23. mai í ár varð tann nýggi kassin at sjórða fólk út í Stakkin tikin í nýtslu. Tað var ein lítil bólkur av dønum, sum fyrst royndu nýggja kassan.
? Kassin er nakað størri. Benkur eru á hvørjari síðu á kassanum, og ein stong er sett mitt í, so fólk kunnu sita og halda sær í, meðan tey fara teir umleið 58 metrarnar frá fastlandinum yvir í Stakkin og øvugtan veg, sigur Birgir Davidsen, sum er í trímannanevndini fyri Stakkin.
Í kassanum, sum var áðrenn, høvdu fólk ikki benkur at sita á ella stong at halda sær í. Nýggi kassin er eisini fluttur nakað upp í mun til strongin. Ferðafólkini sita tí á linju ella omanfyri strongin. Hetta ger tað bæði tryggari og lættari at hála ferðafólkini innaftur á fastlandið.
Hallið millum fastlandið og Stakkin er umleið17 metur. Út í Stakkin, sum er 133 metrar høgur, er tí eingin trupulleiki at koma - tá er undanbrekka. Tá ið ferðafólkið skal innaftur á fastlandið eru eini fimm hjálparfólk, sum við eini langari línu draga kassan við fólkinum innaftur
Góðkendur av Arbeiðseftirlitinum
? Ætlanin hjá okkum hevur allatíðina verið at fáa kassan góðkendan. Tí hava vit eisini tosað við Arbeiðseftirlitið, og teir hava góðkent kassan og strongin.
? Vit vilja hava hetta í lagi, um vit framhaldandi fara við ferðafólki út í Stakkin. Arbeiðseftirlitið hevði okkurt at siga um gamla kassan, men hetta er alt rættað við nýggja kassanum.
? Vit hava eisini gjørt atløguplássini betri, so tað er lættari og tryggari hjá fólki at koma í kassan og úr honum aftaná. Um tung fólk vóru í kassanum, hevði hann hug at botna, men tað ger nýggi kassin ikki.
? Nú er alt í lagi við stronginum, kassanum og atløguplássunum, og eg trúgvi ikki, at tað er neyðugt at gera meir við hetta í mínari livitíð, sigur Birgir.
Tilsaman hevur Stakkurin ofrað umleið 30.000 krónur fyri at bøta og betra umstøðurnarm at koma til og frá Stakkinum.
Seyður sleptur út
Ferðafólk, sum í ár fara út í Stakkin, fáa eisini eina eyka uppliving, sum ferðafólkini í fjør ikki fingu. Tveir hornaseyðir og seks ær vórðu sleptar út síðsta heyst og hava gingið allan veturin. Meðan ferðafólk er á Stakkinum verður seyðurin tó stikaður inni á heimarapartinum av Stakkinum. Triðja hvørt ár er Stakkurin friðaður fyri seyð.
? Tað hevur eisini verið rættiliga nógvur fuglur at sæð í Stakkinum í ár. Fleygingin hevur tó ikki givið so nógv tey síðstu árini, men kanska tað fer at vera betri í ár. Stakkurin hevur annars keypt sær nakrar fleygingarstengur, sum skulu liggja fast úti í Stakkinum, og sum eigarnir kunnu nýta. Á hendan hátt nýtist hvør einstakur ikki at hava sína stong liggjandi.
Krevjandi fyri útlendingar
Í fjør vórðu tríggjar ferðir gjørdar út í Stakkin við ferðafólki. Umleið 100 fólk vóru við á hvørjari ferð. Higartil í ár eru tvær ferðir gjørdar, og báðu ferð er nýggi kassin nýttur.
Á fyrru ferðini var bara ein lítil bólkur á umleið 15 fólk, men á seinnu ferðin vóru 80 fólk við. Tað hava verið útlendingar í báðum førum.
? Tað er ikki eins lætt at fara við útlendingum út í Stakkin. Fyri útlendingum vísir tað seg at vera meir krevjandi. Sjálvt um vit hava gingið spakuliga við teimum. Og tað at fara niðuraftur av Skoradalsheygnum móti Stakkinum, vísir seg at vera trupult hjá nøkrum.
Tvær afturat í ár
Tvær ferðir við ferðafólki út í Stakkin verða afturat í ár. Tær eru lagdar at vera 12. og 26. juli.
? Tá ið vit fara avstað, mugu vit vera einir 15 - 20 ferðaleiðarar við á ferðini. Hetta eru staðkend fólk úr Tjørnuvík og onkur úr Vík. Tað ber ikki til hjá hesum fólkinum at gera fleiri ferðir hvørt ár, og tá ið komið er inn í august er so nógv hoygging, at ikki ber til hjá fólki at ríma frá.
Lýst verður nærri seinni, hvar ein kann boða frá luttøku, um ein ynskir at sleppa við. Hvør ferð kostar 250 krónur og tá er eisini ein máltíð í bygdahúsinum í Tjørnuvík aftaná túrin í Stakkinum íroknað prísin. Borðreitt verður við føroyskum viðskera.









