Verjumálaráðharrin: Lofteftirlitsradarin má fáast upp skjótast gjørligt

Hann vísir aftur, at ein fyribilsloysn verður funnin fram til 2030

Í dag skipaði danski stjórnarflokkurin Vinstri fyri tíðindafundi á Hotel Hafnia.

 

Vinstri er í hesum døgum í Føroyum, har flokkurin hevur havt sín sonevnda summarbólkafund. Flokkurin var eisini í Føroyum í 2009.

 

Formaðurin í Vinstra, Troels Lund Poulsen, byrjaði tíðindafundin við at undirstrika, at Føroyar eru ein týdningarmikil partur av ríkisfelagsskapinum:

 

– Greiða støðan hjá okkum í Vinstra er, at vit skulu halda fram við at útbyggja ríkisfelagsskapin við virðing fyri Grønlandi og Føroyum.

 

– Hetta er eisini ein av orsøkunum til, at vit raðfesta at ferðast til Føroyar at hava summarbólkafund, segði formaðurin í danska Vinstraflokkinum.

 

Loftverjuradarin skal ikki bíða til 2030

 

Nógvir danskir fjølmiðlar vóru møttir á tíðindafundinum, sum fyrst og fremst snúði seg um donsk innanríkispolitisk viðurskifti. 

 

Men vit fingu spurt Troels Lund Poulsen – sum umframt at vera floksformaður eisini er verjumálaráðharri – um loftverjuradaran, sum ætlanir eru um at seta upp í Føroyum. 

 

9. juni 2022 skrivaðu Jenis av Rana, sum tá var landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, og Morten Bødskov, sum tá var verjumálaráðharri Danmarkar, undir eitt semjuskjal um lofteftirlitsradaran.

 

Í desember í fjør skrivaði TV2, at lofteftirlitsradarin, ið nógv umrøða hevur verið um í Føroyum, helst ikki verður virkin fyrr enn í 2030. Danski verjugreinarin, Hans Peter Michaelsen, var púra ovfarin, tá TV2 vísti honum skjalið.

 

– “Halt kipp. Tað var óvanliga leingi at bíða”.

 

TV2 hevði upplýsingarnar úr einum loyniligum uppritið, ið danska verjan hevði gjørt í mai í fjør, og sum miðilin hevði fingið hendur á.

 

Men Troels Lund Poulsen ætlar ikki, at so long tíð skal ganga, áðrenn ein virkin lofteftirlitsradari stendur í Føroyum.

 

– Eg ætli mær avgjørt ikki, at vit skulu bíða til 2030 – serliga ikki nú, tá trygdarpolitiska støðan er sum hon er.

 

Í uppritinum, sum TV2 hevði fingið hendur á, stóð eisini, at danska verjan arbeiddi við kanna møguligar fyribilsloysnir, av tí at so long tíð fer at ganga, áðrenn ein liðugur lofteftirlitsradari kann takast í nýtslu.

 

Men tað vildi danski verjumálaráðharrin ikki vita av, tá vit spurdu hann á tíðindafundinum í dag.

 

– Eg haldi ikki, at ein fyribilsloysn skal finnast, men at vit skulu fáa ein ordiligan eftirlitsradara upp at standa sum skjótast.

 

Lofteftirlitsradarin, ið er mettur at kosta 390 milliónir krónur, er partur av sonevnda Arktiska Kapasitetspakkanum, ið Fólkatingið samtykti í 2021.

 

'Nýtt Samband’: Fingið kunning, men ikki viðgjørt uppskotið

 

Troels Lund Poulsen fortaldi eisini á tíðindafundinum, at Vinstri hevur fingið kunning um sjálvstýrispolitiska uppskotið hjá Sambandsflokkinum – Nýtt Samband – men at flokkurin enn ikki hevur viðgjørt uppskotið í smálutir.

 

– Eg veit, at ríkisrættarligu viðurskiftini eru eitt eymt mál, og tí mugu danskir politikarar ansa sær, ikki at úttala seg óheppið, so tí fari eg ikki at gera nakrar viðmerkingar, fyrr enn eg havi sett meg væl og virðiliga inn í uppskotið, segði formaðurin í danska vinstraflokkinum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##