Fyri ikki so langari tíð síðan tóku menn seg saman um at stovna eitt føroyskt oljufelag, sum á jøvnum føti við tey útlendsku ætlar sær upp í oljuvinnuna.
Stutt eftir stovnanina lýsti felagið eftir stjóra í bløðunum.
Umsóknarfreistin var úti 12. juni og tá vóru fýra umsóknir komnar nevndini í hendi.
Burturúr hesum fýra valdi nevndin at seta tann 36 ára gamla vestmenningin Wilhelm Petersen í starv.
Wilhelm er útbúgvin civilverkfrøðingur og hevur doktaraheitið (Ph.D.-heitið) í framleiðslutøkni. Harumframt hevur hann eisini lisið búskap.
Seinastu seks árini hevur Wilhem Petersen starvast sum kredittleiðari í Føroya Sparikassa.
Áðrenn tað starvaðist hann á Danmarks Tekniske Universtitet, DTU.
Fyrstu uppgávurnar hjá stjóranum verða at føra endaligu samráðingarnar við tey samtøk, íð hava víst áhuga at samstarva við føroyska oljufelagið, P/F Atlants Kolvetni.
Wilhelm Petersen byrjar í nýggja starvinum fyrsta august.
Kjartan Hoydal, nevndarformaður í Atlants Kolvetni er væl nøgdur við talið av umsøkjarum.
? Tað var sera torført at velja tí allir umsøkjararnir vóru ógvuliga væl kvalifiseraðir tl starvið sigur hann.
Allir umsøkjararnir til starvið vóru føroyingar.









