Vegurin til kvinnuna gongur umvegis góman

Hugleiðingar

Andras Sólstein
?????
Vinmaðurin hjá mær Olli líður av sjúkuni KPA, (Kitchen Performance Anxiety Syndrom, køksavriksangist) Hetta er ein líðing fleiri og fleiri mannfólk tey seinastu árini hava fingið, og kemst hon av at hyggja ov nógv at mat-sendingum í sjónvarpinum so sum Jamie Oliver, Ready Stedy Cook, Okkara Kokkar o.s.fr.
Vinmaðurin hjá mær er single. Hann hevur verið single nú í eini 9 ár, frá tí hann var 27 til 36 ár, og nú skal hann á sín fyrsta rættuliga date í fleiri ár, og hetta skal vera á norðoyastevnu. Og hesaferð ætlar hann, at tað skal vera eftir bókini. Gentan er búgvin, ikki ein av hesum fjákutu barokgellunum, sum hann hevur fjasast við í styttri og longri tíð, mest styttri, síðani hann bleiv single. Og hann er ósikkur og fjollutur sum ein pirrutur tannáringur, og í hesum viðfangi hevur hann biðið meg um hjálp. Ein sovorðin "parforholds junkie" sum tú Andy, mátti vita onkur vinaráð at givið mær.
Við hesum boðum møtti eg í íbúðini hjá honum eitt mikukvøld. Eftir at hava tosað eina løtu saman og drukkið nakrar veðrar komu vit til ta niðurstøðu, at hann átti at bjóðað henni ein betri bita, og har er nógv at velja í.
Ein ofta nýttur møguleiki er at fara í býin og lufta plastickortið, bíleggja borð á einari matstovu, og her eru royndirnar -jú dýrari, jú betri-, tað virkar hvørja ferð.
Í Klaksvík er úrvalið av matstøðum ikki stórt. Hereford plagar at virka, men tað er ikki serliga diskret, og tað er eitt av krøvunum, hon hevur sett. Grill er ikki nakað gott hugskot. (Seinri, tá man hevur verið saman í eina tíð, er grill og ein góður DVD-filmur sum t.d. Sleepless in Seattle, gott latín) Eitt vikuskiftið í París er kanska ikki av vegnum, men ein annar møguleiki er at bjóðað henni heim til eina máltíð, og so vita hvussu leikur fer, og tað er her KPA sjúkan kemur upp í leikin.
Kostpyramidan hjá einum single manni er ikki serliga spísk. Hon líkist mest av øllum einum kassa, bygdur av Lørdagspizza, garnerað við fronskum hot dogs. Alt skolað niður við øli ella Jolly. So her er fyrsta forðanin. Ein skjót kanning í køkinum hjá Olla vísir, at nógv skal henda, áðrenn hann kann fáa damuvitjan. Einasta kókibók í húsinum er ein føroysk, sum Olli fekk í jólagávu frá mammu síni fyri fleiri árum síðani. Men føroyingar, oh harragud sum vit eru komnir stutt.
Kókaðan fisk við smelti, garnatálg, fløt ella salttálg afturvið. Grunnishøvd, krympaðir válgarar, grónseið, brakfylla og skarngarnar. Nei, hin føroyski køkurin er ikki serliga pikantur; tað munna vera fáar dámur sum blotna av slíkari matskrá. So eg sigi við Olla, at vit mugu gloyma alt um føroyskan mat. Vit mugu hugsa útlendskt, franskt, italienskt, ella hvat við grikskum mati? Mat sum Homer gamli át, ella Odyssus, Afrodita og hinir gudarnir ótu? Tað mátti imponerað og bloytt flest konufólk.
Tzatziki, pikilia, ouzo. Eg smakkaði orðini, jú hví ikki? Hví ikki umskapa stovuna til eina grikska Ouzoriamatstovu. Fyri grikkalandsfjeppara er tað at sita á einari ouzoriamatstovu, tætt við ein fiskamarknað, drekka ouzo og retsina, eta grillaðar høgguslokkar, hoyra ljóðið frá kajini, kenna angan av høgguslokkinum á grillini, síggja glæmuna av kertuljósunum speglast í eygunum á tí útvaldu, tá hon hyggur at tær sum einum øðrum Zorba, ja tá er tað sjálvt hina griksku sálina, tú hevur rakt. Tá vit eru stødd í Klaksvík og búgva tætt við vánna, so kann man kanska fáa eitt sindur av hesum grikska stemningi við at lata vindeygað upp og hoyra ljóðið frá útróðrarbátunum.
Ella hvat við at hugsað franskt, bouillabaisse, kryddað fronsk fiskasúpan við hvíttleykssmøri og flutes afturvið? Halt kjaft, sum fransmenn duga, hugsi eg við mær sjálvum. Omma plagdi antin at stoyta fiskasoðið burtur ella seta tað fyri kúnna, so primitiv vóru føroyingar.
Sjálvandi er tað mest nátúrliga at eta fisk, tá man er í Klaksvík, fiskivinnuhøvuðstaðnum í Føroyum. Lætt er at fáa hendur á rávøruni: tari, goggur, øður, ráur fiskur, igulker, alt kveikjandi fyri kynstrongdina hjá henni, og gera tað sum ein japanskan rætt. Tað hevði imponerað (og scorað), og sjálvandi skal ein royna at fáa hendur á tí vandamikla og eitrandi Fugu-fiskinum, sum skal hagreiðast á ein heilt serligan hátt. Tað skal kitla so merkiliga í tunguni av eitrinum, tá ið ein etur tann fiskin. (Fugu rubripes er 1250 ferðir eitursterkari enn cyanid, og blandað við sake er tað besti kærleiksdrykkur í heiminum. Nakað sum hjá Ólavi Riddararós, ið drakk av drykkisteypinum og "eiturkornið í tí fleyt" og "hon kysti hann so mjúkan" osfr., osfr.)
Men alt hetta skal matgerast, meðan ein gongur og melur í einum silkikimono og drekkur heitt sake og tosar um samuoraiar og ninja. Serliga gott er at læra seg væl at eta við pinnum, og um hon ikki dugir, kann ein imponera við at geva henni smáar lekrar útvaldar sushi bitar í munnin við pinnunum.
Ella flamberað okkurt. Tað er nakað frumkent við at flambera, frummaðurin sum hevur tamarhald á eldinum, kvinna sum hugtikin hyggur at við stórum eygum, blotnar o.s.fr. Ansa tó eftir ikki at hava høvdið útyvir pannuna, tá fest verður í, vit takast við høg oktantøl her!
Skal tað vera føroyskt, kann man nýta t.d. lunda. Lomvigi er eisini góður. Fuglur verður viðfarin og hagreiddur à la "American Psycho". Tað vil siga at tú skalt skera høvdið av og kryvja hann eftir rygginum. Brett á bringubeinið. Tak innvølin út og tak livur og hjarta til varða. Kann steikjast í ovni ella í grýtu. Ella er tað lomvigi, ber til at skrædla hann, og steikja bringurnar. Sós og brúnkað epli afturvið.
Eitt týdningarmikið at minnast til er, at alt skal ikki vera liðugt, tá hon kemur, fleiri konufólk dáma væl at fáa eitt vínglas í køkinum og so bara standa og eygleiða "la Chef", meðan hann fær tað seinasta frá hondini í køkinum.
Vit koma rættuliga í gongd við at fyrireika hugnakvøldið hjá Olla! Til ein romantiskan døgurða er tónleikur og stearinljós eitt "must". "Black Sabbath live evil" ella "Queen live killers" eru ikki hóskandi. ABBA gold er ov didduligt, men "The best of Leonard Cohen", Sting ella Frank Sinatra skuldi verið hóskiligt.
Eitt er at eta, men ein skal eisini duga at práta, leiða eina samrøðu, so ein sleppur undan teimun pínligu løtunum, har hvørgin sigur nakað. Gloym alt um at siga frá filmum, tú hevur sæð. Hvør kvinna tímir at lurta eftir tær siga frá um ein mann, sum rennur runt við berum yvirbelti og einari bazooka undir arminum í Vietnem? Lítið nyttar eisini at tosa um útróður (hóast vit eru í Klaksvík) ella hina ferðina, tá ið tú vart so skít eina ólavsøku, at tú vaknaði, liggjandi mitt á tinghúsvøllinum ólavsøkumorgun í ongum buksum.
Nei skalt tú scora, mugu vit finna upp á okkurt heilt annað. Keypa eina bók so sum Simple-living, Feng Shui og leggja hana í stovuna, ikki ov sjónska, men soleiðis at hon sær hana og hugsar við sær sjálvari, at her býr ein maður, sum er komin víðari við lívinum. Inni á kjakinum á heimasíðuni kvinna.fo er eitt gott mið at finna uppá evnir at tosa um: øll tey bleytu virðini, urtagarðar, sorg, klænking, út at eta við børnum, barnapengar til einligar mammur osfr. Alskyns evnir, sum konufólk tíma at kjakast um.
Plakatirnar av Kim Wilde og Katju K og myndin av fyrverandi gentuni skulu burtur, og vit prenta eina mynd av Móðir Theresu út av netinum og hanga hana í stovuna.
Klæðir skapa fólk, og tað er av alstórum týdningi at tú letur teg í eftir tínari persónligheit, og tá tú ikki hevur nakra ítøkiliga persónligheit, so mást tú lána eina. Klædningur við slips er ov fínt og Levi´s ov traditionelt, og um tú vilt viðganga tað ella ei, so eru Miami Vice designer-klæðini, tú keypti fyri nógvum árum síðani, og sum enn hanga í skápinum, ikki in longur. Av eini ella aðrari orsøk fella konufólk fyri listamanninum, hinum loyndarfulla og hugsanarsama; so svartir skógvar, einar svartar buksur, og svørt rullukragatroyggja er eitt sikkurt hitt.
Ílatin listarmannin mást tú eisini tosa eitt sindur um list. Skal tú tosa um t.d skaldskap, er tað gott at læra seg onkrar reglur uttanat, soleiðis at tú kanst stroya um teg við skaldsligum perlum, og tað má vera okkurt annað enn tey ódeyðiligu citatini sum vit minnast úr filmum sum t.d. "Yippie-kie-yae, motherfucker" (Bruce Willis í Die Hard)" "I'll be back." - (Arnold Schwarzenegger, í Terminator), ella "I know what you're thinking. Did he fire six shots or only five? Well, to tell you the truth, in all this excitement, I've kinda lost track myself. But being as this is a .44 Magnum, the most powerful handgun in the world, and would blow your head clean off, you've got to ask yourself one question: Do I feel lucky? Well, do ya punk?" (Clint Eastwood í Dirty Harry) Dugir "My Dick?s on Fire" hjá Al Pacino ikki?
Nei, tú mást læra teg okkurt hjá Jóanes Nielsen ella Steintór Rasmussen, Kirkegaard, ella hvat við nøkrum reglum úr tí nýggjasta yrkingasavninum hjá Kim Simonsen? Skal tað vera filmur, so kundi ein nýtt hetta "All the gin joints in all the towns in all the world, and she walks into mine." Ella "here´s looking at you kid"-(Humphrey Bogart í Casablanca).
Og minst til, um tað skuldi komið so langt, far so spakuliga fram, ikki skræða klæðini av henni! Tað kann væl vera at Michael Douglas sleppur óforskammað væl frá tí í fleiri filmum. Men tað er í filmum, vit eru til í veruleikanum, og har eru tað tær fægstu, sum eru áhugaðar í, at hin nýggja skjúrtan ella blusan verður skrødd sundur.
Kama Sutra, Tantra, Svanin o.s.fr. skulu eisini gloymast í fyrsta umfari! Tað er alt, alt ov tíðliga at koma við á fyrsta ástarfundinum.
Aftaná er ikki neyðugt at tosa um tey Punisku kríggini, diskursgreining av bundnum lýsingarorðum (har tað ber til at hava eitt bundið lýsingarorð og navnorð, uttan nakað kenniorð), Nietzsche ella uttanríkispolitikkin hjá USA. Í staðin kann man bara balla seg, liggja tætt og teska banalitetir og sovna í ørmunum hvør hjá øðrum.
Og hevur hon sovið hjá tær, mást tú fyrireika morgunmat!
Fyrr høvdu tey ábit fyrst á morgni, tí eingin mátti fara fastandi av húsum. Ábit var sum oftast okkurt lítið upp í munnin, ein drýlabita og ein mjólkasopa, ein dropa av súpan ella okkurt annað frá kvøldinum fyri. Morgunmatur kundi vera drýlur og onkur viðskeri, onkuntíð bakaðu tey okkurt í drýlin, t.d. tálg ella livur. Her mugu vit sjálvandi eisini hugsa franskt, teir eru komnir nógv longri. Hevur kvøldið verið succes, hví ikki borðreiða við jarðberum og champagnu, Dom Perignon sjálvandi (Richard Gere og Julia Roberts í Pretty Woman) ella kanska grikskum morgunmati, t.d. ostapie (Tiropitakia) og frappé kaffi, og kanska luska ein einkultan ouzo í fyri at styrkja løgin og tendra í aftur stemningin, og eftirsum tað er norðoyastevna?
Hetta er alt ein meting, sigi eg við Olla, tú mást lesa løtuna og stemningin rætt av, ella kann koma gangur burturúr.
Er alt hetta ov nógv roks at gera burturúr fyri at fáa hendur á einari dámu, segði eg við Olla, so kanst tú altíð taka eina øks og høgga lítlafingur av, stappa hann í munnin, drøna út á sjúkrahúsið og fáa tey at seyma hann uppá aftur. Tá tú so liggur í hospitalssongini, kann man so royna hina klassisku Florence Nightengale effektina, tvs sjúkrasysturin sum verður forelskað í sjúklinginum og tú í henni, hon tekur náttarvaktir og krýpur upp í sjúkrasongina og vice versa, à la filmin "The english patient."
Olli segði við meg, beint áðrenn eg fór út gjøgnum dyrnar, at hann skuldi umhugsa støðuna og hvussu kvøldið við damuni skuldi verða; men hann ætlaði sær fanin í galið hvørki at verða Zorba, samureið, listamaður og so slettis ikki "The english patient" á norðoyastevnu. Tað var tað mest tápuliga, hann hevði hoyrt í longri tíð!