Uppgerð við ókeypis kristindóm

-Vilja vit hava ein lættisoppakendan og hugnaligan kristindóm, er "The Passion of The Christ" hjá Mel Gibson ein óhóskandi filmur um Jesus, sigur havnarmaðurin í Odense, Árni Helmsdal, sum mánakvøldið varð eygnavitni til Jesu líðingar í kykmyndahøllini. Árni Helmsdal metir, at skelkandi filmurin ger upp við "gratis kristindóm" og kann elva til økta polarisering í føroyska trúarlívinum

Nú nýggi og umstríddi Jesus filmurin hjá Mel Gibson verður vístur í Danmark um páskirnar, er kjakið um filmin veruliga komið í hæddina í donsku fjølmiðlunum, og áskoðanirnar og skoðsmálini fevna heilt frá botn- til toppkarakter.
Havnarmaðurin Árni Helmsdal, sum í nógv ár hevur búð í Odense í Danmark, varð mánakvøldið eygnavitni til harðskapskenda og blóðiga filmin um Jesu líðingar, sum á fyrsta sinni verður vístur í Føroyum 23. apríl. Árni er ikki í iva um, at talan er um ein sterkan film, sum uttan iva fer at elva til kjak í føroyska trúarsamfelagnum.
Árni Helmsdal hevur sjálvur leingi verið virkin í føroyskum og donskum trúarlívi, og hevur hann sínar hugsanir um umstrídda filmin um timburmannin úr Nazareth.

Polarisering
- Eftir mínum tykki kann filmurin saktans elva til eina polarisering. Tey, sum frammanundan eru persónliga trúgvandi, kunnu gerast meira gripin av Jesusi, meðan hin parturin kann meta filmin at vera reina harðskapspornografi og átrúnaðarlig propaganda, sigur Árni Helmsdal. Tó vónar hann ikki, at hetta í ov stóran mun verður avleiðingin av filminum.
- Polariseringin millum trúgvandi og ikki-trúgvandi er um okkara leiðir ríkilig sum er, og tískil er at vóna, at filmurin ikki setir kílar ímillum báðar partarnar, heldur Árni Helmsdal.
"The Passion of the Christ" rørir sambært Árna hyggjaran á ymsan hátt, og serliga var sjónligt í stóru kykmyndahøllini í Odense mánakvøldið, at talan ikki var um ein og hvønn film.
- Fólk sótu í tøgn í stólum sínum leingi eftir, at Jesu pínslur og líðingar endiliga vórðu lidnar á hvíta løriftinum, og slíkan stemning upplivir ein ikki vanligt í biografinum eftir ein vanligan film, greiðir Árni Helmsdal frá.

Katólsk eyðkenni
Høvuðsmaðurin handan filmin, Mel Gibson, er limur í konservativari katólskari samkomu í USA, og hetta sæst sambært Árna Helmsdal aftur í filminum.
- Katolikkar leggja stóran dent á langa fríggjadag og líðingarsøguna, meðan vit protestantar ofta leggja størri dent á uppreisnina 1. páskadag, og hetta er sjónligt í filminum, sigur Árni Helmsdal.
Meðan líðingar Jesusar verða penslaðar út á stóra hvíta løriftinum í tveir tímar, er bert ein heilt lítil løta móti endanum sett av til sjálva uppreisnina.
- Tað er gott, at Mel Gibson tó hevur uppreisnina við í stuttum at enda, tí annars var hesin filmurin á ymsan hátt í somu skuffu sum Jesus Christ Superstar, sum endar langafríggjadag, og tað hevði verið ein punkteraður boðskapur, heldur Árni Helmsdal.
Umframt hesi eyðkenni við líðingarsøgu Jesusar vísir Árni á, at katólska mentanin í størri mun nýtir myndir og málningar í dagligu gudsdýrkanini, og eru katolikkar tí møguliga meiri vanir við eygunum at síggja og eygleiða tað, kristna trúgvin er bygd á.
- Tískil er talan møguliga um eina størri broyting fyri okkum protestantar, at vit knappliga hava møguleikan at síggja ræðuliga krossdeyða Jesusar, tí fert tú inn í eina vanliga protestantiska samkomu í dag, sært tú ongar myndir hanga á veggjunum, meðan krossurin, sum er eitt ræðuligt torturinstrument, aloftast sæst tómur og verður nýttur til prýði her um leiðir, vísir Árni á. Tískil kann talan eisini vera um átrúnaðarligar mentanarsamanstoytir, nú Jesus filmurin gongur kring heimin og kemur til Føroya 23. apríl.

Eingin antisemitisma
Um sjálvt innihaldið í filminum heldur Árni, at hann í stóran mun livir upp til væntanirnar um ein professionellan film.
- Tað tyktist náttúrligt, at tey tosaðu upprunaligu málini frá tíð Jesusar, og tað hevði ikki hóskað við amerikanskum í hesum filminum vegna trúvirði í dialogunum, heldur Árni Helmsdal.
Árni vísir víðari á, at góð klipp eisini eru at síggja aftur til páskamáltíðina, fjallaprædikuna og aðrar hendingar, sum gevur gott perspektiv, og talan er tí altso ikki bert er um blóð og pínslu.
Ein av mest óvæntaðu hendingunum í filminum er sambært Árna Helmsdal, at freistarin (óndskapurin) er persónsgjørdur í einum undarligum og óhugnaligum blandingsfiguri millum mann og kvinnu, sum serliga er sjónligur í Getsemane. Annars er ein av dygdunum, at persónarnir eru dynamiskir og veruleikakendir, meðan góði tónleikurin stuðlar væl undir innihaldið í filminum.
Ein høvuðsákæra mótvegis Gibson og hansara Jesus filmi er, at hann eggjar til antisemitismu, men hetta metir Árni Helmsdal ikki.
- Var filmurin antisemitiskur? Nei - vit hildu øll pískinum. Eg kendi meg sekan í brotsgerðini móti Jesusi. Hvussu hevði eg borið meg at, um eg stóð í fjøldini, spyr Árni Helmsdal.

Uppgerð við gratis kristindóm
Umframt antisemitismu hava høvuðsatfinningarnar mótvegis filminum verið, at talan í veruleikanum er um tveir tímar við reinari harðskapspornografi og átrúnaðarpropaganda. Árni Helmsdal hevur ta áskoðan, at eingin orsøk er at fjala tað, sum søguligu keldurnar greiða frá um Jesus.
- Ov nógv blóð? Har hevur verið nógv blóð tann dagin á Golgata og tímarnar frammanundan. Ov nógv sjónlig pínsla? Teir píndu hann so illa, at hann til seinast doyði av tí, heldur ein avgjørdur Árni Helmsdal, sum metir filmin vera trúgvan mótvegis skriftunum, hóast mel Gibson av og á hevur nýtt síni kreativu evni.
Føroyingurin í Odense vísir til seinast á, at filmurin í framtíðini avgjørt kann broyta okkara siðbundnu hugsanir og fatanir av Jesusi og kristindóminum.
- Vit vilja kanska hava ein barberaðan, lættisoppakendan, blóðleysan og friseraðan kristindóm? Kanska eisini ein saft- og kraftleysan? Men so er hetta ikki ein hóskandi filmur, tí hann avdúkar og perspektiverar okkara siðbundnu fatan, vísir Árni Helmsdal á.
Ein ummælari skrivaði, at hesin filmurin revsaði okkum øll við píski fyri okkara gratis kristnitrúgv. Árni Helmsdal vísir á, at júst hetta er ein høvuðsboðskapur.
- Týski guðfrøðingurin Bonhoeffer, sum doyði í fangalegu stutt áðrenn krígslok, skrivar nógv um "bíliga náði", har vit taka kristindómsins náði og frelsu sum eina sjálvfylgju. Hesin filmurin vísir, at náðin ikki er bílig, tí Jesus ikki slapp bíliga, staðfestir Árni Helmsdal, sum nú sigur seg fara at lesa Páskaevangeliið á øðrvísi hátt.
- Eg hevði okkurt við mær til matna; men eg rørdi ikki matin, so rørdur var eg av filminum, og eg gevi "The Passion of the Christ" hjá Mel Gibson fimm útav fimm tornakrúnum, endar Árni Helmsdal.