VB hevur veruliga fingið vind í seglini eftir ringu úrslitini fyrst í mai mánaði. Sunnudagin høvdu vágbingar vitjan av grannunum úr Sumba, og vertirnir vunnu dystin 2-0. Sumbingar høvdu annars meginpartin [...] at spæla, tá VB økti um leiðsluna og í veruleikanum tryggjaði sær sigurin. Og tað var ein rein verjufadesa hjá sumbingum. Aftasti maðurin skuldi senda bóltin út í síðuna, men rakti beint á Milan Milanovic [...] var heldur ikki fullmannað til dystin. Milan Culjic fekk sítt triðja gula kort í kappingini, tá VB seinasta sunnudag vitjaði í Klaksvík, men vágbingar høvdu Jón Paula Olsen. Hann var munurin millum VB og
higartil í landskappingini og tapti 4-0 í Gundadali í einum oddadysti, sum ongantíð bleiv til tað, áskoðararnir høvdu roknað við. NSÍ tók seg upp á annað plássið, men runavíkingar eru í løtuni í so óstøðugur [...] fyrsta sigri í landskappingini. Tað var heldur ikki væntað, at hann skuldi koma móti GÍ, men ein kemur ikki langt við javnleikum í hesum døgum, og um fuglfirðingar ikki skjótt lata seg í vinnaraskógvarnar [...] Nógv gjørdist, um ikki heilt greitt, so í øllum førum greiðari eftir sjeynda umfar í bestu fótbóltsdeildini um vikuskiftið. Tað er greitt, at tað fer at verða sera torført hjá hinum liðunum at steðga HB
Geolgau. Endurtøka av finaluni í 1992 Einaferð áður hava tey bæði mest vinnandi feløgini í føroyskum fótbólti hitst í eini finalu um Løgmanssteypið. Tað var tann 12. august í 1992, og tá var tað HB, sum vann [...] nógv teir bestu møguleikarnar fyri at verða omaná í finaluni. Tað er greitt, at havnarmenninir mugu metast at reint psykiskt hava munin á klaksvíkingum í løtuni, men ein finala er nú einaferð ein finala [...] Málskjútti hjá havnarliðinum í tí dystinum, var núverandi formaðurin Gunnar Mohr. Tann finalan var ikki ein av teimum mest vælleiktu, og vónandi fáa vit eina meira undirhaldandi finalu í kvøld. Nógvir áskoðarar
at mæla landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til at gera meiri burturúr at tosa við partarnar í í fiskivinnuni, áðrenn tiltøk verða sett í verk. Tey tiltøk, sum verða sett í verk, eiga at verða løgd fyri [...] arbeiðir. Viðhvørt er so lítið skil í, at eg má spyrja, hvar logikkurin er. Tað gekk ikki meiri enn ein mánaði áðrenn tann fyrsti samanbresturin kom ímillum av oddamonnum í nýggju sjálvstýrissamgonguni. Men [...] umsiting ikki tosa við partarnar í fiskivinnuni, sum tiltøkini ávirka, áðrenn tey verða sett í verk, sigur Heini O. Heinesen Og skilið er eisini hareftir, leggur formaðurin í fiskivinnunevndini afturat. Púra
um uppá nummar eitt og tvey frá Norðoyastevnu. Hvessingur vann í Klaksvík, men megnaði ikki at halda Jarnbardi aftanfyri seg í Runavík. Í Runavík gjørdist Gongurólvur nummar trý og munurin millum hesar [...] uppaftur størri. Vágsgentur hava í hvussu er nakað at vísa í Sundalagnum. Tær skulu vísa áskoðarunum at okkurt var sum tað ikki skuldi verða seinasta vikuskifti. Bátarnir liggja í hesi røð: 1.Drekin 2.Fípan [...] forða teimum í at vinna allar stevnurnar í ár, men um tað verður nóg mikið er so ein annar spurningur. Higartil hevur so púra eingin spenningur verið millum 10-mannaførini. Bátarnir liggja í hesi røð: 1
Felagið Streymur í Hvalvík og Streymnesi hevur í eina tíð ligið meir ella minni í stilli. Men nú tikist rákið at vera vent, og tað rekur rættiliga hart fyri tíðina, eins og tað ofta ger í Sundalagnum. ? [...] Vit vildu gera nakað fyri at fáa lív í felagið aftur, sigur Jákup Hansen, sum í vetur varð valdur til formann í Streymi. ? Felagið verður 20 ár nú í ár, og hetta hildu vit vera eitt gott høvi at fáa høli [...] og í talvi hevur besta úrslitið verið nummar tvey eitt árið. Kappróðurin er skipaður í Hvalvíkar/Streymnesar Róðrafelag (HSR) Jákup Hansen er sjálvur føroyameistari í borðtennis hjá monnum bæði í single
mitt í, so fólk kunnu sita og halda sær í, meðan tey fara teir umleið 58 metrarnar frá fastlandinum yvir í Stakkin og øvugtan veg, sigur Birgir Davidsen, sum er í trímannanevndini fyri Stakkin. Í kassanum [...] 23. mai í ár varð tann nýggi kassin at sjórða fólk út í Stakkin tikin í nýtslu. Tað var ein lítil bólkur av dønum, sum fyrst royndu nýggja kassan. ? Kassin er nakað størri. Benkur eru á hvørjari síðu á [...] lættari og tryggari hjá fólki at koma í kassan og úr honum aftaná. Um tung fólk vóru í kassanum, hevði hann hug at botna, men tað ger nýggi kassin ikki. ? Nú er alt í lagi við stronginum, kassanum og at
skipari á 200 tons fiskibátinum Explorer, við heimstað í Cape Town í Suðuramerika, og hevði verið við í tvey ár. Teir høvdu siglt í 10 dagar og høvdu 85 tons í lastini, tá teir vóru tiknir og førdir til Reunion [...] umframt bert at ganga hendur í lummma. Eg stytti mær stundir við at spáka í býnum, havi gittar við og skrivi sangir - mest andaligar sangir. Í løtuni er HM-kappingin í sjónvarpinum, og tað bøtir um [...] fram við einari lítlari oyggj í indiska havinum. Hann visti bert ikki, at ein kunngerð 1. januar 1998 varð sett í gildi, sum segði, at tá skip koma inn um 200 fjóðringarmarkið í fronskum sjóøki, skulu teir
útlendsku ætlar sær upp í oljuvinnuna. Stutt eftir stovnanina lýsti felagið eftir stjóra í bløðunum. Umsóknarfreistin var úti 12. juni og tá vóru fýra umsóknir komnar nevndini í hendi. Burturúr hesum fýra [...] føroyska oljufelagið, P/F Atlants Kolvetni. Wilhelm Petersen byrjar í nýggja starvinum fyrsta august. Kjartan Hoydal, nevndarformaður í Atlants Kolvetni er væl nøgdur við talið av umsøkjarum. ? Tað var sera [...] at seta tann 36 ára gamla vestmenningin Wilhelm Petersen í starv. Wilhelm er útbúgvin civilverkfrøðingur og hevur doktaraheitið (Ph.D.-heitið) í framleiðslutøkni. Harumframt hevur hann eisini lisið búskap
Í samband við Ovastevnuna, sum verður vikuskifti 7.-9. august fara nólsoyingar at skipa fyri stuðulssvimjing um Nólsoyarfjørð. Tað er Erlendur Simonsen, sum hevur tikið stig til svimjingini og hann skipar [...] svimjihyl í Nólsoy. Tað er sjálvsagt, at streymurin má verða til vildar tá svomið verður um Nólsoyarfjørð og tí verður ikki svomið tá Ovastevnan verður, men vikuskiftið- áðrenn, tann 1. august, tá streymurin [...] streymurin er linastur. Ætlanin er at fáa so nógv sum gjørligt at verða við í svimjingini og áhuga kunnu seta seg í samband við Erlend Simonsen á tlf. 310644. Bátur fer at fylgja við hvørjum einstøkum svimjara