Stuðulssvimjing um Nólsoyarfjørð

Í samband við Ovastevnuna fara nólsoyingar at skipa fyri stuðulssvimjing um Nólsoyarfjørð

Í samband við Ovastevnuna, sum verður vikuskifti 7.-9. august fara nólsoyingar at skipa fyri stuðulssvimjing um Nólsoyarfjørð.

Tað er Erlendur Simonsen, sum hevur tikið stig til svimjingini og hann skipar eisini fyri henni, saman við Stuðulsnevndini fyri svimjihyl í Nólsoy.

Tað er sjálvsagt, at streymurin má verða til vildar tá svomið verður um Nólsoyarfjørð og tí verður ikki svomið tá Ovastevnan verður, men vikuskiftið- áðrenn, tann 1. august, tá streymurin er linastur.

Ætlanin er at fáa so nógv sum gjørligt at verða við í svimjingini og áhuga kunnu seta seg í samband við Erlend Simonsen á tlf. 310644.

Bátur fer at fylgja við hvørjum einstøkum svimjara.

Tó at tað kapping ikki er høvuðsmálið, so verður svimjingin skipað sum ein tílík. Málið er heiðursportrið í Nólsoy og teir svimjarar, sum ikki raka beint á víkina, mugu so renna íðsta teinin til heiðursportrið.

Ætlanin er so at fáa fyritøkur og stovnar at stuðla eins og vanlig fólk eisini kunnu stuðla, verður sagt í tíðindaskrivinum.