Todi trý mál á rað

Fótbóltur: Fríggjadagin skulu teir báðir klaksvíkingarnir í superliguni standa andlit til andlit í uppgerð, sum verður send í sjónvarpinum

Aftur hesa ferð eydnaðist tað Toda Jónsson at fáa eitt mál í donsku superliguni. Tað var í Parkini í Keypmannahavn, har Vejle vitjaði.

? Vit vunnu 4-1, og vit vóru hepnir. Eg haldi, at teir spældu betri enn vit rættiliga leingi. Teir komu á odda 1-0, og tað var ikki fyrr enn vit miðskeiðis í 2. hálvleiki upp á tveir minuttir skoraðu til 2-1 og 3-1, at vit fingu yvirvág, greiðir Todi Jónsson frá úr Keypmannahavn.

Hann skoraði til 3-1, tá 21 minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki, og tveir minuttir seinni varð hann skiftur út. Kanska var tað eitt sindur spell, tí fyritreytirnar at gera okkurt málið afturat vóru góðar, tí Vejle fall meiri ella minni í fátt, tá FCK hevði økt til 3-1.

Nú hevur Todi Jónsson skorað tríggjar ferðir upp í slag, og næsta takið hjá honum verður at gerast toppskjútti í FCK. Í hesum kappingarárinum hevur Todi Jónsson í tólv dystum skorað sjey mál. Toppskjútti er David Nielsen, sum í nógv fleiri dystum hevur skorað níggju mál.


Uppgerð millum

klaksvíkingar

Hjá Jákupi Mikkelsen og Herfølge royndist tað ikki væl 2. páskadag. Silkeborg, sum kappast við FCK um plássið undir Brøndby, sum hesa ferð vann 2-0 í Lyngby, var á vitjan í Herfølge, og teir vunnu ikki minni enn 4-0.

Jákup Mikkelsen hevði ikki teir stóru møguleikarnar at bjarga málunum, men hann var óheppin ta einu ferðina, tá hann hálvbjargaði meistarliga, men ólukkutíð stakk bólturin út í Nocko Jukovic og frá honum í málið.

Næsta takið hjá Herfølge verður at fáa stig, tá FCK kemur at vitja fríggjakvøldið. Tá skal annar klaksvíkingurin gera sítt ítarsta í málinum, og tað verður at syrgja fyri, at m.a. Todi Jónsson ikki sleppur at skora mál.

Tað er bara komið fyri eina ferð áður, at teir báðir fyrrverandi liðfelagarnir í KÍ hava staðið andlit til andlit í superliguni. Tað var á Lyngby stadion, tá Jákup spældi í superliguni fyri fyrstu ferð.

Dysturin millum Herfølge og FCK verður sendur beinleiðis í sjónvarpi fríggjakvøldið, og tað hevði ikki verið av leið, um Sjónvarp Føroya gjørdi eina roynd at fáa fatur í hesi fyri føroyingar sera áhugaverdu uppgerðini.

Leygardagin hevði sjónvarpið fótbólt á skránni, men tað vóru mong, sum ikki vistu av hesum, tí dysturin varð ikki lýstur frammanundan.

Úrslitini í superliguni um vikuskiftið broyttu einki í toppinum, har Brøndby hevur beina kós móti DM, og Silkeborg og FCK kappast um næstfremsta plássið.

Í botninum tóku bæði Ikast og Aarhus Fremad eitt stig inn á liðini, sum eru stødd omanfyri, m.a. Herfølge, sum kortini framvegis tykist vera fara at eiga pláss í bestu deildini eisini komandi ár.

Úrslitini: AGF-Aarhus Fremad 1-1, Lyngby-Brøndby 0-2, FCK-Vejle 4-1, Herfølge-Silkeborg, OB-Aab og Ikast-AB 1-1.

Í 1. deild stendur einki serligt til hjá Esbjerg og Jan Allan Müller. Hesa ferð taptu teir 3-0 á heimavølli móti Svendborg, og nú eru bara tvey stig niður til niðurflytingarstrikuna.