seljarans. Annað er so tað, at føroya Sparikassi í brævi til viðskiftafólk síni »elegant« skrivar, at skjølini, brævbjálvar og kort, til skipanina kunnu keypast í einum virki, og bara einum, í landinum [...] føroysku peningastovnarnar, at teir nú sleppa frá at avrokna beinleiðis við føroysk viðskiftafólk. Og vit fáa meira av somu skuffu, ið eingin grund er til at endurtaka her, tí hetta, eftir mínum tykki [...] venda aftur til greinina »FR kortið skal eisini brúkast aðrastaðni«, so er hetta ikki kjarnin í málinum. Eftir mínum tykki er kjarnin í málinum, tað sum tænir viðskiftafólki best. Alt annað tos er uttanumtos
samanlagt verður tað til fleiri dystir enn nakað annað felag hevur. Tað nyttar ikki at blíva við at tosa um, at tað verður strævið, tí tað verður so strævið, sum vit gera tað til. GÍ hevur áður verið [...] B36 og KÍ undan við at melda til europeisku kappingarnar, og síðani tá hevur B36 onga altjóða uppgávu havt. Í fjør var plaseringin í 1. deild so mikið góð, at tað rakk til eitt Intertoto-Cup pláss. B36 [...] liðnum KRC Genk. Í 1992 var B36 bert eitt lítið fet frá at koma víðari. Teir taptu 1-0 á útivølli móti Avenir Beggen úr Luxemburg. Á Svangaskarði stóð væl til tá Kári Reynheim við frísparksmáli legði B36 fram
at nýta út við 100 milliónir til at byggja nýtt vaktarskip í dag - nú so illa stendur til búskaparliga, er púra burtur við, sigur hann. Okkum tørvar vaktarskip - einki annað? Atli Hansen vísir á, at vit [...] Tilfarið, sum skipasmiðjurnar hava fingið frá landsstýrinum til at geva tilboð upp á arbeiðið upp á Nólsoyar Páll, hevur ikki verið nóg gott. Tí hevur bert ein skipasmiðja givið tilboð upp á at gera [...] skipið liðugt, um tað fer at kosta um 20-25 milliónir krónur. Vit hava so ómetaliga nógv annað at taka støðu til í hesum døgum. Vit skulu gera íløgur í strandferðsluna - Suðuroyarsiglingina, vit skulu samráðast
sum í navnvirði gekk frá 1994 til 1996, er afturgoldin. Tann seinna uppá 300 mió. kr. í navnvirði gongur frá 1995 til 1997. Harumframt gongur ein lánsbrævarøð við statsveðhaldi til apríl 1998. Landskassahallið [...] Føroya landsstýri á sumri 1992 legði upp til at yvirtaka málsøkið við atliti til at gera Føroyar til eitt serligt skatta- og búskaparøki. Hetta er staðfest í brævi frá ríkismyndug-leikunum. Fyri at fáa danir [...] at samráðast skjótt nú til tess at fáa greiðu á, um til ber at fáa eina semingsloysn yvirhøvur, ella um farast má til triðjapart at fáa ein úrskurð. Tíðin má nú vera búgvin til at fáa endaliga greiðu á
lesnaður hjá monnum, sum hava verið til fiskiskap á hesum leiðum. Umhvørvið er lætt at kenna aftur. Firðirnir, bryggjan og frásagnirnar frá túrinum, skútan gjørdi til fiskiskap. Eldri menn kenna ivaleyst [...] bygd á tað, hann hevur hoyrt frá gomlum fólki, og so tað, sum hann sjálvur minnist. Skaldsliga hugflogið er sjálvandi eisini uppií. Frásøgnin fer fram um seinasta aldarskiftið til umleið 1920, uttan tann fyrsti [...] Umframt at vera ein siðsøgulig frásøgn frá bygdarlívinum í Íslandi fyrst í øldini, er eisini væl av skemti í søguni. Sjálv søgan er eitt sindur ævintýrkend. Vit frætta frá dreingjunum, sum dáma væl at spæla
vanlukkur kunnu fyribyrgjast, og at tað ber til eisini í eini so ringari bransju sum í frálandavinnuni, er ein stórur íblástur, tí ber tað til har, so ber tað eisini til í øðrum vinnum. Læra av royndum Pál Weihe [...] alternativ til fiskivinnuna, tí fiskivinnan er so sárbar, tá t.d. toskastovnurin svíkur og nú t.d. upsin. Tað er sum at standa á einum beini. Tað gongur væl, tá tú stendur, men tað skal lítið til, at tú kemur [...] harvið fær tú øll tey, sum eru í arbeiði til at hava eyguni opin fyri broytingum, sum kunnu gera arbeiðið tryggari - og ikki bara professionalisera tað á einum spískum toppi. Gott alternativ Hvat heldur
vanlukkur kunnu fyribyrgjast, og at tað ber til eisini í eini so ringari bransju sum í frálandavinnuni, er ein stórur íblástur, tí ber tað til har, so ber tað eisini til í øðrum vinnum. Læra av royndum Pál Weihe [...] alternativ til fiskivinnuna, tí fiskivinnan er so sárbar, tá t.d. toskastovnurin svíkur og nú t.d. upsin. Tað er sum at standa á einum beini. Tað gongur væl, tá tú stendur, men tað skal lítið til, at tú kemur [...] harvið fær tú øll tey, sum eru í arbeiði til at hava eyguni opin fyri broytingum, sum kunnu gera arbeiðið tryggari - og ikki bara professionalisera tað á einum spískum toppi. Gott alternativ Hvat heldur
fjølmiðlafólk boðað frá, at tey ætla sær at koma á Svangaskarð seinnapartin í dag. Av teimum eigur Sjónvarp Føroya ikki færri enn fjúrtan. Sjónvarpið fer at senda beinleiðis frá dystinum, og til at taka upp og [...] landsliðið er í eldinum. Metið fyri útlendska umboðan mundi verða sett, tá spaniumenn vitjaðu fyri einum ári síðani, meðan útlendska umboðanin sjáldan man hava verið so lítil, sum hon var, tá Malta var á [...] Týskarar og danir gera burturúr Kekkiska sjónvarpið hevur ongan áhuga at senda frá útidystinum ímóti Føroyum. Tað man boða frá, at áhugin heima á landi er lítil, nú Kekkia ongan møguleika hevur fyri at koma
løgmaður í 1706 - sama árið sum Peder Arhboe kom til Føroya - og sat líka til 1752. Í einum brævi til Trónd Olsen nevnir Jørgen-Frantz Jacobsen, at hann er ættaður frá tí gitna Rádna Bónda, og hesin var pápi Samuel [...] børnini til Havnar fyri at koma sær burtur frá prestagarðinum, men í øllum trætumálum stóð hon Peder Arhboe við lið Atburðurin hjá presti gjørdist løgnari og løgnari, og bygdarfólkið bleiv í heilum frá præ [...] skálamenn á Peder Arhboe at hjálpa sær við eini grind, sum teir ikki fáa hildið til. Tað finst eitt bræv frá fútanum Diderik Marcussen til »Hæderlig og Vellærde Mand Hr. Peder Ditlefsen Arhboe« sum váttar tilburðin
Einki bræv er komið afturat frá FIFA um, hvussu tað verður við rættinum hjá Jan Dam at spæla, tá landsliðið um ein mánað skal til Spania. Men tað er púra greitt, at um liðformaðurin fær gult kort seinnapartin [...] hvat eg kann gera fyri at sleppa undan at fáa kort ímóti Kekkia. Men eg eri komin til ta niðurstøðu, at tað ber ikki til at spæla og alla tíðina hugsa um hatta har. Eg fari at spæla, sum eg plagi, og so [...] at spæla. Besta úrslitið higartil ímóti einari av stóru tjóðunum var, tá Slovakia vitjaði fyri einum ári síðani. Vit taptu 2-1, men fingu teir størri úrtøku burturúr stóru møguleikunum, sum teir høvdu