snúði seg um donsk innanríkispolitisk viðurskifti. Men vit fingu spurt Troels Lund Poulsen – sum umframt at vera floksformaður eisini er verjumálaráðharri – um loftverjuradaran, sum ætlanir eru um at seta [...] verjumálaráðharri Danmarkar, undir eitt semjuskjal um lofteftirlitsradaran. Í desember í fjør skrivaði TV2, at lofteftirlitsradarin, ið nógv umrøða hevur verið um í Føroyum, helst ikki verður virkin fyrr enn [...] 2030. Danski verjugreinarin, Hans Peter Michaelsen, var púra ovfarin, tá TV2 vísti honum skjalið. – “Halt kipp. Tað var óvanliga leingi at bíða”. TV2 hevði upplýsingarnar úr einum loyniligum uppritið, ið
listarmannin mást tú eisini tosa eitt sindur um list. Skal tú tosa um t.d skaldskap, er tað gott at læra seg onkrar reglur uttanat, soleiðis at tú kanst stroya um teg við skaldsligum perlum, og tað má vera [...] Og hann er ósikkur og fjollutur sum ein pirrutur tannáringur, og í hesum viðfangi hevur hann biðið meg um hjálp. Ein sovorðin "parforholds junkie" sum tú Andy, mátti vita onkur vinaráð at givið mær. Við [...] og melur í einum silkikimono og drekkur heitt sake og tosar um samuoraiar og ninja. Serliga gott er at læra seg væl at eta við pinnum, og um hon ikki dugir, kann ein imponera við at geva henni smáar lekrar
eru fegin, mín góði maður, at Harrin unti tær at vera hjá honum í deyðastundini og nú kanst fortelja okkum um tey síðstu orðini, ið komu um hansara vælsignaðu varrar. Likam hansara var sjúkt, men ondin [...] líknandi samkoma á Toftum, har filmur var vístur frá minningarhaldinum. Tá var Frida við og hevði við sær eina frágreiðing um, hvusssu hon upplivdi hesa tíðina. Vit eru fegin um, at henda søgan nú eisini er [...] partinum av samrøðuni við Dinnufíu er frásøgnin um, hvussu bygdarfólkið við Gjógv upplivdi hesa vanlukku. Vanlukkan var so ræðulig, at tað varð ongantíð tosað um hana við Gjógv. At henda søgan nú kann koma
meðan eg berji meg gjøgnum enn eitt herðindi av svøvnloysi og enn eina vøkunátt í amerikansku oyðimørkini” Soleiðis byrjar nýggja skaldsøgan hjá Paul Auster Mand i mørke. Søgan snýr seg um 72 ára gamla August [...] finnur August Brill uppá eina søgu um ein mann, sum eitur Owen Brick, sum vaknar í eini holu og finnur út av, at USA er beint í einum borgarakríggi. Brick fær síðani boð um at finna mannin, sum hevur skyldina [...] hesuferð, sum hann ofta verður, tá hann byrjar at fortelja søgur um at fortelja søgur ... Í veruleikanum er søgan rættiliga logisk, tá tú hugsar um, at Brill sjálvsagt ikki hevur hug at liva, og sjálvandi kunnu
eygnavitni til harðskapskenda og blóðiga filmin um Jesu líðingar, sum á fyrsta sinni verður vístur í Føroyum 23. apríl. Árni er ikki í iva um, at talan er um ein sterkan film, sum uttan iva fer at elva til [...] prýði her um leiðir, vísir Árni á. Tískil kann talan eisini vera um átrúnaðarligar mentanarsamanstoytir, nú Jesus filmurin gongur kring heimin og kemur til Føroya 23. apríl. Eingin antisemitisma Um sjálvt [...] Var filmurin antisemitiskur? Nei - vit hildu øll pískinum. Eg kendi meg sekan í brotsgerðini móti Jesusi. Hvussu hevði eg borið meg at, um eg stóð í fjøldini, spyr Árni Helmsdal. Uppgerð við gratis kristindóm
víst Mær vísa frelsuveg. Mín frelsari, títt dýra navn Lat lýsa lívsleið mær Mín Jesus halt meg við tin favn Og hav meg nær at tær Hjartaliga tillukku! [...] starvsdegnum við ynskjum um Guðs signing. Eg vil enda hesi fáu orð við tveimum teimum síðstu versinum í sálmi nr. 360, sum pápi tín hevur yrkt: Eg trúgvi á teg Jesus Krist, tú doyði fyri meg Til faðirin vil andin
ein filmur um ósvaraðan kærleika. Ungi filmsmaðurin er skótur at viðganga, at slíkar søgur sjálvandi eru sagdar fyrr, men tað ger bara avbjóðingina tess størri. - Fyri meg veldst tað ikki so nógv um, hvørja [...] kensla Við sálarliga filmsdramanum um desperata sníkjaran Árna og vøkru Sáru, hevur 19 ára gamli Andrias Høgenni ognað sær ikki færri enn tvey pláss í kappingini um bestu norðurlendsku ungdómsfilmar í [...] sum nakrantíð er hent fyri meg .... Tað er akkurát, sum at eg og Sára hava eitt serligt band, sum knýtir okkum saman” Andstygd og samkensla Hvaðan sníkjarin hevur fingið tankan um serliga bandið millum seg
eg tosi ikki um, at føroyingar í Føroyum eru heimføðisligir. Vit eru hóast alt 55.000 fólk á hesum oyggjum. Eg tosi um øll, sum vilja liva í einari pseudo-føroyskari enklavu á Oyrasundi. Halt kipp, tað er [...] kiksað. Endar heimurin veruliga við markið til Týsklands? Kunnu um ikki annað fleiri so fara aðrastaðni at lesa? Til onnur lond, so at tey, um tey koma heimaftur, hava okkurt annað at bjóða enn bara tað sama [...] kann bara siga fyri meg, og mong eru samd: vit vilja ikki hava, at Føroyar gerast eitt mini-Danmark. Og nei, eg meini als ikki við, at ung ikki skulu fara út og uppliva heimin. Eg tosi um, at øll enda á sama
var Paulus, sambært 2. Korintbrævi kapittul 1, ógvuliga tilvitaður um hjálpina, sum forbønin frá øðrum veitir. So er tað spurningurin um trúgv. Mótstøðufólk av forbøn spyrja ofta, fyri ikki at siga altíð: [...] hjá hesum manni. Tað er ikki so langt síðani, at ein kvinna í Klaksvík vitnaði í sendingini "Tilvera" um, hvussu undurfult hon varð vorðin grødd frá lívs-hóttandi krabbameinssjúku, eftir at nevndi afrikanari [...] persónar, sum tæna og virka á óbíbilskum grundarlagi. Men líkamikið hvør persónurin er, so haldi eg meg í greinini hóma nakrar álvarsamar misskiljingar. Satt at siga, so skilji eg ógvuliga væl próvførslurnar
lógini um upploysn av hjúnalagi – ja(!) fyri at maður skal kunna skiljast frá manni og kvinna frá kvinnu! Og í tí triðja uppskotinum, nr. 21, verður farið inn í lógina um at brúka kirkju og um limaskap [...] av teimum. Hvat er best fyri børnini? Eingin ivi kann vera um, at ein familja, har mamma og pápi eru tilvitað um sína ábyrgd, er besti karmur um ein natúrligan og góðan uppvøkstur. Júst tað, at maður og [...] tvær kvinnur einki at gera! Hvat byggja vit á? Eg haldi, at tað ber ikki til at tosa um hjúnabandið uttan at tosa um okkara fundament sum samfelag, okkara mentanargrundarlag. Okkara møður og fedrar, ommur