raskir við línuni. Ikki minst hava teir verið fegnir um teir stóru línubátarnir, sum hava verið í Klaksvík. Í Klaksvík eru sjey stórir línubátar. Nú á páskum lógu fimm av teimum lið um lið við bryggju undir [...] arbeiða í gjár. Og allir bátarnir vóru tómir beint eftir døgverða. Tað hevur roynst avbera væl hjá línubátunum. Og tað gjørdu tað eisini hesuferð: Pison hevði 2.200 sentnarar, Klakkur hevði 2.000, Jákup B hevði
okkurt føroyskt navn verður at síggja í ensku landskappingini í nærmastu framtíð. Herfyri vóru Jákup á Borg úr B36 og Heðin á Lakjuni úr KÍ í London, har teir vandu í 2. deildarfelagnum Watford, sum mánadagin [...] deildarliðnum hjá KÍ í 1995. Hann var tá 17 ára gamal. Í Føroyum er hann kendur sum ein skjótur og vandamikil áleypari. Í Watford spældi hann ein dyst á eykaliðnum á miðjuni. Spælistílurin í Onglandi er eisini [...] bara sum at siga tað at fara Jákup á Borg spældi fyrstu ferð við besta liðnum hjá B36 í 1996. Tá var hann 16 ára gamal, og hann var eisini við í meginpartinum av dystunum í fjør, tá B36 bleiv føroyameistari
m úr Klaksvík, sum ger teir so umbidnar úti í heimi. Fyrst var tað Todi Jónsson, síðani Jákup Mikkelsen og nú Heðin á Lakjuni. Svend Jacobsen er formaður í KÍ, og hann sigur, at felagið gjørdi ein sáttmála [...] Lakjuni beint áðrenn hann fór til Watford at royndarvenja. ? Vit gjørdu sáttmálar við allar spælarar í hópinum, beint áðrenn steypakappingin byrjaði, burtursæð frá Heðin, sum fekk sáttmála beint áðrenn hann [...] til, at eitt felag sum KÍ ger sáttmálar við allar sínar spælarar, er at forða øðrum føroyskum feløgum í at fara avstað við teimum, men so er tað sjálvandi eisini møguleikin fyri, at útlendsk feløg bjóða teimum
strikuni. Tað var størsti møguleiki, fuglfirðingar høvdu í dystinum, og í seinna hálvleiki vóru teir sjáldsamir gestir í B36-brotsteiginum. Eins og í dystinum móti TB á Tvøroyri fyri páskir byrjaði leikandi [...] sendi bóltin í netið til 2-0. Tá hevði B36 havt eitt áhaldandi trýst, sum fyrr ella seinni mátti geva úrslit. Egil Zachariasen og nýggi póllendingurin í ÍF-álopinum fingu ikki nógv at arbeiða við í seinna hálvleiki [...] hálvleiki, men póllendingurin vísti, at hann er sterkur í luftspælinum. B36-álopsparið Jákup á Borg/John Petersen kann blíva áhugavert at fylgja við seinni í ár, tá kappingin er meira útliðin. Týskvøldið var
luttikið í eini altjóða kapping í Danmark. Tað vóru Hans Jákup Jacobsen, Gunnar Hansen og Christoffer Olsen úr Havnar Judofelag, og Oddur Olsen og Jan Petersen úr Klaksvíkar Judofelag, sum luttóku í Limfjords [...] Christoffer gekk eisini heilt væl í fleiri dystum, men teir taptu allar sínar dystir hesu ferð. Í fjør vann Gunnar ein dyst, men tá kappaðist hann í tí yngra bólkinum. Kappast verður í tveimum bólkum: Dreingjum [...] Innan hesar bólkar eru luttakararnir so býttir upp í vektbólkar. Hans Jákup og Christoffer luttóku í dreingjabólkinum, meðan Gunnar, Oddur og Jan luttóku í unglingabólkinum.
liðfelagarnir í KÍ hava staðið andlit til andlit í superliguni. Tað var á Lyngby stadion, tá Jákup spældi í superliguni fyri fyrstu ferð. Dysturin millum Herfølge og FCK verður sendur beinleiðis í sjónvarpi [...] Vejle fall meiri ella minni í fátt, tá FCK hevði økt til 3-1. Nú hevur Todi Jónsson skorað tríggjar ferðir upp í slag, og næsta takið hjá honum verður at gerast toppskjútti í FCK. Í hesum kappingarárinum hevur [...] Aftur hesa ferð eydnaðist tað Toda Jónsson at fáa eitt mál í donsku superliguni. Tað var í Parkini í Keypmannahavn, har Vejle vitjaði. ? Vit vunnu 4-1, og vit vóru hepnir. Eg haldi, at teir spældu betri
liðnum. Fyrru ferðina, Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson spældu móti hvørjum øðrum í fremstu røð í Danmark, var í august 1995. Tá spældi Todi í Lyngby, sum á heimavølli vann 2-0. Jákup Mikkelsen spældi ta ferðina [...] superliguni, heldur Jákup Mikkelsen fyri, tá vit hava hann í telefonini. Jákup eigur plássið Hóast fýra mál fóru ígjøgnum hjá honum 2. páskadag, tá Silkeborg vitjaði, so er tað púra greitt, at Jákup Mikkelsen skal [...] skal verja málið hjá Herfølge í kvøld. Í donsku pressuni varð avrikið hjá Herfølge móti Silkeborg mett at vera út av lagi vánaligt, og hesum er Jákup Mikkelsen ikki ósamdur í: ? Hugburðurin var ússaligur
fíggja tað. Óli Jacobsen, landsstýrismaður í Almannamálum, setti alment Heilaárið í Føroyum og í røðu síni segði hann, at átakið er dømi um, at vit í Føroyum liva í tøttum samstarvi við umheimin. Vitan, upplýsing [...] Heilaárið, sum varð sett á samkomu í Norðurlandahúsinum í gjár, hevur ein greiðan málbólk, nevniliga tey ungu, ið ganga í fólkaskúla og miðnámsskúla. Tað verða hesi, sum fara at mynda framtíðina, verða [...] fólk. Undangongumaður hansara Ronald Reagan, ið var forseti USA í tveimum umførum og kanska tann máttmiklasti maðurin í heiminum tey árini, er í dag álvarsliga raktur av sjúkuni Alzheimer og veit ikki til
Í okkara samfelag hava í mong ár ymiskar stuðulsskipanir verið nýttar á landi og á sjógvi. Ein stuðulsskipan, ið hevur verið nógv umrødd í seinastuni, er íløgustuðlin til fiskiskipini, ið byrjaði at virka [...] hevur givið nógv virksemi til virkini. Í skrivandi stund, 2. páskadag, er tað ein vøkur sjón at síggja 5 av okkara línuskipum liggja við Kósabrúnna, norðanífrá ? Jákup B, Klakkur, Kvikk, Pison og Núpur. Tað [...] meiningar um. Eitt kunnu vit í øllum førum gera okkum heilt greitt, at uttan ein ella annan stuðul letur hetta seg ikki gera. Torleif Sigurðsson, valevni Javnaðar- floksins í Norðoyggjum
eftir B36-málið í eini roynd at javna út áðrenn hálvleik. Í staðin var tað eitt B36-mótálop, sum førdi til 2-0 í seinasta minuttinum av hálvleikinum. Jákup á Borg og Tomislav Sivic, sum spældu í álopinum hjá [...] inni í seinna hálvleiki), ið eru kend og roynd fótbóltsnøvn í Føroyum, og sum fyrr hava roynt seg í 1. deild. Men at tað framvegis verður torført hjá sumbingum at halda sær uppi í bestu deildini í ár, man [...] seinni í ár. B36 fekk fyrsta veruliga kjansin í dystinum, tá eini tíggju minuttir vóru spældir. Jákup á Borg gjørdist leysur, men skeyt bóltin við síðuna av málinum. Fimm minuttir seinni brendi á í hinum