Nú er stórur møguleiki fyri, at okkurt føroyskt navn verður at síggja í ensku landskappingini í nærmastu framtíð.
Herfyri vóru Jákup á Borg úr B36 og Heðin á Lakjuni úr KÍ í London, har teir vandu í 2. deildarfelagnum Watford, sum mánadagin tryggjaði sær uppflyting til 1. deild.
Teir báðir gjørdu rættiliga vart við seg í bretska høvuðsstaðnum, og úrslitið av ferðini er nú, at Watford hevur bjóðað teimum báðum sáttmála.
Í løtuni umhugsa teir støðuna, men sum skilst er Heðin á Lakjuni sera áhugaður í at fara, meðan Jákup á Borg ivast eitt sindur meir.
? Sjálvandi eri eg áhugaður. Hetta er tað, tú hevur droymt um, síðani tú var lítil, sigur 20 ára gamli Heðin á Lakjuni.
? Men eg havi ikki skrivað undir upp á nakað enn, og tað verður so ikki fyrr enn í summarsteðginum.
Heðin vísir á, at teir í Onglandi hava tað, teir kalla »transfer deadline« ? eitt evstamark fyri keypi og sølu av spælarum ? og hon er farin. Við øðrum orðum verður tað ikki loyvt hjá Watford og øðrum enskum feløgum at hava nýggjar spælarar á liðnum fyrr enn kappingin endar um góðar tríggjar vikur.
Heðin á Lakjuni var fyrstu ferð at síggja á 1. deildarliðnum hjá KÍ í 1995. Hann var tá 17 ára gamal. Í Føroyum er hann kendur sum ein skjótur og vandamikil áleypari. Í Watford spældi hann ein dyst á eykaliðnum á miðjuni. Spælistílurin í Onglandi er eisini væl øðrvísi enn í Føroyum, men Heðin sigur, at tað má ein so bert venja seg við. Tað hjálpir eisini væl, at hann og Jákup á Borg longu hava verið og kunnað seg við umstøðurnar í Watford og sostatt vita, hvat teir fara til, um teir taka av tilboðnum úr Onglandi.
Ikki bara sum
at siga tað at fara
Jákup á Borg spældi fyrstu ferð við besta liðnum hjá B36 í 1996. Tá var hann 16 ára gamal, og hann var eisini við í meginpartinum av dystunum í fjør, tá B36 bleiv føroyameistari.
? Sum nú er, umhugsi eg støðuna. Men tað er jú ikki bara sum at siga tað at fara avstað, sigur Jákup á Borg.
? Eg havi ikki fingið mær nakra útbúgving enn, og eg vil eisini fegin sleppa við B36 út í Europa Cup í ár, sigur hann.
Eisini hann ásannar, at tað er stórur munur á at spæla fótbólt í Føroyum og í Onglandi.
? Eg fekk ein lítlan skelk í fyrstani. Har er einki, sum eitur stempling, og ferðin er sera høg. Men tað má ein so venja seg við.
Graham Taylor
og Ronnie Rosenthal
Watford FC er eitt rættiliga kent fótbóltsfelag, einamest orsakað av Elton John, sum miðskeiðis í 80-unum átti ein stóran part av felagnum.
Tað ger hann ikki longur, men søgur hava verið at hoyrt um, at heimskendi sangarin og sangskrivarin aftur hevur áhuga í at seta pengar í gamla felagið hjá sær.
Kendasti spælari, Watford hevur havt, man vera John Barnes, sum seinni gjørdist víðagitin í Liverpool og eisini hevur spælt eina rúgvu av landsdystum fyri Ongland. John Barnes spælir í dag við Newcastle.
Kendasti spælari, Watford hevur í dag, er ísraelski landsliðsspælarin Ronnie Rosenthal, sum eins og Barnes er meira kendur sum Liverpool-spælari. Og manager er eingin annar enn Graham Taylor, sum fyri nøkrum árum síðani var enskur landsliðsvenjari, men sum fekk sekkin, tá Ongland ikki kláraði at spæla seg til HM-endaspælið í USA í 1994.
Felagið heldur til eitt sindur norðan fyri London. Heimavøllurin Vicarage Road kann hýsa umleið 25.000 áskoðarum. Felagið hevur sum nevnt tryggjað sær uppflyting til 1. deild, sum er næstbesta deildin í Onglandi, har teir so skulu spæla næsta ár ? kanska við tveimum føroyingum á liðnum.









