2 x John Petersen

Fótbóltur: John Petersen skeyt bæði málini, tá B36 týskvøldið vann 2-0 á ÍF

Við tveimum frálíkum málum syrgdi John Petersen fyri, at B36 vann steypadystin móti ÍF týskvøldið 2-0.

Samstundis vísti skálamaðurin, at hann hevur størri týdning fyri B36-liðið enn nakar annar einstakur spælari, kanska burtursæð frá spælandi venjaranum Tomislav Sivic, sum sjálvandi eisini hevur sín avgjørda týdning á vøllinum eins væl og uttanfyri.

Bæði málini hjá John Petersen, eitt í hvørjum hálvleiki, vóru meir ella minni einmansavrik.

Tað fyrsta kom, eftir at ÍF-málverjin hevði hálvbjargað einum B36-skoti. Bólturin endaði hjá John, sum inni í brotsteiginum sneiddi eini tríggjar fuglfirðingar av sær, áðrenn hann sendi bóltin í málið.

Tað var miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og inntil tá hevði dysturin verið rættiliga javnur við eini lítlari yvirvág til heimaliðið. Aftan á málið kom eitt sindur meira friður yvir spælið, men eins og í dystinum millum HB og FS Vágar kvøldið fyri sást væl, at menn enn ikki eru komnir rættiliga í dystarvenjing. Bóltførleikin er enn ikki komin heilt upp á pláss, og fleiri sendingar, sum sóu lættar út, endaðu, har piparið grør.

Dysturin varð eisini merktur av teimum mongu fríspørkunum, sum bæði liðini vóru líka góð um at gera.

Ikki fyrr enn í seinna hálvleiki kom rættilig ferð á tey gulu kortini, men eisini í fyrra hálvleiki kundi onkur fingið eina ávaring uttan at mótmæla.


Bjargaði á strikuni

Stutt eftir málið hjá B36 var um reppið, at ÍF kom upp á javnleik, men lobbið upp um málmannin varð sparkað burtur á strikuni.

Tað var størsti møguleiki, fuglfirðingar høvdu í dystinum, og í seinna hálvleiki vóru teir sjáldsamir gestir í B36-brotsteiginum.

Eins og í dystinum móti TB á Tvøroyri fyri páskir byrjaði leikandi B36-venjarin uttanfyri. Týskvøldið kom hann inn í byrjanini av seinna hálvleiki, og tað gav eitt sindur meira hugflog yvir B36-spælið. Holini í ÍF-verjuni vórðu væl brúkt, men trupulleikin var framvegis, at sendingarnar vóru ov óneyvar.

Bartal, Torkil og liðskiparin Torstein spældu væl í verjuni hjá ÍF og fingu fatur á nógvum. Torstein var heppin ikki at fáa reyða kortið, tá Jens Kristian Hansen (hevur yvirtikið liðskiparabandið frá pensioneraða beiggjanum Tummas Eli) setti ferð á og var á veg ígjøgnum, men varð steðgaður óregluliga. Hann fekk reyða kortið, men Lassin mistók seg og helt, at hann hevði eitt gult frammanundan, og vísti honum tí reytt. Tað varð so broytt til gult ? eitt av mongum, sum komu í seinna hálvleiki.

Tá hevði John Petersen longu skorað sítt næsta mál og avgjørt dystin. Ein langur bóltur varð sendur heilt fram til baklinjuna, har John sera kaldur prikaði bóltin framvið einum ÍF-verjuleikari, sum kom stórleypandi, og sendi bóltin í netið til 2-0.

Tá hevði B36 havt eitt áhaldandi trýst, sum fyrr ella seinni mátti geva úrslit.

Egil Zachariasen og nýggi póllendingurin í ÍF-álopinum fingu ikki nógv at arbeiða við í seinna hálvleiki, men póllendingurin vísti, at hann er sterkur í luftspælinum.

B36-álopsparið Jákup á Borg/John Petersen kann blíva áhugavert at fylgja við seinni í ár, tá kappingin er meira útliðin. Týskvøldið var tað tó fyrst og fremst John Petersen, sum glógvaði.