørn um málið


Les eisini: Kappróðrarmálið: Dómarin hevur talað


Avgerðin hjá róðrarmanningini at royna málið í rættinum heldur enn at rinda bótina er tó ikki fallin í góða jørð hjá øllum. Vagnur Michelsen, ið vanliga skrivar um kappróður á heimasíðuni hvannrok.fo, skrivar í dag um samrøðuna, ið in.fo hevði við Hjálmar Hátun, ið rør við Orminum Langa.


Les eisini: Møta í rættinum: Sýta fyri at rinda bót 


- Skakandi at lesa tað rógvarin Hjálmar Hátún førir fram á in.fo um trygd á sjónum. Nú havi eg síðani 2003 skrivað nógvar greinar um trygdina umborð á kappróðrarbátum. Tá Hjálmar sigur, at tað ber ikki til, at man bara knallar eina lóg ígjøgnum, ið onkur einaferð hevur gjørt og eingin spyr hví, so hevur Hjálmar ikki gjørt sítt heimaarbeiði. Tað er ikki onkur, men Fiskiveiðueftirlitið í samstarvi við Róðrarsambandið, sum hevur snikkað til lógina um trygd umborð á kappróðrarbátum. Og lógin er samtykt í løgtinginum, skrivar Vagnur Michelsen í drúgvari viðmerking um málið.


Vagnur Michelsen vísir í viðmerkingini á, at hann metir Føroya rættur er skeiva stað at viðgera málið, og betur hevði verið, um tað bleiv viðgjørt á aðalfundi hjá Róðrarsambandinum, men leggur samstundis dent á, at tað neyvan hevði fingið undirtøku, tí sambært honum, er tað einans Róðrarfelagið Knørrur, ið hevur nakað ímóti galdandi lóg.


- Til dømis í Argja Róðrarfelag og Havnar Róðrarfelag eru vestarnir eingin trupulleiki og partur av venjingarbúnanum. Har rógva øll í vesti eisini manningin umborð á Drekanum Reyða og Havnarbátinum. Hissini oldboysrógvari tekur tó lógina í egnar hendur. Tá Hjálmar sigur, at vesturin forðar venjingini, so er hetta beinleiðis ósatt, tí tað havi eg spurt rógvarar um, skrivar Vagnur Michelsen.


Vagnur Michelsen endar viðmerkingini við eini áheitan til Róðrarfelagið Knørr.


- Gjaldið bøturnar og broytið hugburð um trygdina á sjónum. Og er ynski um broyta í kunngerðina um trygd á sjónum, so er møta upp á aðalfundinum hjá Róðrarsambandinum, tí tað er har møguliga broytingin skal fara fram og ikki í rættinum. Í einum felag eru tað nevndin og aðalfundurin, sum seta kósina í felagnum. Og vilja limir ikki ganga undir hesi kós og reglugerð, so hava hesi einki at gera í felagsskapinum. So einfalt er tað, skrivar Vagnur Michelsen.